leygardagur 3. februar 2001síða 11
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
gult cyan magenta svart
Sosialurin Nr. 24 - 3. februar 2001
21
gult cyan magenta svart
20
Sosialurin Nr. 24 - 3. februar 2001
er tó, at teir allir eru antin
dømdir ella eru undir ill-
gruna fyri umfatandi und-
irgravingarvirksemi, og
sigur hetta helst nakað um,
hvørjar freistingar hetta
nærum óavmarkaða vald
gevur slíkum monnum.
At hendan ávirkanin eis-
ini virkar øvugt, er heldur
einki dulsmál. Tað hendir
javnan, at máttmiklir per-
sónar blandað seg uppí,
hvussu eitt ávist lið, ofta
landslið, skal síggja út.
Hetta sást m.a. tá argent-
iski forsetin kravdi, at Di-
ego Maradona skuldi við á
argentiska liðið til HM í
1994, hóast landsliðsvenj-
arin als ikki var áhugaður í
hesum. Annað dømi er, tá
italski einaræðisharrin,
Mussolini, í 1934 sjálvur
stóð fyri úttøkuni av
italska landsliðnum til
HM. Í báðum førum varð
hetta gjørt fyri at tekkjast
fólkinum.
Føroyska síðan
Eisini í hesum førum kann
ein – um enn framvegis í
minni mun – yvirføra hesa
popularismu, sum fótbólts-
spælið hevur givið, til
klettar okkara. Uttan á
nakran hátt at niðurgera
poitiska arbeiða teirra, so
kunnu menn sum Sverri
Midjord, Kaj Leo Johanne-
sen og Páll á Reynatúgvu
nevnast um dømi um fyrr-
verandi ítróttamenn á høg-
um støði, sum í dag gera
seg galdandi á politiska
pallinum. Sum sagt skal
hetta ikki verða nevnt fyri
at niðurgera politisku evni
teirra, men í einum val-
stríðið – kundi rópt tað
propagandaførslu – er
fremsta treytin, at veljarin
er kunnugur um, at persón-
ar stilla upp. Hesum stigi
eru hesir í øllum førum
slopnir undan, so á ein hátt
kann sigast, at teir hava
fingið ein fyrimun á hes-
um øki. Í øllum førum
kann sigast, at ítróttaliga
virksemi teirra so avgjørt
ikki hevur verið teimum til
skaða í so máta.
Hví fótbólturin
Hvussu tað so ber til, at
tað er júst fótbólturin, sum
hevur fingið hendan leik-
lutin í heimssamfelagnum,
er kanska ilt at siga.
Orsøkin má sjálvandi
fyrst og fremst vera hon, at
fótbóltsspælið er undir-
haldandi at hyggja at.
Spenningur, rástyrki og
sálarligir dystir í dystunum
eru helst nakað, sum dreg-
ur áskoðarar og íðkarar at
sær. Áskoðararnir – í
grundini hyggjarar – hava í
so máta bert eittans enda-
mál við hesum. Tey vilja
undirhaldast, og eftir
hyggjaratalinum at meta,
so fáa tey eisini hetta. At
so ymsu fótbóltssamgong-
urnar eisini hava dugað
ófatuliga væl at marknað-
arført sína vøru, hoyrir so
avgjørt við i hesum met-
ingum.
Hvussu leingi undirhald-
ið stendur við, hevur allar
helst eisini sína ávirkan.
Við grundarlagið í hyggj-
aratalinum eru tað tveir
lutir, sum skara framúr, tá
metast skal um, hvat slag
av undirhaldi hevur fasta-
tøkur í fólkinum. Tað at
hyggja at fótbólti og tað at
hyggja at einum filmi.
Bæði hava tey tað til fel-
ags, at talan er um undir-
hald í umleið 90 minuttir,
sum eru sundurbýttir við
einum steðgi.
Kanska er tað í veruleik-
anum bert hetta, sum hev-
ur givið fótbóltinum so
nógv fram um aðrar
ítróttagreinar. At talan er
um undirhald, sum í vavi
hóskar seg til tað, sum
heilar okkara tíma at
síggja, uttan at troyttast alt
ov nógv, meðan undirhaldi
stendur á.
Beint nú tykist fótbólt-
urin meira enn nakran
tíð at verða settuir í fok-
us. Hetta tí spælið nú er
í uppskotið til friðar-
heiðursløn Nobels. Ein
virðisløn sum í umrøðu
helst bert hevur Oscar-
virðislønina í Hollywood
sum kappingarneyta.
Tað er ein svenskur
ríksidagslimur, Lars
Gustafsson, sum umboð-
ar kristiligur demokrat-
arnar, hevur skotið upp,
at fótbólturin verður inn-
stillaður til friðarheið-
ursløn Nobels. Orsøkir-
nar til uppskotið er, at
fótbólturin sambært
Gustafsson fremur sam-
ljóð og skilsemi í al- og
millumtjóða høpi.
