leygardagur 3. februar 2001síða 7
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
12
Nr. 24 - 3. februar 2001
Sunnudagin verður
kanska dagurin, tá
FM-gullið hjá monn-
um verður avgjørt
FLOGBÓLTUR, MENN
Hetta
vikuskiftið
kann
verða avgerandi fyri, um
ein kann ávísa eitt einstakt
lið sum kandidat til før-
oyameistarheitið 2001 hjá
monnum.
Við tað at vikuskiftið er
dupult hjá fleiri av manslið-
unum, – leika bæði leygar-
dag og sunnudag — kann
nógv óvæntað fara fram.
Leygardagin kl. 14,30
møtast Mennnir hjá Mjølni
og Fleyr. Mjølnir hevur
onkran dyst havt trupul-
leikar av havnaliðnum, men
í ár hava teir í flestu førum
havt
munin,
hóast
at
klaksvíksingarnir
taptu
ímóti Fleyr í Mjølnir-
kappingini.
Fleyr
tapti
seinasta vikuskiftið 3-1
ímóti Fram, men tað var við
einum skerdum liðið, við
tað at Johannes Ejdesgaard
og Jan Hentze ikki vóru
við. Men samanumtikið má
sigast, at oddaliðið higartil
má sigast at vera tað besta
boðið upp á ein vinnara í
Klaksvík leygardagin.
ÍF á Kambsdali
Næstfremsta liðið ÍF skal
leygardagin kl 15,00 leika
ímóti Fram á Kambsdali.
Fram hevur higartil ikki
víst tað, sum ein hevði
roknað við í ár, men sein-
asta vikuskiftið vunnu teir
ímóti Fleyr sum sagt 3-1.
Men ÍF hevur framvegis
gullið í eygsjón, so ein
kann rokna við, at Bartal
Eliassen og Boban ikki
yvirgeva seg uttan dyst.
Aftur sunnudagin á
Kambsdali
Sunnudagin
kann
tann
stóra avgerðin falla. Tá
skulu bæði oddaliðini møt-
ast á Kambsdali. Hetta
verður ímillum ÍF og
Mjølnir kl. 15,00. Tá kann
roknast við einum rættuliga
spennandi dysti, har mill-
um annað jugoslavisku tví-
burðarnir Boban og Borco
skulu møtast, fyri at prógva
hvør teirra hevur gjørt tað
betra arbeiði við teirra
liðum.
Hetta verður eisini ein
roynd uppá sjálva steypa-
finaluna, sum verður verð-
ur í høllini á Hálsi í Havn
tann 17. februar.
So her verður spenningur
fyri allar pengarnar.
Nr. 24 • leygardagur • 3. februar 2001 • 75. árgangur • www.sosialurin.fo
Eftir ætlan skuldi
steypafinalan spælast
um vikuskiftið.
Hendan er sum kunn-
ugt flutt, og tí er
eingin dystur í bestu
kvinnudeildini á
skránni um viku-
skiftið
HONDBÓLTUR
Jákup Mørk
Talan verður tó um ein
kvinnudyst um vikuskiftið,
tí seinasti luttakarin til
komandi leygardag er enn
ikki funnin.
VB fer við eini fimm
mála stórari leiðslu til
Klaksvíkar,
men
nógv
bendir á, at tær kunnu fáa
sera trupult við at varveita
hesa leiðslu. Sálarliga vigar
tað helst tungt, at Stjørnan
koppaði øllum á høvdið
suðuri í Vági fyri viku
síðani, og harafturat er liðið
meint rakt av skaðum og
leikbannum. Sólrun Kross-
lá og Rannvá Augustinus-
sen hava báðar brotið arm-
in, og harumframt hevur
Gurið Mortensen leikbann,
so torført verður tað. Undir
øllum umstøðum kann tó
roknast við, einum sera
spennandi dysti, tá liðini
fara á vøllin leygardagin.
Dysturin verður spældur
kl. 17.00.
Ein mansdystur
At steypafinalan varð flutt,
komst av, at U-21 lands-
liðið skuldi uttanlands at
spæla. Tískil ber heldur
ikki so væl til at flyta dystir
til hetta vikuskiftið, men í
einum føri er hetta so gjørt.
Hvørki VÍF ella H71
hava leikarar á unga lands-
liðnum, og hesi bæði liðini
hittast í Vestmanna sunnu-
dagin, Einki er at taka seg
aftur í, at vestmenningar
eru greiðir favorittar at
vinna dystin, og hópurin er
somikið breiður, at miss-
urin av Inga Olsen (leik-
bann) ikki skuldi verið
ógjørligur at borið.
