Sosialurinarkiv
Sosialurin 2001-02-03, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 3. februar 2001síða 12

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

gult cyan magenta svart Sosialurin Nr. 24 - 3. februar 2001 23 22 Sosialurin Nr. 24 - 3. februar 2001 free-lancarar, í ÚF? Bert slutur. Í einstøkum førum kann Rás 2 gerast eitt al- ternativ, men í flestu førum helst bert eitt supplement. Tað tykist sera torført at fíggja eitt privat útvarp við øðrum enn lýsingum. Kemur orðið »stuðul« ella t.d. kommunal sponsorer- ing uppá tal, er tað sum at seta eld á. Fjølmiðlar rúka upp at garta umgangandi, hesir hava teir flestu polit- iskt tilknýti, øsing kemur í grindina, málið verður vavt uppí ein ellibita og endar úti á síðulinjuni, har tað verður liggjandi. Óneyðugt at siga kappast hesir fjøl- miðlar um sama lýsinga- marknað, sum Rás 2. Tað løgna er, at komm- unur og stovnar í hópatali rokna við stuðuli frá Rás 2. Umrøðu og reklamu annars, skilst. Tað tykist vónleyst at fáa fleiri av hesum at skilja, at Rás 2 er ein privat fyritøka, sum skal hava inntøku av sínum tænastum. Og ógjørligt tykist vera at fáa hesi somu at skilja, at sama tænasta frá almennu fjøl- miðlunum ikki er ókeypis, tí hana gjalda vit øll fyri. Er tað so torført at skilja, at tá borgarar í Tórshavnar Kommunu árliga undir pantihóttan gjalda fleiri miljónir í útvarpsgjaldi, at so er tað skotið eitt sindur við síðuna av at rokna við, at Rás 2 skal veita somu ella betri tænastur fyri einki?? Jamen, tit hava free- lancarar og onnur, sum arbeiða at kalla fyri einki? Tit hava fleiri sendingar, sum tit ikki gjalda fyri! Hetta klaga fólk eisini um, t.d. í gestabókini á heima- síðuni. Tað er rætt, at ikki hevði borið til at fylt senditíðina við tilfari, um fólk ikki vóru, sum gjørdu sendingar so at siga til stuttleika. Og summi bara fyri at stuðla. Men íløgan skal kortini afturgjaldast, hvør senditími kostar, tøkningar skulu hava løn, SEV og Føroya Tele skulu hava sítt, húsaleigan skal gjaldast, og rakstrarút- reiðslurnar økjast tí eisini av tí, sum er »ókeypis«. Tað er sostatt nógv bílig- ari at senda tónleik í ein tíma, enn at seta ein ókeypis vert á við tøkn- ingi. Men rætt er tað, at ikki ber til at gera útvarp, uttan at fólk eru, sum halda tað vera stuttligt at gera út- varp. Og tað royna vit eftir førimuni. Og tað fáa vit dagliga eisini viðurkenning fyri. Og rós. Men rós er sum kunnugt aloftast nak- að, mann fær, tá mann ikki fær pengar fyri tað, ein ger! Rás 2 virkar ikki undir somu treytum sum al- mennu miðlarnir. Umstøð- urnar líkjast meira teimum hjá bløðunum, undantikið at vit heldur ikki hava loyvi at krevja lurtaragjald, samanber við haldaragjald- ið hjá bløðunum. Vit hava heldur ongan landskassa at gjalda okkara sendinet, og heldur ongan almennan stovn at fara til við umbøn um at bera okkara tíðindi út um oyggjarnar. Sum sagt: Ongan al- mennan stuðul higartil og einki lurtaragjald. Bara lýsingar og sponsoreringar. Men eisini á tí økinum eru lógarfestar forðingar. Ein sponsor má t.d. ikki hava ávirkan á innihaldið í eini