leygardagur 3. februar 2001síða 6
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Svenning Borg
Vágur
Í Sosialinum fyri 31. jan.
ger tú viðmerkingar til eina
møguliga loysing hjá Suð-
uroynni frá restini av Før-
oyum og heldur hetta vera
skemt. Men hetta er ramasti
álvari. Um tað ber til løg-
frøðisliga, skal eg ikki gera
meg klókan uppá, men
roynast skal tað.
Eru vitandi um oyggj,
sum hevur 8000 íbúgvar, ið
hevur sjálvstýri, men ikki
nærtil so gott grundarlag at
byggja tilveruna á sum
Suðuroyggin, sum við sín-
um stóru fiskigrunnum
hevur at byggja á.
Tað búgva umleið 5000
fólk í Suðuroynni og skuldi
tey klára hetta nógv betur
enn nakar annar, um man
hyggur at teimum møgu-
leikum, sum Suðuroyggin
átti at havt, um hon tekur
loysing frá hinum oyggjun-
um.
Suðuroyingar vilja sjálvir
sleppa at umsita tað ríki-
dømi, ið náttúrliga hoyrir
Suðuroynni til, tað veri seg
fiskiloyvir og oljuloyvir, og
tað gerst best við loysing.
Um tað so verður ein
»regiónsloysing«, so er tað
í ordan. Avgerðina hvat skal
henda á okra grunnum
skulu suðuroyingar hava
sjálvir.
At samanbera okur við
Afrika má bara vera skemt.
VIÐMERKINGAR
Viðmerking til Halgir W. Poulsen
Halda Olsen
Undirritaða vil við hesum
heilsa býráðnum og takka
fyri, at tit eru so skilagóð at
hava keypt Marinustøðina,
sum liggur so sera væl fyri
og kann brúkast til meira
enn eitt sosialt endamál.
Áðrenn eg sigi nakað um
mínar tankar um brúk av
bygninginum, vil eg eisini
takka fyri vælvildina við
Tilhaldinum, sum er til
stóra gleði og gagn fyri
mong av okkum. Rokni
við, at tit hava hoyrt um
fleiri, sum hava fegnast um
hetta tiltak. Stóra tøkk.
Í 141/2 ár arbeiddi eg á
Ellisheiminum og fekk
drúgvar royndir í teimum
árunum. Røddir hava verið
frammi um, at tað hevði
verið skilagott at býtt bygn-
ingin upp, soleiðis at hann
bleiv brúktur til eldrabýli
eins og til barnagarð. Við
samhuga við øllum teim-
um, ið hava trupulleikar við
at fáa børn síni ansað, so
haldi eg ikki, at tað er tann
besta loysnin. Tey flestu
gomlu, sjálvt um tey eru
góð við børn, orka tey ikki
meira enn løtur í senn.
Børn skulu hava loyvi at
menna seg gjøgnum spæl,
og vita vit, at viðhvørt
stendst rættiliga nógvur
gangur av tí, tað vil so vera.
Tey flestu gomlu vilja hava
tað friðarligt rundan um
seg, og eru tað nógv, ið als
ikki, av ymiskum orsøkum,
tola ov nógv órógv. Mín
meining er, at tað er ikki
besta loysnin.
Eg vil koma við eini
áheitan til politikararnar,
áðrenn tit gera nakað sum
helst: Kunnið tykkum væl
og virðiliga um, hvussu
fram skal farast. Tað eru
nógv, ið hava innlit í støð-
una, sum hon er í dag. Tað
eru
kommunulæknarnir,
heimasjúkrasystrarnar og
heimahjálparar, og ikki at
gloyma stovnsleiðarar, sum
ivaleyst hava royndir av,
hvussu tað í flestu førum er
best at byggja ein stovn
upp. Sannroynd er, at tað,
sum gomul fólk eins og
børn hava fyri neyðini, er
eitt trygt umhvørvi og góð
fólk um seg. Loyvi mær at
koma við einum hugskoti.
Marinustøðini er ein stórur
bygningur, vildi hildið, at
tað átti at borið til at býtt
bygningin í minsta lagi í
tvær eindir. Kanska var ein
deild fyri tey, sum eru í
barndømi, og ein partur
varð brúktur til t.d. vardar
íbúðir.
Við bestu vónum og góð
ynski við tiltakinum verða
tit øll heilsað.
Meining
Nr. 24 - 3. februar 2001
11
10
Nr. 24 - 3. februar 2001
Akranesgøta 5 · Tlf. 319889-11 · Boks 3043 · 110 Tórshavn · www.wenzel.fo
Verkstaðurin bjóðar
kaffi, køkur og sodavatn
frá 5.-10. feb.
frá kl. 8.00-16.00
leygardagin 10. feb.
frá kl. 10-16.
