Sosialurinarkiv
Sosialurin 2001-02-03, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 3. februar 2001síða 9

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

gult cyan magenta svart Sosialurin Nr. 24 - 3. februar 2001 17 16 Sosialurin Nr. 24 - 3. februar 2001 SJÓNLEIKUR Birgir Kruse Í Klaksvíkar Sjónleikara- felag eru tey av álvara far- in undur leikin »Aftur- gongur«, sum er føroyska týðingin av »Gengangere« hjá Henrik Ibsen (1828- 1906). Edward Fuglø ger pallmynd og búnar, og hollendska Caroline Zan- tonique er leikstjóri. Longu hevur hon lært fleiri føroysk orð, Caro- line. Og hevur eisini varn- ast kjakið um ymsar mál- iskur í týðingini hjá Turið Sigurðardóttir. »Hetta er eitt livandi mál« heldur Caroline. »Stuttligt, at man kann kjakast so nógv um mál, og um tað eitir so ella so« heldur hon fyri um mál okkara. Og ikki minst áhugan fyri málinum. Fimm leikarar eru við í »Afturgongum«, og helst eins mong handan pallin, metir pallmyndastjórin Edward, sum í køkinum í gomlu sýslumanshúsunum sýnir okkum modellið av pallinum. »Tað er tað psykologiska rúmið, sum eg fari at leggja meg eftir í pall- myndini, ístaðin fyri tað heilt ítøkiliga« sigur hann. »Til dømis regnar tað ill- ani í leikinum. Og í endan- um fer alt upp í royk. Sum alt hjá Ibsen, so er eisini tað súmbolskt« sigur Ed- ward. Hóast eins gamal og handilshølini hjá Leika- lund úti í Klaksvík, so er leikurin enn aktuellur, heldur Edward. »Leikurin er um fyribrigdi, sum end- urtaka seg. Ibsen hevur eins nógv at siga okkum í dag sum tá. Á einum psykologiskum, ella ond- ligum støði. Tí brúki eg júst hetta, tað psykologsku dimensiónina og rúmið, sum arbeiðssetning og lyklaorð, tá eg geri pall- myndina« sigur Edward Fuglø. Leikurin »Afturgongur« verður frumsýndur í At- lantis í Klaksvík hin 10. mars. KLASSIKARI. Í Klaksvík eru tey farin undur at venja »Afturgongur« hjá Ibsen. Pallmynd er gjørd og frumsýningardagur er ásettur Afturgongur Edward Fuglø, pallmyndastjóri og Caroline Zantonique, leikstjóri kring modellið av pallinum til leikin »Afturgongur« hjá Klaksvíkar Sjónleikarafelag Mynd: Jens Kr. Vang MIÐLAR Birgir Kruse Eyðun Klakstein er mað- urin á lokalredaktiónini hjá Sosialinum í Klaksvík. Hann er føddur í 1972 og er í útbúgving sum blað- maður á Danmarks Jour- nalisthøjskole í Århus. Honum vantar eitt ár at verða liðugur við útbúgv- ingina, men hevur fingið farloyvi at røkja uppgáv- una í Klaksvík. Á arbeiðsborðinum hjá Eyðuni stendur mynd af Steffen Brandt, sangaran- um í bólkinum TV2, sum beint nú er aktuellur við nýggjari fløgu. – Er hann fyrimyndin, ella bara kend- asti persónur, tú hevur hitt, spyrja vit Eyðun. Nei, sig- ur Eyðun. Men eg haldi hann er ein áhugaverdur persónur. Hitti hann í fjør, tá teir høvdu konsert í Føroyum. Tey sjónarmið, hann hevur, og tað sam- band, hann dugir at hava við miðlarnar, eru hug- vekjandi. Men tað er ser- liga innan ítrótt, at eg havi hitt kend fólk, sigur Eyð- un. Kevin Keegan og Brian Laudrup til dømis. Hesin áhugi endurspeglast eisini