fríggjadagur 12. januar 2007síða 4
‹ fyrra síða allar 228 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
4
Nr. 9 - 12. januar 2007
tíðindi
Men fólkatalið er bara
fallið við sjey fólkum.
Norðoyatunnilin
hevur havt lítla
og onga ávirkan
fólkatalið í Klaksvík
Kommunu, siga tøl
frá fólkayvirlitinum í
Klaksvík
FLYTING
Rólant Waag Dam
rolant@sosialurin.fo
Leygardagin 29. apríl 2006
læt Norðoyatunnilin upp
fyri almenninginum. Nógv
varð gjørt burturúr hesum,
og tosað varð eisini nógv
um, í hvønn mun hetta fór
at ávirkað fólkatalið í næst
størsta býnum í Føroyum,
Klaksvík.
Men nú tað spakuliga fer
at nærkast einum ári síðani,
at tunnilin opnaði, so sæst
á tølum frá fólkayvirlitinum
hjá Klaksvíkar Býráð, at und
irsjóvartunnilin lítla, fyri ikki
at siga onga, ávirkan havt
fyri fólkatalið í býnum.
7 fólk færri
Sosialurin hevur ringt
til býráðið í Klaksvík og
spurt, hvussu fólkatalið
sær út í løtuni, í mun til
áðrenn tunnilin læt upp.
Hagani verður sagt, at um
hugt verður at tølunum
fyri 31. desember 2005
og 31. desember 2006, so
broytingin næstan eingin.
4886 búðu í Klaksvík
31. desember 2005, og 31.
desember 2006 vóru 4879
skrásett í Klaksvík. Hetta er
ein minking við sjey fólkum.
Tað er so at siga onki, og
kortini ein veruleiki sum
fólk mugu fyrihalda seg til.
Tá tað er sagt, so vita tey
í Klaksvíkar býráð eisini at
siga, at eftirspurningurin eft
ir grundstykkjum í Klaksvík
er stórur.
Síðani Norðoyatunn
ilin læt upp, er talið
av bilum um Gøtueiði
vaksið við 500. Tað
siga tøl frá Landsverki
FERÐSLA
Rólant Waag Dam
rolant@sosialurin.fo
Tá Norðoyatunnilin læt
upp 29. apríl í fjør varð
roknað við, at ferðslan
gjøgnum Gøtu helst fór at
vaksa munandi. Hetta vátta
tøl frá Landsverk, sum vit
hava fingið frá Oyvindi
Brimnes.
Stjórin í Landsverk, upp
lýsir, at ferðslan um Gøtueiði
er vaksin við góðum 500
bilum um samdøgri, síðani
Norðoyatunnilin læt upp.
Áðrenn tað var koyrandi
til Klaksvíkar, var talið av
bilum um samdøgri um
Gøtueiði 3903. Nú undir
sjóvartunnilin hevur verið
opin fyri almennari ferðslu
síðani 29. apríl, er talið
vaksið til 4417 bilar um
samdøgri.
Í hesum sambandi kann
leggjast aftrat, at ferðslan
gjøgnum Norðoyatunnilin
liggur um 1500 bilar um
samdøgri.
Handlarnir
merkt lítið
til tunnilin
Gerandisdagar er
sølan kanska vorðin
eitt lítið vet betri,
men tá ókeypis er
at koyra í gjøgnum
eksploderar sølan
næstan
SØLA
Rólant Waag Dam
rolant@sosialurin.fo
Í gerandisdegnum er lítið
broytt í handilslívinum í
Klaksvík síðani undir
sjóvartunnilin kom.
– Vit hava so ikki mist
sølu í gerandisdegnum.
Kanska er hon heldur vaks
in eitt lítið vet, siga tey úr
Klaksvíkar Handilsfelag.
Harvið kann staðfestast,
at hald var ikki í óttanum
um at sølan fór at minka,
tí at norðoyingar fóru
aðrar vegir at keypa.
Er sølan vaksin eitt lítið
vet í gerandisdegnum, so
kann ikki sigast tað sama
um søluna, tá ókeypis koyr
ing er í gjøgnum undir
sjóvartunnilin. Tá er sølan
so at siga eksploderað.