sending. Ímyndi tykkum, hvussu torført tað er at praktisera. Og vit hava ikki loyvi at varpa sendingar, onnur hava framleitt – ímyndi tykkum støðuna, um somu treytir vóru gald- andi fyri SvF?? Ein sigur vunnu vit kort- ini í farna ári, tá løgfrøðin í Mentamálastýrinum skar ígjøgnum knortlutu lógar- tekstirnar í kringvarpslóg- ini og staðfesti, at Rás 2 hevur heimild at gera re- daktionellar sendingar, eisini um politikk, og at Rás 2 hevur heimild at taka ímóti ískoytisveiting- um, eisini frá politiskum flokkum. Harvið fingu vit eisini staðfest og viðurkent okkara journalistiska inte- gritet. Spurningarnir, eg fekk til hetta innlegg, vóru: Hvussu skarst, ger saman- beringar, lýs upplivingar, forðingar, avbjóðingar og menningarætlanir. Vit komu inn í nýggja árið við reyvini í vatns- korpuni. Samanberingar havi eg gjørt nakrar. Upp- livingarnar kundu fylt eina heila bók. Forðingar havi eg lýst nakrar, men tær eru tær flestu til at vinna á. Av- bjóðingarnar annars eru tær somu, sum hjá øðrum miðlum: at skipa eitt so gott innihald sum møguligt við tí sera avmarkaða fólkatilfeingi, vit ráða yvir. Menningarætlanirnar um- fata í fyrstu atløgu at fáa raksturin at bera seg. Um stutta tíð kemur ein sendari afturat á Hestin, so røkka vit flestum føroyingum. Men endamálið er tað sama sum áður. At gera eitt fólksins útvarp. At gera eitt útvarp fyri fjøldina. Og tað gongur í veruleikanum ikki so galið við tí! Um vit yvirliva at taka saman umaftur næsta ár, veldst um undirtøkuna frá vinnulívinum og teimum mongu, sum søgdu, at tørvur var á einum alterna- tivi ella einum supple- menti. Entusiasman røkkur bara til eitt vist. – Um vit yvirliva at taka saman umaftur næsta ár, veldst um undirtøkuna frá vinnulívinum og teimum mongu, sum søgdu, at tørvur var á einum alternativi, sigur Óla Jákup Rólantsson á Rás 2. Mynd Jens Kr. Vang Í røðini av áhugaverd- um norðurlendskum filmum er filmsfelag Norðurlandahúsins »Klipp« komið til Finnlands. Hetta er fjórði filmurin eftir norðurlendsku skránni, sum tilsamans telur sjey filmar. Síggja vit burtur frá Sámalandi, er tað ein úr hvørjum Norðurlandi. Mána- kvøldið sýna tey finska filmin »Ambush«, sum Olli Saarele hevur leik- stjórnað í 1999. Evnið í filminum er kríggj, lýst á ein sovorðnan hátt, at ein kann javnmeta við kendar filmar sum »Saving Private Ryan« og »The Thin Red Line«. Nútímans krígs- filmar, sum á ein real- istiskan hátt lýsa krígs- ins ræðuleikar. Í »Am- bush« er leikur settur kring finsk-russika kríggið í 1941, tá ein lítil finsk súkklupa- trulja í hernaðarørind- um verður send inn á russiskt fíggindaøki. Í programmtekstinum fyri filmin verður m.a. sagt »Við skakandi megi og realismu lýsir Saarela krígsins ræðu- leikar í einum heimi, har einki er í at velja, og har hugtøk sum æra og moralur alla tíðina verða skúgvað til viks«. Í finskum bio- grafum hevur »Am- bush« gingið væl og heilt fitt av fólki hevur sæð hann. »Ambush«, sum merkir slysálop, verður sýndur í Norð- urlandahúsinum mána- kvøldið klokkan 19:30. Næsta sýning í films- felagnum »Klipp« verður tann 5. mars. Tá