Sosialurinarkiv
Sosialurin 2001-02-03, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 3. februar 2001síða 10

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Sosialurin Nr. 24 - 3. februar 2001 19 gult cyan magenta svart 18 Sosialurin Nr. 24 - 3. februar 2001 ein hátt svar til høpisloysi hjá Beckett, og hetta svar er religiøst og romantiskt ílatið ein minimalistiskan ham. Tað er minni enn so á hvørjum ári, at øll lond og øki luttaka, men so er í ár, og tískil eru trettan bøkur í uppskoti. Latið okkum snúgva okkum til landið, sum í hondbólti kappast um norðuramerikanska meistarheitið, men í mang- ar aðrar mátar hoyrir upp í Norðurlond. Tað er sjálv- sagt Grønland, sum hevur hesa serstøðu, og teirra uppskot er Hans Anthon Lynge við skaldsøguni »Allaqqitat« 1997; í danskari týðing »Beken- delser«. Tveir gamlir vinmenn hittast eftir mong ár, og annar biðjur hin lesa ymiskt, sum hann hevur skrivað, og hesin bland- ingur av endurminningum og hugleiðingum er kjarn- in í bókini. Frásøgnin er eitt sindur gamalslig og stirvin og er meira eitt essay-kent íkast í kjakið um viðurskiftini millum Grønland og umheimin enn skaldsøga. Søgan er ikki bjartskygd, men ein niðurstøðan er – og hon minnir um eitthvørt hjá okkum eisini – at grøn- lendingar mugu átaka sær størri ábyrgd av egnum landi. Eitt fullfíggjað lív Ferðast lesarin nú eitt sind- ur í ein eystan, so koma vit til grannlandið fyri vestan, sum summir av okkara landsmonum hava hug at málbera seg. Íslendskar bókmentir eru stinnar, hava á ein hátt altíð verið tað, tí virðingin fyri skald- skapi er so stór í Íslandi. Hjá okkum hevur tað held- ur verið hinvegin, at alt sum ikki var heft at krops- ligum yrki, varð lítilsmett, og á ein hátt er tað upp á sama máta í dag, bara nú knýtt at pengunum. Í Ís- landi hevur tú at kalla ikki havt eitt fullfíggjað lív (her taki eg dýran til), um tú ikki eisini hevur skrivað bøkur – tað sama ger seg fyri ein part galdandi í Frankaríki – meðan tað enn í heysinum á mongum føroyingi mala setningar sum: »Sit ikki altíð við bók, far heldur og ger okkurt til nyttu! Ansar tú ikki eftir, so lesur tú teg býttan!« þórunn Valdimarsdóttir er søgufrøðingur og skald og dugir somikið væl í sín- um bókum at sameina tað frægasta frá báðum heim- um, at hon í dag er ein av mest lisnu høvundum í Ís- landi. »Stúlka með fingur« fer fram um aldamót 1900, og støði undir skaldsøguni er ein verulig hending, har ein kvinna, sum verður fjald undir einum skalva- lopi, megnar at fáa fingur- in upp ígjøgnum kavan. Á tann hátt fær hon luft og verður loksins bjargað. Skaldsøgan snýr seg um tann stutta teinin millum lív og deyða og tann stóra teinin millum rík og fátæk. Høvuðspersónurin, Unn- ur Jónsdóttur, vil ikki lata seg kúga, til tað er hennara sjálvsvirðing ov stór, og onkursvegna fær hon meg at hugsa um Jón Hregg- viðsson úr »Íslandsklokk- uni« eftir Halldór Laxness. »Sumarið bakvið brekk- una« eftir Jón Kalman Stefánsson er fløktari og tyngri at lesa enn »Stúlka með fingur«. Sagt verður frá hendingum, sum fóru fram fyri fáum árum síð- ani, men við træðrum hundrað ár aftur í tíðina. Ein bóndi stríðist alt sítt lív við lúka burtur úr Bíbliuni, alt sum ikki stavar beinleiðis frá Guði, og tá ið hann fær ein gátu- føran gest halda summi, at tað er sjálvur Gud, meðan onnur vilja vera við, at tað er ein akademikari sunnan- ífrá. Markið millum hug- flog og veruleika er ógreitt – og tað er akkurát tað sum er spennandi. Galbma Rádná Nú fara vit longur í ein eystan, til tey samisku øk- ini, sum jú hoyra undir Noreg, Svøríki og Finn- landi, og man ikki onkur parturin vera undir Russ- landi? Tað er ikki ofta, at samar stilla inn til hesa virðisløn, men í ár hevur myndlistakvinnan Rose- Marie Huuva lagt úr hond- um