Hjá kvinnunum
verður eingin bein-
leiðis oddadystur
hetta vikuskiftið, men
leygardagin møtast
liðini, sum hava ætla
sær bronsuna.
FLOGBÓLTUR,
KVINNUR
Tá tekur ÍF ímót TB kl.
13.00 á Kambsdali. Dystir-
nir higartil í á hava verið
spennandi — onkur 3-2 —
men við tí leikstyrki sum
TB vísir í løtuni, so kann
roknast við at tær hava
munin, men ein skal ong-
antíð avskrivað fuglfirðing-
arnar.
Mjølnir favorittar
Sunnudagin møtast Mjølnir
og Fleyr kl. 15,00 í KÍ-høll-
ini. Fleyr er við at upp-
byggja eitt nýtt lið, og
hevur ikki víst tey góðu
úrslitini higartil, meðan
Mjølnir sum altíð liggur í
oddinum. Og seinasta viku-
skiftið vunnu klaksvíks-
ingarnir eisini 3-2 ímóti
hinum oddaliðnum Drátti.
Kl. 13.00 sunnudagin
skal Fossanes leika ímóti
Drátti, men uttan at taka
munnin ov fullan, kunnu vit
siga, at eftir úrslitunum
higartil, verður tað vága-
liðið, sum vinnur henda
dystin. Fossanes, sum fyri
fyrstu ferð leikar í meist-
aradeildini, hevur higartil
bert vunnið eitt sett, og tað
er ikki tað besta at fara á
vøllin við ímóti einum av
oddaliðunum.
Um tvær vikur fer
15 ára gamli Ingi
Højsted enn eina
ferð til Arsenal, har
hann áður hevur
vant
FÓTBÓLTUR
Jákup Mørk
Um 15 ára gamli havn-
ardrongurin, Ingi Høj-
sted, í løtuni hevur ilt
við at hugsa um skúla-
ting og onnur gerandis-
lig ting, so er tað kanska
ikki so løgið. Í øllum
førum kemur tað ikki
hvørjum unglingi til lut,
at bæði PSV Eindhoven
og Arsenal vilja hava teir
til sín at venja, men
hetta er júst støðan hjá
Inga.
Um tvær vikur skal
hann til Arsenal, har
hann áður hevur verið
og roynt seg, og eftir
einar tvær vikur heima,
skal hann aftur av land-
inum. Tá gongur leiðin
til PSV Eindhoven.
Tað er Jákup í Stóru-
stovu, sum er umboðs-
maður hjá Inga, og sum
skilst, so verður talan
helst um ein minninga-
ríkan túr hjá leikaranum.
Umframt at venja, skal
hann
ætlandi
spæla
nakrar dystir við U-15
liðnum hjá Arsenal, og
harumframt fær hann
eisini høvi at síggja tveir
dystir í tveimum av
heimsin mest kendu
steypakappingum. Fyrst
er tað enski FA-cup
dysturin millum Arsenal
og Chelsa, sum er á
skránni, og seinni dyst-
urin millum Arsenla og
Lyon
í
europeisku
meistarakappingini.
At Ingi í fyrsta um-
farið fekk møguleika at
koma uttanlands komst
av, at hann er partur í
eini samlaðari ætlan, har
Jákup í Stórustovu hevur
arbeitt við at senda
nakrar útvaldar ungar
fótbóltsleikarar til ymisk
útlendsk
feløg
á
sonevndum venjingar-
uppihaldum. Stuðlar aft-
an fyri ætlanina hava
verið Føroya Sparikassi,
Tryggingarfelagið Før-
oyar, Atlantic Airways
og Føroya Shell.
Aftur til Arsenal
Steypafinalan órógvar
Bronsudystur ?
Spenningur í Klaksvík
og á Kambsdali
LÆRARA TIL DATANOM-
TELDUSTØÐINGAÚTBÚGVINGINA
Søkir verður eftir
Teldustøðingaútbúgvingin er ein hægri, vinnurættað og teldunýtslufrøðilig
fulltíðarútbúgving. Kravið at verða upptikin er, at tann lesandi hevur
miðnámsprógv. Datanomútbúgvingin er ein stakgreinaútbúgving fyri etv-fólk
í vinnuni.