Kom inn á gólvið og fá eitt
bilprát við okkum
Bilurin verður kannaður
ókeypis. Tilboð verða givin
um umvælingar skulu gerast
lata vit ÷25% av eykalutunum.
Ring og avtala eina tíð.
Service 2000
Frá 6.-10. feb. fæst oljuskift
til persónbilar fyri kr. 50,-
(bæði olja og arbeiði).
Sosialurin - 311820
For
Ford v
d vísir s
sir sín
nýggja verksta
ggja verkstað
For
Ford v
d vísir sín
nýggja verksta
ggja verkstað
Fyri viðskiftafólkið sínum
VINNARIN. Besta
norrøna bókin er
“Oppdageren” eftir
Jan Kjærstad úr
Noregi. Tað varð
semja um í eini
dómsnevnd í Oslo í
gjár. Bókin er ein
avbjóðing og gevur
okkum ríka lesigleði,
sigur dómsnevndin.
Føroyska umboðið í
nevndini er Jógvan
Isaksen
MENTAN
Birgir Kruse
Norðmenn eru ernir. Eingin
ivi um tað. At sigurin er
uppiborin, eru teir heldur
ikki í iva um. Vinnandi
bókin er hin triða í eini røð,
sum byrjaði fyri sjey árum
síðani. Og rithøvundurin
aftan fyri hetta megnar
bókaverk, hevur aldri áður
verið í uppskoti. Tað hevur
undrað mangan norðmann,
og í grein í Vikuskiftinum í
dag hevur Jógvan Isaksen
eitt boð um hví so er.
Jan Kjærstad er føddur í
1935 og varð fyrstu ferð
fram sum rithøvundur við
stuttsøgusavninum “Klod-
en dreier stille rundt” í
1980. Skaldsøgan “Opdag-
eren”, sum nú er virðislønt,
er triði partur í einum høv-
uðsverki í norskum bók-
mentum, nú túsundárið
rennir út, siga teir báðir
norðmenninir Oskar Stein
Bjørlykke og Hans H. Skei.
Eisini Jógvan Isaksen,
dómsnevndarlimur og um-
mælari á Sosialinum, held-
ur Kjærstad verða truplan
at koma uttan um. Ein upp-
lagdur favoritturin, sigur
hann í yvirlitsgrein í Viku-
skiftinum ídag. Harafturat
verður virðislønta bókin
“Oppdageren”, mett sum
aðalluturin í tríbindsverki
Kjærstads, og hesin rit-
høvundur er millum mest
lisnu í øllum Norðanlond-
um.
Grundgevingin
hjá
dómsnevndini at lata Jan
Kjærstad virðislønina fyri
»Oppdageren« er soljóð-
andi: »Í skaldsøguni fylgja
vit Jonas Wergeland á rann-
sóknarferð gjøgnum Noreg,
ein ferð, sum samstundis
tekur støði í nærmastu
fortíð okkara. Frásøgustílur
Kjærstads er framúr egin
og nýskapandi og teksturin
gevur lesaranum bæði stór-
ar avbjóðingar og ríka lesi-
gleði«.
Á
norsku
netsíðuni
http://oslopuls.no ber til at
lesa nærri um allar bøkur-
nar, sum vóru við og sanni-
liga eisini at ummæla tær.
Netsíðan
hjá
Norður-
landaráðnum, sum er at
finna á www.norden.org
upplýsir eisini nærri um
einstøku bókaverkini.
Jan Kjærstad fær bók-
mentavirðisløn
Norður-
landaráðsins,
sum
er
350.000 krónur, handaða í
Oslo hin 4. apríl.
YVIRLIT. Tað var í
1962 at Norðurlanda-
ráðið fyrstu ferð lat
bókmentavirðislønin
a. Síðani hevur hon,
virðislønin, vaksið
seg stóra. Í 1985 vóru
Føroyar fyrstu ferð
við. Aktuella bókin
hjá Oddvør er hin
trettanda føroyska í
hesum høpi
MENTAN
Birgir Kruse
Bókmentavirðisløn Norð-
urlandaráðsins kann av
sonnum sigast at verða
okkara Nobelvirðisløn. Í
hvussu er, tá vit tosað um
bøkur. Og tað gera vit ofta á
okkara leiðum. Tí her
stendur bókmentunarliga
traditiónin sterk. Her skulu
fleiri enn nakrir Pokémonn-
ar, at taka okkum av fótum.