yrkingasavnið »Galb- ma Rádná« (í svenskari týðing »Kall kamrat«). Alt savnið er ein ferð ígjøgn- um eina sjúku, sum er so ræðandi, at hon ongantíð verður nevnd við navni, men bara kalla Sjúkan við stórum byrjanarstavi. Fyrri partur av savninum er merktur av ótta og innilok- an, meðan vónin spakuliga fær meiri og meiri vald, sum savnið líður. Frásøgu- fólkið fer aftur at lata seg upp ímóti umheiminum, sigur tí kalda vinmannin- um, at hann verður noydd- ur at bíða, og seinasta yrkingin staðfestir: »Jag är/ännu«. Samar og Danmark hava ikki nógv við hvørt annað at skaffa, men ein dansk- ari, sum ofta varpar eitt øðrvísi ljós yvir egið land er Suzanne Brøgger. Í greinasavninum »Sejd« eru nógvar áhugaverdar greinir, men bókin er nett- upp eitt savn av greinum og stubbum og ger tí onga heild. Tað er fyrr komið fyri, at yrkisbókmentir eru í uppskotið til virðislønina, men tá hava tær t.d. tikist við eitt skaldaverk ella verið samanhangandi ferðafrásagnir. Eg haldi, at hetta er fyrstu ferð, at eitt savn av líkum og ólíkum er stillað inn, og orsøkin kann vera, at Danmark hevur vunnið tvey ár á rað, og tí ikki kann vænta sær virðislønina hesaferð. Hugburðurin tykist tí at hava verið, at so kunnu vit líka so gott koma við onkrum óvanligum, sum ikki hevur ein livandi kjans. Kirsten Thorup og skald- søga hennara »Bonsai« er eitt vanligari uppskot. »Bonsai« var mest lisna skaldsøga í Danmark í heyst, bæði tí Kirsten Tho- rup er ein nógv umhildin høvundur og tí grundarlag- ið undir skaldsøguni var stak persónligt. Skaldsøgu- bygnaðurin er rættiliga ógreiður, og tað krevur vælvild frá lesaranum at halda á frá byrjan til enda, men parturin við tí aids- sjúka leikstjóranum, sum ger sjálvmorð, er sterkur. Idéskaldsøga Svøríki er tað land, sum oftast hevur vunnið virðis- lønina hjá Norðurlanda- ráðnum – tíggju ferðir, við Danmark í hølunum við níggju ferðum – og tað bert mær fyri, at svenskar- ar altíð stilla inn stak góð- ar bøkur. Um tað er tí, at teir sum heild hava frægari høvundar enn hini Norður- lond ella bara duga betur at velja burturúr, veit eg ikki, men eisini í ár eru teirra uppskot framúr. »Lord Nevermore« eftir Agnetu Pleijel hevur av- gjørt møguleika at vinna á Kjærstad. Bókin er ein idéskaldsøga upp á knapp- ar 500 síður, har leikur er settur úti í stóru verð í fyrru helvt av farnu øld. Høvuðspersónarnir eru einsamallir leitandi menn, og spurt verður, um tað í teirra verð yvirhøvur er rúm fyri kvinnum. Tittulin vísir til, at ein av høvuðs- persónunum verður kallað- ur Lord Nevermore við íblástri frá tí tragisku kær- leiksyrkingini »The Raven« eftir Edgar Allan Poe. Agneta Pleijel er eisini lyrikari, og tað merkist á skrivingarlagnum, sum stundum er mestsum ov musiskt, málandi, um somu tíð sum hon í brotum tekur kjakevnir av ymsum slagi upp. Høvundurin er eitt av fremstu skaldum í nútíðar svenskum bók- mentum, og »Lord Never- more« er eitt av hennara høvuðsverkum. Hitt svenska uppskotið er frá markinum millum Svøríki og Finnland, og tað sæst bæði av tittuli og høv- undanavni: »Popurlärmu- sik från Vittula« eftir Mikael Niemi. Bókin er undirhaldandi og sigur frá uppvøkstri í einum øki, sum hvørki er svenskt ella finskt, men eitt sindur av báðum. Bókin er merkt af munnligari frásøgn, og hendingarnar eru viðhvørt garvillar sum í røttum lygisøgum, ið stundum eru akkurát tær, sum siga satt. Mari og Kjell Frá tí nógv rósta Mikael Niemi er teinurin stuttur til tað veruliga Finnland, um eitt tílíkt finst aðrastaðni enn í høvdinum á okkkum og á teimum? »Kiltin yö lahjat« (á svenskum: »Pre- senter för en snäll natt«) er fyrsta skaldsøgan hjá Mari Mörö, sum kortini áður hevur givið út eitt stutt- søgusavn og nakrar ungdómsbøkur. Akkurát stuttsøgusniðið merkist týðuliga í skaldsøguni, ikki