í bókahillini hjá Eyðuni, har vit hóma bøkur um rokk og ítrótt. Men eisini Skipalistan og »Føroyar undir kalda krígnum«. Størsti einstaki alarin er eisini her, sigur Eyðun, sum leggur afturat, at Sosi- alurin altíð hevur verið væl lýddur í Klaksvík. Millum øll fólk. Helst tí, at blaðið altíð hevur havt samband við Klaksvíkina. Og tað er eitt gott útgangasstøði, metir Eyðun. Í hesum døgum er Klaksvíkin rættuliga í brennideplinum, tá umræð- ur miðlar. Eftir at Sosialur- in hevur latið upp redakti- ón í Klaksvík, fer Randi Jacobsen eisini at skriva haðani fyri Dimmu. Í dag verður rásarúmið hjá Lindini víðkað, so eisini klaksvíkingar kunnu fylgja við á andaliga útvarpsøk- inum. Frammanundan er Studio Pegasus týðandi og nýskapandi partur av landsfevnandi útvarps- skránni, eins og Rás 2 leingi hevur hoyrst í Klaksvík. Og ikki at gloyma Norðlýsið. Tað kemur út enn sum áður. Við fimti og einum ári á baki. Miðlar í Klaksvík Eyðun Klakstein á lokalredaktiónini í Klaksvík, har hann verður meðan útbúgvingin bíðar Mynd: Jens Kr.Vang KLUMMA Elin Heinesen »Mor døde for øjnene af tre børn« stóð at lesa á forsíðuni á Ekstra Bladet leygardagin tann 20. januar, eitt blóðugt vikuskifti, har heili átta fólk lótu lív í ferðsl- uni her á flatlondum. Tað fer ein ylur gjøgnum ein hvørja ferð, ein sær slíkar yvirskriftir. Onkur ilsk- ast kanska inn á myndugleikarnar – hví gera tey ikki meira fyri at fyribyrgja slíkum vanlukkum! Onnur inn á tey, sum koyra so ørt. Men flestu fólk rista uppgev- andi við høvdinum og halda fram við sínum, sum um næstan einki var hent. Tað er so meiningsleyst, tú kennir teg so hjálparleysan, og hvat hevur tað við teg at gera? Soleiðis havi eg eisini ofta havt tað sjálv. Men hesaferð var tað heilt annaðleiðis at lesa um vanlukk- una, tí nú sipaði yvirskriftin ikki bara til enn eitt tal í ferðsluvan- lukkuhagtølunum, men til eitt menniskja, sum stóð mær – og serliga mínum – nær. Hetta snúði seg um fyrrverandi konu mann mín, sum púra sakleys fekk ein grumman deyða bert 38 ára gom- ul. Fimm børn – tríggjar gentur uppá 8, 9 og 11 ár og tveir dreingir uppá 18 og 19 ár – mistu harvið mammu sína. Vanlukkan fær tí eitt heilt annað meira álvarsligt perspektiv fyri okkum, enn yvirskriftirnar í bløðunum um vanlukkur vanliga hava. Deyði hennara setir djúp spor í lívið hjá øllum rundanum hana út í fleiri lið – sum ringar í vatninum. Hendingin gerst enn meira óberandi syndarlig, tá ein kennir søguna aftanfyri: Fríggjadag seinnapart tann 19. februar vóru Anne, sum hon æt, tær tríggjar døturnar hjá henni og nýggi maður hennara á veg úr Lollandi við bilinum hjá teimum heim til okkara við gentunum, sum skuldu vera hjá okkum í vikuskiftinum. Tey vóru akkurát flutt til Lollands bert fýra dagar frammanundan úr Helsingør, har tey, aftaná at hava spart saman í mong ár, høvdu keypt sær dreymahúsini uppá 210 fermetrar, sum tey høvdu innrættað so fínt frá loft til kjallara. Alt var júst komið uppá pláss. Tey høvdu lagt flisar og hita í gólvini í baðirúm- unum. Í garðinum