Fyrstu ferð, møguleiki
var at skjóta upp bókment-
unarlig evni til hesa felags
norrønu virðisløn, vóru so
stór nøvn í uppskoti, sum
William Heinesen, Karen
Blixen og Halldór Laxness.
Men
Eyvind
Johnson
streyk við sigrinum. Tað
var fyri bókina ”Hans
nådes tid”.
Í 1965 fekk William
Heinesen virðislønina, men
dómsnevndin vildi hava
hann at deila hana við svian
Olof Lagercrantz. Og so
varð. Kanska er lagna okk-
ara laga soleiðis, at vit aldri
skulu standa sigursvinn-
andi á einum einsamallum
sigursplássi. Á ongum sinni
er virðislønin síðani latin
tvíbýtt.
Tað var í 1985, at før-
oyingar fyrstu ferð sýndu
bókmentunarlig evni. Ikki
tí, skrivað hevði verið og
søgur høvdu verið sagdar á
manna munni í øldir mang-
ar. Góðar søgur, sterkar
søgur. Eisini søgur, sum
skrivaðu seg inn í mið-
europeiska søguarvin. Men
hetta var árið, vit á fyrsta
sinni megnaðu at trýna
fram á norrøna pallin við
egnum orðum.
Lagt varð fyri við Regini
Dahl og savni hansara
”Eftirtorv”. Hóast heitið, ið
frásigur sær alla æru,
eingin vána byrjan. Tí árið
eftir var føroyska uppskotið
tikið til eftirtektar, og
dómsnevndin kundi senda
tey gleðiligu boð heim til
Føroya, at vit høvdu vunn-
ið. Ja, tað vil siga Rói, Rói
Patursson. Í 1986 fekk
hann
bókmetavirðisløn
Norðurlandaráðsins
fyri
yrkingasavnið ”Líkasum”.
Tey fylgjandi árini verða
fimm menn skotnir upp.
Jóannes Nielsen tríggjar
ferðir, og teir tríggir Jens
Pauli Heinesen, Gunnar
Hoydal og Carl Johan Jen-
sen tvær ferðir. Tóroddur
Poulsen verður skotin upp
ta einu ferðin, í 1996. Í fýra
førum hevur eingin før-
oyskur rithøvundur verið
skotin upp.
Í ár er so á fyrsta sinni
mælt til, at ein føroysk
kvinna fær bókmentavirð-
islønina. Oddvør Johansen
við ”Í morgin er aftur ein
dagur”. Trettanda føroyska
bókin, ið skotin er upp at
fáa stórstu bókmentavirðis-
lønina á okkara leiðum.
At ein dagur er eftir
fríggjadagin og trettandu
føroysku bókina, ja tað fær
norðmaðurin Jan Kjærstad
at sanna. Tí eftir henda dag
er Jan 350.000 krónur rík-
ari. Og týddur til og kendur
á mongum fremmandum
málum. Enn fleiri enn áður.
Tí virðislønir er bæði eitt
herðaklapp, men sanniliga
eisini ein alneyðugur liður í
marknaðarføring.
Hvat føroyskum máli og
føroyskum
rithøvudnum
viðvíkur, mugu vit eisini
ásanna, at norrøna bók-
mentavirðislønin sum hin
fremsta er við til at økja um
kunnleikan til føroyskar
bókmentir og tað sum
mentunarliga
rørir
seg
herheima. Og gera tað
ásjónligt fyri umheiminum.
Og tað er ikki so lítið.
Hóast við koma aftur sum
av torvheiðum. Og aftur
gjørdust eftirtorv.
Oddvør og allir menninir
eiga tøkk uppiborna fyri at
hava víðkað okkum sjónar-
ringin.
Besta bókin fyri norðan
Eftirtorv
Jan Kjærstad fær
bókmentavirðisløn
Norðurlandaráðsins 2001
fyri skaldsøguna
»Oppdageren«
Regin Dahl var fyrsti rit-
høvundur, sum føroyingar
skutu upp at fáa norrønu
bókmentavirðislønina. Tað
var 1985 fyri savnið »Eftir-
torv«
Rói Patursson er einasti
føroyingur, sum hevur fingið
bókmentavirðisløn Norður-
landaráðsins. Tað var fyri
yrkingasavnið »Líkasum« í
1986
Jóannes Nielsen er tann
føroyingur, sum oftast hevur
verið í uppskoti. Í 1988 fyri
»Tjøraðu plankarnar stevna
inn í dreymin«, í 1994 fyri
»Kirkjurnar á havsins botni«
og í 1999 fyri »Pentur«
Oddvør Johansen er trettandi
føroyski rithøvundurin og
fyrsta kvinnan, sum um-
boðar okkum, tá støða skal
takast til bestu norrønu
bókina