Ivaleyst halda við-
haldsfólk hjá ymsum
landsliðum helst ikki so
nógv um hvønn annan,
tá liðini eru á vøllinum,
men hóast hetta, so
stendur Gustafsson fast
við sítt.
– Fótbóltur hevur
havt, og kemur fram-
haldandi at hava ein
stóran leiklur á altjóða
pallinum, tá tað ræður
um at skapa forstáilsi
millum fólkasløg, skriv-
ar hann í brævi til
Nobel-komitéina í Oslo.
Millum annað vísur
hann í hesum sambandi
á, at fótbóltsspælið hev-
ur livað hóast tvey
heimskríggj, umframt
hópur av bæði etniskum
og regionalum stríðs-
málum hava gjørt sítt til
at gera heimin ótryggan.
– Kanska kundi hann
eins væl nýtt orðini hjá
George Orwell í grund-
geving sínari fyri, at fót-
bóltur hóast alt er friðar-
skapandi: »Fótbóltur er
kríggj frádrigið skot-
vápn«.
Fótbótlurin í fokus
Fótbólturin hevur eisini havt sínar vanlukkur. Her minnast áskoðarar hjá Liverpool tey 95, sum lótu lív í Hillsborough-
vanlukkuni í 1989
Mynd úr bókini: You’ll never walk alone
Fótbólturin er
týdningarmiklari
enn sjálvt lívið, segði
Bill Shankley. Fyri
mong óskiljandi,
men kortini eitt slag
av sannleika
Mynd úr bókini:
You’ll never walk alone
Hava føroyskir tingmenn eisini fingið fyrimun
av einari fortíð innan ítróttin? Ein vansi man
tað so undir ongum umstøðum hava verið
FÓTBÓLTSHUGLEIÐING
Jákup Mørk
Væl kendu orðini hjá fyrr-
verandi Liverpool venjar-
anum, Bill Shankley, renna
til hugs, tá spurt verður
um, hví fótbólturin er so-
mikið høgt í metum kring
heimin. Ja, ikki bert er
spælið høgt í metum. Í
nógvum førum er tað ein
sannur magtfaktorur í sam-
felagnum – ein statur í
statinum.
Orðini hjá Liverpool
legenduni fullu, tá hann av
einum blaðmanni varð
spurdur, um fótbólturin
fyri hann hevði eins nógv
at siga sum spurningurin
um lív og deyða.’
– Nei, tað er nógv týdn-
ingarmiklari enn so, varð
svarið, sum blaðmaðurin
fekk.
Tey veiku hava
ein kjans
Fyri vanliga føroyingin,
sum býr í heimliga trygga
dunnugarðinum, kann tað
helst vera torført at skilja,
hví fótbólturin skal vera
týdningarmiklari enn sjálvt
lívið, men fleiri staðni
kring heimið er hetta als
ikki óskiljandi. Kanska
ikki týdningarmiklari, men
í øllum førum ein av
hornasteinunum í tilveruni.
Eitt akker, sum í eini um-
skiftiligari tilveru ber boð
um, at tað undir umstøðum
er eitt, sum stendur fast
her í lívinum, nevnliga
kærleikin til felagið.
Hvat skuldi annars fing-
ið fátøku arbeiðsmenninar
í Onglandi til at goldið
hundraðtals krónur fyri ein
dyst. Ja, kanska fleiri tús-
und fyri eitt árskort til
dystirnar. Tilvera teirra er í
mangar mátar nyttuleys
uttan hetta. Eitt stríð fyri
sjalvsavgerðarrætti, sum tú
ongantíð hevur møguleika
at vinna, tí stættarmunurin
í samfelagnum ikki loyvir
tí. Har stjórar, akademikar-
ar og onnur fyri langari tíð
síðani – gjarna fyri fleiri
ættarliðum síðani – hava
sett seg á ovastu røkurnar.
Hesin munur er tó burtur,
tá liðini fara á vøllin
hvønn leygardag. Tá
kunnu tey stóru bara
koma, tí her ber til at
koppa teimum. Ja, kanska
ikki bert at koppa teimum
ta einu ferðina, men so-
mikið væl at, lið títt stend-
ur ovast á trúnuni.
Tá er sigurin hjá fátæka
arbeiðsmanninum fullkom-
in, tí tá hevur hann koppa
mótstøðuni til viks og
sýnt, at eisini hann hevur
møguleika at røkka ovastu
tindunum.
Hooliganisma
Hetta at øll hava møgu-
leikan, er sjálvsagt ein av
bestu síðunum við fót-
bóltsspælinum, men hin-
vegin kenna vit eisini keði-
ligu avleiðingarnar av hes-
um. Hooliganisman er tí-
verri ikki nakað ókent fyri-
brigdi í fótbóltsheiminum.
Ofta er hetta kanska skip-
aður harðskapur, framdur í
navnið fótbóltsins, men
eisini kemur hetta fram, tá
vónbrotið um brostnu
ítróttaligu vónirnar hjá
hjartabarninum skulu skol-
ast út onkursvegna.