høvdu tey gestahús, havapavillion, ein lítlan svimjihyl, verkstað og fjós. Á stykkinum uttanum – 16.000 fer- metrar – skuldu tey hava hestar gangandi og høvdu sama dag verið úti og keypt ríðiklæðir og – stilvar til øll. Dagin eftir var ætl- anin, at tey skuldu eftir einum lítlum hvølpi til genturnar. Hundakurv og hundamatur stóu klár í køkinum. Maðurin skuldi byrja í nýggjum starvið í Nak- skov Politi fáar dagar seinni. Nú vóru tey á veg til Helsingør, har tey skuldu lata lykilin til teirra gomlu hús til nýggju eigararnar, fyri so at fara heimaftur til Lol- lands og njóta útlitini fyri nýggja lívi teirra. Heima hjá okkum vóru vit farin at stúra fyri, um okkurt var hent, tí tveir og ein hálvur tími gingu, aftaná tey skuldu havt ver- ið har. So bankar uppá, men í- staðin fyri genturnar standa trígg- ir politistar í hurðini og síggja ógvuliga álvarsligir út. Teir bóðu um at koma innum, har vit øll kundu sita niðri. Tað sortnaði fyri okkum... Maður mín fekk stam- að, um nakað var hent við gent- unum, og teir søgdu, at genturnar høvdu tað eftir umstøðunum gott, men at ein kvinna, sum teir meintu var mamman, var deyð av vanlukkuni! Ein bilur sum skuldi yvirhálað í mótgangandi rætning var rendur frontalt inn í teirra bil í tí síðuni, har mamman sat, so hon doyði á staðnum. Tann 63 ára gamli, sum var orsøk til vanlukk- una, doyði eisini. Knappliga er alt umskift. Eitt pinkalítið sekund ger allan mun- in. Tankarnir flúgva gjøgnum høvdið: Vóru tey bara farin fimm minuttir fyrr – ella seinni – heim- anífrá, so hevði kanska einki hent! Men nú vildi tilvildin, at júst tey skuldu gerast offur. Anne er burtur og við henni fór so ómetaliga nógv í knús – bara tí ein púra fremmandur maður tekur eina lagnutunga avgerð um at gera eina hættisliga yvirháling! Tað er slettis ikki til at skilja. Vit koyrdu straks til Nykøbing Falster sjúkrahús. Har var ein ræðuligur standur. Sjokk, grátur og djúp sorg. Tann elsta gentan, sum eins og mamman mátti sker- ast úr bilvrakinum, hevði fingið skurðir í andlitið og hevði sligið eina framtonn úr, men tíbetur høvdu genturnar sitið við nøkrum pappeskjum í fanginum í bilinum, so tær hóast alt komu frá tí bert við snuddum og uttan at bróta seg sundur, meðan maðurin kom eitt sindur verri til skaða – tó ikki álvarsliga. Tey vóru øll útskrivað fýra dagar seinni. Ringast er sjálvandi sorgin og tann traumatiska upplivingin, sum ongantíð fer heilt burtur. Húsini mugu seljast. Maðurin hevur mist alt, og skal byrja heilt av nýggjum. Genturnar eru nú komnar inn til okkara at búgva og eru longu byrjaðar í skúla og á frítíðar- heimi, fyri so skjótt sum gjørligt at fáa ein vanligan gerandisdag aftur. Tær hava sjálvar valt, at tað skuldi henda so skjótt. Vit eru aftur farin til arbeiðis og hava tað eftir umstøðunum gott, tí vit hava fingið so góðan stuðul frá øllum síðum – frá familju, vinum og myndugleikum – til at skipa fyri øllum tí praktiska, soleiðis at vit hava fingið tíð til at ugga og stuðla genturnar og kunnu byrja okkara nýggja lív so lagaliga