Teldustøðingaútbúgvingin hevur verið á skúlanum í 2 ár og 21 lesandi hava
tikið prógv sum teldustøðingar. Tey lesandi, ið nú ganga verða liðug í januar
2002. Nýggjur flokkur byrjar august/september í ár.
Vit eru nakað illa mannaðir í løtuni á hesum øki. Søkt verður tí eftir lærara,
sum kann undirvísa í systemmenning, -menningarhættum, -strategi, og KT í
virkinum. Arbeiðið fevnir í høvuðsheitum um at ráðleggja, reika fyri og
fremja undirvísingina. Herumframt kann verða talan um at serligar uppgávur
so sum at gera eina verkætlan, próvtøkuuppgávur, gera ársætlan,
lestrarvegleiða og høvuðsuppgávuvegleiðing.
Kravið til tín er, at tú hevur breitt teldufrøðiligt bakstøði við viðkomandi
hægri útbúgving og hevur vinnuroyndir á økinum. Tú skalt verða til reiðar í
tøttum samarbeiði við aðrar lærarar í útbúgvingini at taka lut í tvørfakligari
og prosjektrættaðiri undirvísing. Verða sinnaður at fylgja við tí skjótu fakligu
og undirvísingarligu menningini á økinum.
Byrja sum skjótast ella eftir avtalu. Nærri fæst at vita frá skúlanum á telefon
317177 ella telduposti hsh@hsh.fo
Umsókn við avritum av próvskjølum o.ø., skulu sendast til stjóra skúlans
Ragnar Magnussen, Føroya Handilsskúla, Marknagilsvegur 77, Postmoga
177 og verða skúlanum í hendi 14. februar 2001.
Á Føroya Handilsskúla fevnir frálæran um FHS-støðisár, FHS 2.part, hægri
handilsskúla, stakroyndir, merkonom, Datanom, teldustøðingaútbúgving, HD
1. part, peningastovnaskúli og útboðin/umbiðin skeið.
Tel: 317177, Fax: 313374
FØROYA HANDILSSKÚLI
Eysturoyar Røktar-
og ellisheim
620 Runavík
Søkir:
Sjúkrasystir 0,5 tíð at byrja 01.03.01 – ella eftir
nærri avtalu.
Sjúkrasystir 0,5 tíð fyri tíðarskeiðið
01.03.–31.08.01.
Løn sambært sáttmála millum Fíggjarmálstýrið
og Sjúkrasystrafelag Føroya.
Nærri upplýsingar størvunum viðvíkjandi fæst
við at venda sær til deildarleiðaran á Norðstovu
ella fyristøðumannin,tlf.448185 ella tlf.448201.
Umsókn við avriti av prógvi v.m. verður at senda
til
Eysturoyar Røktar- og Ellisheim
att.: fyristøðumaðurin
620 Runavík
Umsóknin skal vera móttikin í seinasta lagi
17.02.2001
SJÁLVLESANDI
Innskriving til
students-/HF-próvtøku
Sjálvlesandi, herundir umgangarar, ið á sumri
2001 ætla sær til students- ella HF-próvtøku,
skulu í seinasta lagi 25.februar 2001 innskriva seg
til próvtøku við tann skúlan/tað skeiðið, har tey
ætla sær til próvtøku.
Innskrivingarblað at fylla út fæst frá studenta-
skúlunum og HF-skeiðunum.
Sjálvlesandi skulu rinda 300 kr. fyri hvørja
lærugrein,tey innskriva seg til próvtøku í.
Tá ið tann sjálvlesandi hevur verið til próvtøku í
tí/teimum lærugrein/um, hann/hon hevur inn-
skrivað seg til próvtøku í, fær hann/hon pengar-
nar aftur.
Undirvísingar- og Mentamálastýrið ger vart við,
at próvtøkan verður hildin sambært áseting-
unum í tí nýggju studentaskúla- og HF-skipanini.
3.februar 2001
Undirvísingar- og Mentamálastýrið
Undirvísingar- og
Mentamálastýrið
BILLUTIR
ÚTVEGAST
TIL FLEST
ALLAR BILAR
F.A. BILLUTIR
tlf. 421605 fax 421666
Original
Útstoyt
p/f Esmar Simonsen
Kambsdalur
FR-530 Fuglafjørður
Tlf. 444405
Fax444629
ring
315900
Flog-
ferðir
Flog-
ferðir
345900
i
Sosialurin