leygardagur 3. februar 2001síða 8
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
14
Nr. 24 - 3. februar 2001
Nr. 24 • leygardagur • 3. februar 2001 • 75. árgangur • www.sosialurin.fo
Fótbóltshugleiðing:
Fótbóltur – ein statur
í statinum?
FRAMSÝNING. Í tveimum amerikanskum stórbýum hava fólk kunna sæð eina
víkingaframsýning, har eisini Føroyar eru við
Víkingar
VÍKINGAR
Birgir Kruse
Amerikanski stórbýarbúgvin
hevur seinastu tíðina havt høvið
at kunna seg um víkingar og tað
samband, sum vit norðbúgvar
høvdu við Amerika longu fimm-
hundrað ár innan Kolumbus. Tað
er norðuratlantiska víkingasam-
bandið við Helluland, Markland
og Vínland. Støðini, sum í dag
rópast Baffin Island, Labrador og
New Foundland.
Framsýningin, sum ber heitið
»Vikings – the North Atlantic
Saga« fór av bakkastokki í
amerikanska høvuðsstaðnum
Washington í apríl í fjør. Fram til
miðjan august høvdu tvær milli-
ónir sæð framsýningina. Síðani
flutti framsýningin til New York,
har latið varð upp 19. september.
Dagliga hava 2000-5000 fólk
vitjað framsýningina í New York,
til hon lat aftur í síðstu viku,
sigur Smithsonian stovnurin í
National Museum of Natural
History, sum er karmur um fram-
sýningina.
Framsýningin sigur søguna um
víkingarnar við at samanvinna
søgu, fornfrøði, skaldskap av
mannamunni, bókmentir og
náttúrivísindi. Kann henda, at
miðal amerikubúgvin eftir hetta
fer at hava eina aðra og meiri
fjøltáttaða mynd av víkingum.
Eitt fólk, sum ikki einans vóru
harðrendir yvirgangskroppar,
men eisini framúr handverkarar
og sjómenn. Eina mynd, sum ber
brá av øðrum enn eini norrønari
deild av Hell’s Angels, fyri at
halda víkingarnar upp móti
einum nútíðar stórbýarhugtaki.
Eisini Føroyar eiga part í hesi
enskt mæltu framsýningini um
víkingarnar. Á National Muse-
um of Natural History eru sýnis-
lutir frá Føroya Fornminnissavni,
og í eini snotuligari bók, sum er
partur av framsýningini, skrivar
Símun V. Arge ein áhugaverdan
kapitul um víkingatíðina í Føroy-
um.
Útsjónd og uppseting í bókini
allari eru hartil ein fragd fyri
eygað. Fremst í bókini er mynd
úr Suðuroy, sum Símun V. Arge
hevur tikið, og inngangurin er
eftir navnframu Hillary Rodham
Clinton. Bókin, sum ber sama
navnið, sum framsýningin, fevnir
um 430 blaðsíður. So hetta er ein
bæði tignarlig og umfatandi bók.
Kanska verður hetta endaliga
víkingabókin. Bókin, sum út í
æsir lýsir hetta fyri okkum so
týdningarmikla tíðarskeið. Eitt
tíðartskeið, sum mangan verður
misskilt, ella beinleiðis misnýtt,
til dømis í altjóða nazi-propa-
ganda. Carin Orling úr Stock-
holm greiðir í bókini frá um nor-
røna dreymin og dregur fram
vandamikla víkinga-romantikkin
undir krígnum. Ritstjórin, Elisa-
beth I. Ward, hugleiðir um vík-
ingar í amerikanskari mentan
undir heitinum »Reflections on
an icon«, har hon umframt
hjálmar, krúss og teknirøðir
nevnir filmin »The Vikings«. Í
hesum filmi frá 1954 høvdu Kirk
Douglas og Janet Leigh mann-
ligu og kvinnuligu høvuðsleik-
lutirnar. Tað var í hesum sama
filmi, at nakrir føroyingar vóru
statistar, teirra millum Eyvindur
Mohr.
Tað er norrøna ráðharraráðið,
ið hevur tikið stig til framsýning-
ina, sum bókin tekur støði í.
Millum stóru handilsligu stuðl-
arnar á framsýningini er bilverk-
smiðjan Volvo og flogfeløgini
SAS og Icelandair. Hóast fram-
sýningin nú letur aftur í New
York, kann lesast um hana í al-
netinum á www.amnh.org/exhi-
bitions/vikings/ Á hesi síðu ber
eisini til at royna seg við rúnar-
stavum.
Víkingaskipið hjá
vestmannaeyinginum,
Gunnari Eggertsson,
»Íslendingur«, prýðir
permuna á bókin
»Vikings – the North
Atlantic Saga«
Hillary Rodham Clinton, sum myndamaðurin Jens
Kristian Vang hitti í Bella Sentrinum 1995. Hon skrivar
inngangin í Víkingabókini.
síða 20-21
Suðuroyingar
Suðuroyingar
Stoffalg 41 ¥ 100 Trshavn ¥ Tel. 314979
Sosialurin - 311820
Vit eru at hitta í hølinum hjá Tordenskjold í Trongisvági fríggjadagin 2. feb. og leygardagin 3. feb.
÷20%,
20%, ÷30% og
30% og ÷50%
av ymsum v
av ymsum vørum
rum
Opið er:
Fríggjad. kl. 13.00-19.00
Leygard. kl. 10.00-17.00
Kom inn glviÝ, vit hava
eitt fj¿llbroytt rval
Verkfrøðingur
Starvið sum leiðari av maskindeildini hjá
stovninum er leyst at søkja.
Maskindeildin hevur um hendi maskinamboð,
skerv- og asfaltútbúnað,akfør o.a.hjá stovninum,
umframt viðlíkahald av asfaltgoymsluni í Hósvík.
Amboðini eru í nýtslu kring landið - mest í
sambandi við gerð og hald av landsvegum.
Maskinmiðstøð er í Kollafirði og annars smiðja á
Lambareiði,í Øravík og Hvannasundi.Eini 25 fólk
tilsamans eru knýtt til hetta virksemið. Smiðju-
meistarar hava dagliga raksturin um hendi.
Arbeiðsuppgávur
Verkfrøðingurin hevur samskipanina av smiðjun-
um um hendi og hevur ábyrgdina av hesum
virksemi.
Í høvuðsheitum er uppgávan hjá deildini rakstur
av smiðjunum, viðlíkahald av maskinamboðum
og útbúnaði, eykalutagoymsla, innkeyp av am-
boðum,eykalutum o.øðr.
Fasta tilhaldið verður maskinmiðstøðin í Kolla-
firði.
Førleikakrøv
Sóknast verður eftir maskinverkfrøðingi og helst
við royndum innan nevnda virkisøkið.
Setanarviðurskifti
Løn og setanartreytir annars vera sambært sátt-
málanum millum Fíggjarmálastýrið og Verkfrøð-
ingafelagið.
Umsóknir
Umsóknir við prógvum og møguligum um-
mælum verða at senda Landsverkfrøðinginum,
Postboks 78, 110 Tórshavn og skulu verða
skrivstovuni í hendi í seinasta lagi 15. februar
2001.
Merkið
brævbjálvan
»Maskinverkfrøðingur«.
Nærri upplýsingar um starvið kunnu fáast frá Óla
Til sølu
BMW 320i við sóltaki og sportsfelgum.Er í góðum
standi.
Tlf.310767 og 217406
Sosialurin
Tíðindi
Ítróttur
Viðmerkingar
Nøvn
Skráir
Tiltøk
Sosialurin
Lýsingar
Bilar
Veðrið
veitst tú ikki tað?