sum gjørligt. Nú mugu vit bara royna at koma so væl uppundan, sum til ber. Men eftir situr sorgin og skelkurin djúpt í sálini. Hetta skal tí vera ein innilig áheitan til øll, sum koyra bil. Hugsið tykkum um og koyrið við størsta skynsemi, so ikki tit gerast orsøk til ein slíkan sorgarleik aftrat! Postboks 19, 110 Tórsahvn, telefon 311820, telefax 314720, teldupostur: birgir@sosialurin.fo Blaðstjórn: Birgir Kruse EG MEINI TAÐ FILMUR Birgir Kruse Hósdagurin var hundrað ára dagur Clark Gables, dárandi filmsleikarin, sum gekk undir navninum »King of Hollywood«. Sunnukvøldið var í sjón- varpinum høvi at síggja hann í kendasta leiklutin- um sum Rhett Butler í filmsklassikaranum »Gone with the wind« . Ein av fyrstu filmum í litum. Í tríati ár var Clark Gable millum best um- tóktu stjørnurnar í Holly- wood. Tað var í 1938, at hann í skemti varð skírdur »The King«, við krúnu í MGM upptøkuhølunum. Fyri skemtinum stóð hin javnaldrandi Spencer Tracy (1900-67). Senni sama árið skipaði Ed Sulli- van fyri atkvøðugreiðslu millum avíslesarar, har best umtókti filmsleikari skuldi finnast og fáa heitið »The king of Hollywood«. Ikki óvæntað vann Clark Gable. Umframt kenda leiklutin sum Rhett Butler í »Gone with the wind«, spældi Clark Gable í skemtifilm- inum hjá Frank Capra, »It happened one night« í 1934, sum hann fekk Os- car-virðisløn fyri. Seinasti filmur Gables varð, »The Misfits«, sum John Hou- ston leikstjórnaði í 1960. Her spældi hann saman við kvinnuligu stjørnuni, Marilyn Monroe, men náddi ikki at lesa øll tey góðu ummælini. Kanska tey bestu yvirhøvur. Clark Gable, sum sjálvur leikti øll »stunts« í »The Mis- fits«, doyði av hjartaslag hin 16. november 1960. Heldur ikki náddi hann at síggja einasta sonin, John Clark, sum varð borin í heim stutt eftir. Mamman var Kay Spreckels, sum hann giftist við í 1955. Í 1976 varð filmur gjørdur um Clark Gable við heitinum »Gable and Lombard«, har James Bro- lin hevði mannliga høv- uðsleiklutin. Heitið á film- inum sipar eftir Carole Lombard, sum Clark giftist við í 1939. »A match made in Heaven«, sum pressan skírdi hesa glæsi- ligu Hollywoodgiftu. Men lukkan varð knøpp. Lom- bard doyði í flogvanlukku í 1942. Clark Gable 100 Koyrið við skynsemi! BILAR Birgir Kruse Týsdagin vóru fimti ár liðin síðani týski bilverk- frøðingurin, Ferdinand Porsche (1875-1951), doyði. Longu í 1899 gjørdi hann ein elektriskan bil. Og hann var upprunin til bilmerki, sum so mong droyma um nú á døgum. Porsche. Støðið undir hesum tøl- andi bilmerki finna vit longu í tríatiárunum í runda, lítla fólkavogninum, sum í Bretlandi varð skírd- ur »The Beetle«. Eitt hug- tak, sum orðabókin hjá Stiðanum týðir til »asfalt- bløðran«. Tað var Ferdinand Porsche, doktari, sum tekn- aði bløðruna. Konkurrer- andi bretski Mini-bilurin, sum eyðkendi sekstiárini, og sum Innocenti teknaði, varð summastaðni nevndur »hundahúsið«. Eyðkenda runda fólkavogns-sniðið hjá Porsche kom tó ikki til sín fulla rætt, fyrr enn son- urin, Ferry Porsche, í 1949 sett gongd á eina