Millum sterkastu minnir
okkara í so máta er iva-
leyst Heysel-vanlukkan í
1985, tá 39 fólk lótu lív.
Alt sum úrslit av óskiljandi
fótbóltsharðskapi, eyg-
leiddur av millióna tals
hyggjarum kring allan
heimin.
Fá ár seinni, í 1989,
skelkaðist heimurin enn
einaferð, tá 95 fólk lótu lív
í syndarligu Hillsborough-
vanlukkuni, sum tó ikki
komst av hooliganismu.
Felags fyri hendingarnar
var tó, at hesar settu ferð á
arbeiðið at betra umstøður-
nar og tryggleikan hjá á-
skoðarunum. Í dag kann
tíbetur staðfestast, at til-
tøkini, sum tá vórðu sett í
verk, hava betra munandi
um kringstøðurnar hjá fót-
bóltinum.
Kenslan er øðrvísi
Jú stórur er munurin, og tí-
betur kann sigast, at sam-
felagsligu viðurskifti okk-
ara her heima ikki »loyva«
eina slíkari fanatismu í
ítróttahøpi, men fyribrigdi
er tó ikki ókent her heima,
um enn tað gongur fyri seg
í minni mátistokki.
Soleiðis er ivaleyst mun-
ur ímillum kensluligu brot-
ini, tá ymsu liðini við yms-
um millumbilum kunnu
rópa seg føroyameistara.
Fyri ein klaksvíking er
kenslan sjálvandi stór, men
neyvan einastandandi, tá
KÍ kann rópa seg føroya-
meistara. Øðrvísi var hon
helst í Vági í fjør, ella á
Sandi í 1989, tá føroya-
meistaraheitið fekk heim-
stað á hesum plássum.
Sandingar, sum tá fyri
fyrstu ferð skuldu royna at
eta kirsuber við teimum
stóru snýttu alt og øll.
Ongan tíð hetta árið eydn-
aðist tað nøkrum at basa
teimum, og hetta treiskni
kundu sandoyingar ivaleyst
nýta sum fyrimynd, meðan
búskaparliga kreppan her
heima herjaði upp á tað
harðasta um alt landið og
ikki minst – ella kanska
serliga – á Sandoynni.
Somuleiðis mundi kensl-
an vera nakað fyri seg, tá
VB í fjør fyri fyrstu ferð í
95 ára longu søgu felags-
ins ognaði sær meistara-
heitið. Í Vági var at kalla
undantaksstøða, og sum
ein eldri vágbingur so
rámandi segði við útvarps-
mannin, tá dreymurin um
gullið brádliga var veru-
leiki. – Hetta mugu tit ikki
øvunda okkum. Vit hava
bíða í 95 ár.
Gevur makt
Omanfyristandandi kensl-
ur, um enn í ymsum máti-
stokki og lutfalli, eru eisini
orsøkin til, at fótbólturin
nógva staðni hevur somik-
ið stórt vald, sum hann
veruliga hevur.
Tað er neyvan nakar
miðil ella nakar boðskap-
ur, sum í somikið stóran
mun megnar at savnað
eina fjøld, sum fótbólts-
spælið ger, og serliga í
teimum londum, har
demokratiið og talufrælsið
ikki er so framkomið, sum
her heima, hava fótbólts-
myndugleikarnir havt
møguleika at gera sær dalt
av teirri megi, sum hendan
savnanin hevur við sær.
Sum dømi um persónar,
sum hava gjørt sær dælt av,
ella í øllum førum fingið
fyrimun av, tilknýti til fót-
bóltin, kunnu soleiðis hiss-
ini nevnast Silvio Berlu-
sconi, sum neyvan hevði
fingið so stóra politiska
undirtøku, uttan tilknýti
sítt til stórfelagið, AC Mi-
lan. Spaniólan, Fyrrver-
andi borgarstjóran í Mar-
bella, Jesus y Gil, sum er
ánari av fyrrverandi stór-
felagnum, Atletico Madrid,
og sjálvandi eisini Bernard
Tapie. Byggimatadorurin
sum førdi Marseille upp á
ovastu europeisku fótbólts-
tindarnar og síðani gjørdi
eina sanna snarkarrieru
sum politikkari.
Felags fyri hesar tríggjar
Hvussu ber tað til, at fótbólturin, sum í veruleikanum bert er eitt spæl, hevur somikið stórar fastatøkur,
at fleiri av stóru monnunum innan fotbóltin teljast millum stóru menninar í heiminum – og øvugt
Fótbólturin
– ein statur í statinum
Nærdystirnir í dystunum eru nakað, sum hevur tokkað millum fólk, og tískil eisini nakað, sum
dregur áskoðarar
Møguleikin fyri at tey smáu kunnu vinna, er ein av atdráttarmegin í fótbóltinum. Her er tað vágbingar sum bjóða
hetjum sínum vælkomnar heim, eftir at felagið hevur vunnið fyrsta meistaraheitið í søgu felagsins