sýna tey grønlendska filmin »Lysets hjerte«, har Rasmus Lyberth, sum stundar til tey fimti, spælir við. Tá eru bara tveir filmar eftir á skránni. Før- oyski »Bye bye Bluebird« og danski metfilmurin »Den eneste ene«. Ambush – ein finskur filmur HUGBIRTINGAR EFTIR EITT ÁRA ROYND Ó.J. Rólantsson Tað fyrsta ein lærir, tá ein flytir frá almennum til privat fyritakssemi, er, at alt kostar. At pengar skulu til. At lønin ikki kemur av sær sjálvari. Tað næsta, ein lærir, er, at bæði tey, ein virkar saman við, og tey, ein samskiftir við, helst eisini skulu hava løn. Hetta lærdi ein sum heilt ungur, men nýtt er í øllum nýggj- um. Hvat visti eg um, at tað ikki ber til at lesa úr eini bók ella yrkingasavni, uttan at onkur skuldi hava pening afturfyri. At ikki bar til at spæla eina plátu, uttan at fleiri skuldu hava pening afturfyri. Og at leiga, el, telefon, ISDN og teldusamband kostaði so nógv. Triði lærdómurin er so- kallaði flexibiliteturin, hetta, at ein strekkir seg langt út um bæði faklig og onnur avtalaði mørk. Fyri »sakina«, so at siga. Eitt slag av solidariteti, sum er óneyðugur á flestu al- mennu stovnum við neyvt tilskilaðum arbeiðsupp- gávum og arbeiðstíð. Frammanundan vóru bæði útvarp og mentan so at siga sett í system í Før- oyum. Mentafólk og fólk annars høvdu eins og eg eina vantandi fatan av teimum møguleikum, sum lógu í einum privatum og óheftum útvarpi. Tá um- ræður reklamu, umrøðu, sølu og sokallaða »mein- ingsdanning«, so vóru vit í Føroyum álvarsligir eftir- bátar, og hava framvegis nógv eftir at læra. Stuðulin til og harvið møguleikin fyri at reka privat útvarp í Føroyum kom ikki haðani, eg hevði roknað við. Hevði fyri- gyklað mær, at størstu privatu fyritøkurnar í land- inum fóru at tryggja rakst- urin saman við kommun- um. Og at tað skipaða mentanarlívið fór at tryggja innihaldið. Men so varð ikki. Als ikki. Stuðulin kom í mestan mun frá smávinnuni og frá arbeiðsfólkinum. Altso tí, vit í vanligari talu kalla vanliga fólkinum. Spurdi meg sjálvan hví so ofta, at eg fór at spyrja hini, hví so var. Og svarið frá vanliga fólkinum var líka so ein- falt sum tað var sjálvsagt. Her var eitt útvarp, har tey fingu tað, tey bóðu um, har tey kendu seg at hava ávirkan. Gerandisligt og hugnaligt. Fyri fjøldina. Alt gott um tað. Men fjálganin av smávinnuni, hundraðtals samrøður við vanliga føroyingin, fiski- mannin, arbeiðsmannin, breiða ynskikonsertkenda tónleikavalið og fría inni- haldsliga ávirkanin hjá fjøldini – tað er ikki akk- urát nakað, sum ávirkar tann partin av samfelagn- um, sum situr á kapitalin- um, sum stjórnar skipaðu mentanini og politikkinum, bæði í kommunalum og í landshøpi. Hesi hava jú frammanundan fría at- gongd til verandi miðlar, halda seg ikki hava tørv á einum miðili afturat, og avgjørt ikki, um tey skulu gjalda fyri tað. Miðlar er nakað, ein helst skal hava inntøku av. Á ein ella annan hátt. Hetta, at fólk halda seg hava sjálvsøgd krøv til ein tílíkan miðil sum okkara, er dagligur kostur hjá okk- um. Fólk skriva ella sláa uppá tráðin og krevja ymiskt av okkum, lukku- liga óvitandi