verk- smiðju í Stuttgart. Hann bygdi tó á grundsjónarmið pápans og skapti hin fyrsta »kommersiella« Porsche- bilin, sum fekk frámerkið 356. Síðani hevur Porsche- verksmiðjan tikið seg fram og telist millum mest virdu rullandi merki á heimsins autobánum. Frá hinum luftkøldu 356, 911 og 917, sum allir hava motorin aftan, til teir vatnkøldu 924, 928 og 944, sum hava motorin framman. Sonurin Ferry Porsche doyði í 1998. Millum kennarar man semja verða um, at tann Porsche-bilur, sum ber av øllum, er modell 911. Mangan verða teir nýttir í filmum, m.a. tá Richard Gere spælir »American Gigolo«. Norski sangarin, Ole Paus, hevur eisini ein stuttligan sang um henda tiltikna bilin í »Mæsjen og påsj- en«. Tveir tílíkir bilar hava verið í Føroyum. Annar, sum stavaði frá 1976, hevði hóskiligu nummar- plátuna F 81 911. Hvat bilum viðvíkur, kunnu vit í nýggjastu margmiðla-al- frøðini hjá Lademanns lesa, at ikki færri enn 36 milliónir bilar verða smið- aðir á hvørjum ári. Hin- vegin verða bara 21 milli- ónir fyribeindir. Sostatt økist talið á persónbilum við 15 milliónum um árið. Tíðin er knøpp, sigur Ferdinand Porsche við tveimum stopp- urum. Hann er til kappkoyring í Sveits Hollywoodkongurin Clark Gable sum Rhett Butler í »Gone with the wind« 1939 MIÐLAR Birgir Kruse Í hesum døgum eru 75 ár liðin síðani ein skoti fekk fólk at hyggja í sjónvarp. Tað var John Logie Baird, sum sýndi undrandi áskoð- arum livandi myndir í ein- um tóli, sum eingin visti navn á. Lýsta framsýningnin við livandi myndum í kassa fór fram í bretska náttúruvís- indaliga felagnum The Royal Society hin 27. jan- uar 1926. Millum limirnar taldust eisini blaðmenn. Ein teirra skrivar: »Vit sóu andlitsmyndir av livandi fólkum, fluttar í televisión – sjónvarpaðar. Úrslitið er als ikki nøktandi, og myndin nær ikki somu list- arligu hæddir, sum í góðu biografunum. Men allar rørslur verða endurgivnar natúrligar og júst sum tær eru«. Seinni fekk hetta upp- finnilsi heitið sjónvarp. Men tað var ikki uttan kjak. Herheima vóru upp- skotini televisión, teve ella – tað sum vann – sjónvarp. Føroyska Sjónvarpið var alment sett á stovn í 1984. Men tá høvdu privatu sjón- varpsfeløgini sent í fimm ár ella so. Fremsta landið á sjón- varpsøkinum gjørdist Bret- land. Har fóru tey undir regluligar sendingar í BBC í 1936. Í Amerika vóru tey tó fyrst at senda sjónvarp í litum. Tað var í 1953. Á donsku heimasíðuni hjá Danmarks Radio ber til at síggja søgu teirra heilt frá 1925 og upp til dagin ídag í teksti, ljóði og myndum. Á bretsku heimasíðuni hjá BBC ber eisini til at leita eftir ymsum tilfari, sum lýsir teirra søgu. Hon byrj- aði longu í 1922. Skotski uppfinnarin, John Logie Baird, sum sýndi livandi sjónvarps- myndir fyri 75 árum síð- ani, varð føddur í Dunbar- ton 13. august 1888 og doyði 14. juni 1946 í Sussex í Onglandi. Sjónvarp í 75 ár Ferdinand Porsche LOKALREDAKTIÓN. – Hetta er eitt natúrligt stig at taka. Men tað forpliktar eisini, sigur Eyðun. Í Klaksvík hendir nógv, vinnuliga, ítróttarliga eins og mentunarliga.