í negativari merking, men sum ein ógvuliga brúkilig- ur frásøguháttur, tí sjónar- hornið flytir seg ímillum fleiri persónar. Tittulin er sum ein sam- andráttur av tí, sum skald- søgan snýr seg um. Tann seks ára gamla Siia fær gávur frá mammuni, so hon kann vera einsamøll við hús, meðan mamman er úti um næturnar. Í víðari merking gert hetta ein mynd av einum samfelagi, har alt er til sølu – eisini tað sum er til av kenslum. »Vådan av at vara Skrake« eftir Kjell Westö sigur eina frágera søgu um ættina Skrake, og hvat henni hevur verið fyri ta farnu øldina. Frásøgumað- ur er Wiktor Juri Skrake, uppkallaður eftir tí gitna russiska kosmonautinum, men pápi hansara, Werner Skrake, er tann, sum alt melur um. Søgan leggur fyri á okkara døgum, og ferðast so annars aftur og fram í 1900-talinum mill- um ein riðil av meir og minni løgnum persónum. Lesarin fær bæði eina ætt- arsøgu og søguna um Finnland tey seinastu hundrað árini við kríggi og borgarakríggi. Ein niður- støðan er, at »Människan är en elektrisk kanin som springer undan sitt för- flutna.« Frásøgnin er ein fragd at lesa, og tað er ymiskt í endanum á skaldsøguni sum týðir uppá, at Kjell Westö kanska skrivar eitt framhald. Hesin lesarin vónar tað í hvussu er. Okkara Oddvør Tólv verk eru umrødd, og eftir er tað trettanda: »Í morgin er aftur ein dagur« eftir Oddvør Johansen. Oddvør varð stillað inn seinasta ár, men týðarin gjørdi seg ikki lidnan, og tískil mátti bókin takast úr aftur kappingini. Tá ið so- vorðið kemur fyri – og tað er komið fyri áður – er mannagongdin, at bókin verður standandi í uppskoti til næsta ár. Ímeðan hevur ein nýggjur týðari – tað er Ebba Hentze – sæð til, at »Í morgin er aftur ein dag- ur« hevur fingið ein hósk- andi danskan búna, og vónirnar eru góðar, at hon fer at koma út á donskum. Oddvør Johansen hevur skrivað eina fjølbroytt og undirhaldandi søguliga skaldsøga, sum lesarin liv- ir seg inn í, og hon veitir eina margtáttaða mynd av lívinum í Havnini árini innan fyrra veraldarbar- daga. Tvær aðallyndir í skrivingini hjá høvundin- um eru musikkur og erot- ikkur, bæði saman og hvør sær, og bæði hesu temu eiga sína sjálvsagda lut í skaldsøguni. Hvør fær so virðislønina í ár? Tá ið hendan greinin verður lisin, veit lesarin tað, meðan eg í skrivandi stund bara kann gita. Tað er eingin ivi um, at Jan Kjærstad er eitt gott upp- skot, men royndirnar frá undanfarnum árum vísa, at tað er minni enn so altíð favoritturin, sum vinnur. Metingarnar av, hvat ið eru góðar bókmentir eru ofta stak ymiskar, og tá ið tað snýr seg um nevnda Kjær- stad, so eru summi heilt uppi í lofti, so góður er hann, meðan onnur halda hann vera strævnan at lesa. Umboðini í nevndini mugu ikki atkvøða fyri egnum landi, og hvussu restin at- kvøður er ikki til at vita frammanundan, men nógv- ar góðar bøkur eru í upp- skoti í ár – harímillum skaldsøgan hjá Oddvør. BÓKMENTAVIRÐISLØN Jógvan Isaksen Virðislønin hjá Norður- landaráðnum er komin upp á 350.000 skattafríar krón- ur, so tað er ikki burturvið at fáa hana. Harumframt verða bøkurnar hjá vinnar- anum týddar til tey flestu norðurlendsku málini og aloftast til fleiri onnur mál við. Høvundurin gert gitin og verður boðin í allar ætt- ir á fundir og til bókmenta- tiltøk. Rói Patursson, sum fekk virðislønina í 1986 veit um hetta at siga og somuleiðis Einar Már Guðmundsson, ið fekk hana í 1995. Hesin seinni fortaldi, at hann í eitt ár ferðaðist so nógv, at børn- ini hjá honum heima í Reykjavík kendu hann ikki longur. Men tað er ikki bara fyri høvundarnar sjálvar, at tað er ein heiður at vinna. Heimlandið kannar sær vanliga ein dyggan part av sómanum, og í mongum londum ilskast fólk ikki sørt, um teirra uppskot ikki vinnur. Sagt verður, at tað árið Rói fekk virðis- lønina, høvdu norðmenn