um, at vit ongar skyldur hava mót- vegis teimum uttan tær sjálvsøgdu pressuetisku og revsilógarligu skyldurnar. Og rættiliga lot gerast tey tí ofta, tá veruleikin rennir upp fyri teimum, at tað ikki er Útvarp Føroya, tey tosa við, at tænastan, vit veita teimum, er teimum fullkomiliga ókeypis, og at tey ikki við pantihóttan eru kravd eftir fígging til okk- ara tilveru. Og tískil heldur ikki kunnu seta okkum stórvegis krøv. Hesi somu eru ofta tey, sum seta spurningin: »Hví gera tit ikki.......?«, uttan at seta spurningin, hvør skal gjalda. Okkara fatan má tíverri vera, at vil eingin stuðla einum tiltaki, so er áhugin rætt og slætt ov lítil, og so verður tað ikki sett í verk. Vit hava ikki ráð til tess. Og tað er oftast frágreiðingin, hví vit sjáld- an hava jazzsendingar, før- oyskan sálmasang, klass- iskar konsertir o.s.fr. Tað bara kostar, vit fáa onga tøkk afturfyri, bert upp- østar lurtarar, sum vilja hoyra okkurt annað. Svarið er tað sama, tá spurt verð- ur um »tungar« mentanar- sendingar við »etablerað- ari« luttøku. Tað kostar! Men spurningurin er, um tað ger nakað. At rásin ikki hevur ráð til áður- nevnda. Tí hvat ynskir fjøldin? Seinnaparturin á Rás 2 er eftir eitt ára royndum samansettur eftir ynski lurtaranna. Full- komiliga. Og ein kortlegg- ing av, hvør lurtar hvar og nær, sýnir, at tað er tann breiða fjøldin, fyrst og fremst vanliga arbeiðsfólk- ið, stóru arbeiðsplássini, sum skrúva yvir á Rás 2. Tann, ið ikki sær, hvørja ávirkan henda gongd eisini hevur havt á ÚF, er antin blindur ella býttur. ÚF hongur kortini eftir við teimum »tungu« sending- unum. Og ÚF hevur mót- vegis rásini skyldu til at framleiða hesar sendingar, tí tað pinkalítla fátalið, sum ynskir hesar sending- ar, hevur krav uppá at hoyra tær, tí tey gjalda eis- ini lurtaragjald. Tey gjalda fyri at fáa síni krøv upp- fylt. Tað er rættiliga hug- stoytt, aftur og aftur at síggja fólk samanbera Rás 2 og ÚF. Tosa um Rás 2 sum ein konkurrent hjá ÚF. Her er ikki høpi í. Rás 2 kann aldri við núverandi inntøku kappast við ÚF, har bert lønar-, samsýning- ar- og stjórnarútreiðslurnar liggja um 20 miljónir, og har inntøkurnar bert frá lurtaragjaldi liggja um 15 miljónir, umframt einar 5 miljónir í V4 og øðrum. Ein kann t.d. spyrja, hvussu Sonne Smith í hálvum starvi skal kon- kurrera við 9 fulltíðar starvsmannalønt fólk á tíð- indadeildini hjá ÚF? Hvussu í mesta lagi 4 fólk á vakt ein seinnapart á Rás 2 skulu konkurera við kanska 40, fastlønt og KRINGVARP. Hevði fyrigyklað mær, at størstu privatu fyritøkurnar í landinum fóru at tryggja raksturin saman við kommunum, sigur Óla Jákup Rólantsson eftir eitt ára roynd á Rás 2. – Og at tað skipaða mentanarlívið fór at tryggja innihaldið. Men so varð ikki, staðfestir hann. Als ikki. Er rásarúm fyri Rás 2? Seinnaparturin á Rás 2 er eftir eitt ára royndum samansettur eftir ynski lurtaranna. Fullkomiliga. Og ein kortlegging av, hvør lurtar hvar og nær, sýnir, at tað er tann breiða fjøldin, fyrst og fremst vanliga arbeiðsfólkið, stóru arbeiðsplássini, sum skrúva yvir á Rás 2, sigur Óla Jákup Rólantsson