Tí hava tey í Klaksvíkar
Handilsfelag hug at
fýlast at kostnaðinum
fyri at koyra í gjøgnum
tunnilin. Tá sølan er so
øgilig, tá ókeypis koyring
er, ber bara til at ímynda
sær hvussu sølan hevði
broytst, um tunnilsgjaldið
var heldur lægri.
List í Íslandi
Ein føroysk listaframsýning lat upp á Hafnarfirði í Íslandi
seinnapartin. Við á framsýningini eru listafólkini Edward
Guglø, Astri Luihn, Sigrun Gunnarsdóttir, Torbjørn Olsen,
Eyðun av Reyni og verk hjá Ingálvi av Reyni, sála. Hetta er
ein ferðaframsýning, sum Norðurlandahúsið í Føroyum hevur
fingið í lag, og sum fyrr hevur verið í Keypmannahavn og í
Tróndheimi. Framsýningin í Íslandi er opin til 4. februar.
Oljan bíligari
Oljuprísurin er fallin nógv í seinastuni. Í morgun varð Brent-
olja úr Norðsjónum seld fyri 53 dollarar fyri tunnuna, og
so bílig hevur hendan oljan ikki verið síðani í mai í 2005.
Eygleiðarar siga, at tað er fyrst og fremst tann lýggi veturin
í USA, sum ger munin. Har eru goymslurnar fullar, men
eftirspurningurin er lítil. Í síðsta mánað fall oljuprísurin 17
prosent, og so nógv er hann ikki fallin eftir einum mánað
síðani í mars í 2000.
Klaksvíkin minkað eftir Norðoyatunnilin
500 fleiri bilar um Gøtueiði
Tey vóru mong, ið bíðaðu
spent tá Norðoyatunnilin
opnaði. Aftanfyri hóma vit
Klaksvíkina og í dag kunnu
vit staðfesta, at fólkatalið í
kommununi er minkað við
sjey fólkum síðani tunnilin
læt upp
Mynd: Jens Kr. Vang
Ferðslan gjøgnum tunnilin er um 1500 um samdøgri, meðan 500
fleiri bilar koyra um Gøtueiði síðani Norðoyatunnilin læt upp
Mynd: Jens Kr. Vang
Ikki síðani 1933 hevur
desembermánaður
verið so heitur, sum
hann var í ár. 6,9
hitastig var miðalhit
in, og tað er 3,1 stig
heitari enn vanligt er í
desember, sigur Petur
Skeel, veðurfrøðingur,
sum lovar skiftandi
veður um vikuskiftið
VEÐUR
Rólant Waag Dam
rolant@sosialurin.fo
Petur Skeel er veðurfrøðingur
á Sosialinum, og hann veit at
siga, at tað var um reppið at
desember í fjør setti met, sum
heitasta desembermánaði í
Føroyum, síðani byrjað var
at gera mátingar í 1875.
– Desember var óvanliga
lýggjur. Miðalhitin var 6,9
stig, meðan normalurin – tað
vil siga miðalhitin yvir 30
ár – er 3,8 stig. Lýggjasti
desember eftir 1875 var í
1933. Tá var miðalhitin í
desember máldur at vera 7,0
stig, so tað var um reppið, at
desember í 2006 setti met,
sigur Petur Skeel.
Skiftandi veður
um vikuskiftið
Hann sigur somuleiðis,
at veðrið verður skiftandi
um vikuskiftið og stormur
viðhvørt.
– Leygardagin verður
hampiligt veður. Hann verður
vestaneftir við kavaælingi
seinnapartin. Hitin fer at
liggja millum eitt og fýra
stig, sigur Petur Skeel.
– Sunnudagin fáa vit
hvassan vind av vestri og
kavaæling. Seinnapartin
minkar hann vindin eitt
skiftið, men um kvøldið
verður aftur hvassur vindur
av landssynningi. Tað verður
regn og eitt sindur lýggjari.
– Mánadagin verður
illveður, útsynningur og
ælingur. Seinni upp í storm av
útnyrðingi og kavaælingur,
sigur Petur Skeel um fyrsta
dagin í komandi viku.
Heitasti desembermánaður í 73 ár