fyri vist roknað við henni til tann dygga yrkjaran Rolf Jacobsen. Bæði norska útvarpið og sjón- varpið høvdu sendingar klárar og bíðaðu bara eftir tí formligu tilnevningini. Men gakk, ein føroyingur fór við henni, og norð- menn skúmaðu. Tað er nevniliga so, at virðislønin verður latin fyri eitt verk og ikki fyri alt ritverkið hjá einum høvundi. So um ein framúr høvundur verður skotin upp fyri eitt lakari verk í skaldskapinum – og so- leiðis var tað í Rolf Jacob- sens føri – so fær hann ikki virðislønina. Happaðir høvundar Líkasum í 1986 halda norðmenn seg í ár hava størsta møguleikan. Grundin er, at teir loksins eru blivnir samdir um at skjóta upp Jan Kjærstad, hvørs triologi »Forføraren« (1993), »Erobreren« (1996) og »Oppdageren« (1999) verður mett sum eitt av frægastu verkum í norðurlendskum bókment- um í seinna parti av tjúg- undu øld. Tað hevur verið nógv skriving um, hví hann ikki er stillaður inn fyrr, og summi bókmenta- fólk vilja vera við, at tað er tí, at Linn Ullmann sat í tí norsku tilnevningar- nevndini, og at hon og Jan Kjærstad høvdu klandrast harðliga í norskum bløð- um. Ein svenskur høvund- ur skeyt seinasta ár upp, hálvavegna í álvara og hálvavegna upp á spott, at Danmark, har Jan Kjær- stad er ómetaliga umhild- in, skuldi stilla hann inn. Hvussu er og ikki, so er Noreg eitt drúgt skeið ikki komið við sínum frægastu høvundum, men tað er einki eindømi í norður- lendskum høpi. Tað eru rithøvundafeløg- ini, sum seta nevndina, ið skjýtur høvundar upp, og í rithøvundafeløgum eru fólk ofta stak ósamd. Tað gav eisini at bíta í Dan- mark, har ein av fremstu høvundum, Henrik Stange- rup, ikki var keisarans vin- ur, og tískil hevði ilt við at sleppa upp í part, tá ið tað snúði seg um norður- lendsku virðislønina. Hann bleiv við neyð og deyð skotin upp í 1982 – tá vann Sven Delblanc úr Svøríki – men hvørki fyrr ella seinni. Í 1991 gav hann út skaldsøguna »Bro- der Jacob«, eitt høvuðs- verk, sum hevur gjørt vart við seg í mongum londum, men ikki um danska nevndin vildi stilla hann inn. Svenskarar bóðu so bønliga danskarar um at tilnevna »Broder Jacob«, tí hon var vís í at fáa prísin. Men har var einki at gera. Favoritturin Norðmenn hava altso í ár skotið upp Jan Kjærstad við triðja bindinum av tí nevndu triologiini. »Opp- dageren« snýr seg sum tær undanfarnu bøkurnar um sjónvarpsmannin Jonas Wergeland, hvussu lívið hjá honum er blivið og hví. Spælt verður við, hvat ið er sannleiki, og søgan hjá Wergeland verður søgd upp á tríggjar ymiskar mátar í teimum trimum bókunum. Permurnar á øll- um trimum bindum eru persisk teppir, og eins og hesi eru vovin í ávísum mynstrum, vevur tann medvitni høvundurin sína skaldsøgu í valdum mynstrum við frábrigdum frá bindi til bind. Hitt norska evni er Jon Fosse, sum er øðrvísi stutt- orðaður enn Kjærstad, hvørs verk man tátta í »Kríggj og frið« eftir Tol- stoj, tá ið tað kemur til longd. Jon Fosse er eina- helst kendur sum drama- tikari, og tað merkist eisini á tí stak stuttu skaldsøguni »Morgon og kveld«. Á bakpermuni stendur: »Eit barn, som skal heite Jo- hannes, og bli fiskar, blir født. Ein gammal mann, som heiter Johannes og har vore fiskar, døyr.« Hetta minnir ikki smávegis um »Vit bíða eftir Godot« eftir Samuel Beckett, har tað við øðrum orðum verður sagt nakað tað sama: »Ein kvinna eigur gleivandi yvir um eina grøv, tað lýsir eina løtu fyri degi, og so er tað aftur nátt«. »Morgon og kveld« er á Hørð kapping um stóra virðisløn – Fær Noreg virðislønina hjá norðurlandaráðnum? Ella Føroyar, kanska? Oddvør Johansen, sum er ímillum teir rithøvundar, skotnir eru upp, at fáa bókmentavirðisløn Norðurlandaráðsins. Mynd: Jens Kr. Vang Jógvan Isaksen er limur í dómsnevndini, sum ger av hvør fær bókmentavirðisløn Norður- landaráðsins