fríggjadagur 12. januar 2007síða 4
‹ fyrra síða allar 228 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 9 • 12. - 14. januar 2007
Vikuskifti
Súni Fríði Barbá er ein av mest
royndu fótbóltsspælarum, sum
enn eru virknir. Hann tekur eitt
tørn aftur í ár, nú hann skal
vera leikandi hjálparvenjari
hjá AB, sum roynir seg í bestu
deildini fyri fyrstu ferð.
Súni Fríði býr í Kvívík saman
við unnustuni. Tey hava trý
børn, og tey fluttu inn í nýggj
hús í 2004. Súni Fríða arbeiðir
á dagsstovninum í Kvívík. Hann
viðurkennir, at fótbólturin fer
við nógvari tíð:
- Tú ert sera upptikin sum
fótbóltsspælari. Tú mást ráð
føra teg við familjuna. Hetta
hevði ikki borið til uttan eina
góða unnustu, sigur hann.
Toftamaður í Runavík
Súni Fríði er uppvaksin í
Runavík, men hann er heilur
toftamaður.
- Bæði foreldrini eru av
Toftum, men tey fluttu inn
til Runavíkar. Eg havi búð øll
míni barndómsár í Runavík, og
barndómsfelagið er NSÍ, sigur
hann.
Súni Fríði hevur tó spælt
fleiri ár við B68 – seinast í
fjør, har ið hann hevði eitt gott
kappingarár, hóast felagið
flutti niður.
- Tað er torført at siga,
hvat felag liggur hjartanum
næst, men eg haldi, at svarið
má verða B68. Eg havi havt
nógv góð ár á Toftum, og eg
havi altíð kent meg væl har.
Familjubondini á Toftum eru
eisini sterk, sigur hann.
Annars hevur Súni Fríði
eisini leikt við HB, GÍ og AB.
Hann hevur sum heild einans
havt góðar upplivingar í feløgu
num.
- Tað hava ongantíð verið
rættiligar ósemjur. Okkurt
einkult dømi hevur verið, men
eg klári at hyggja øll í eyguni í
dag, sigur hann.
Flogræðsla forðaði
altjóða gjøgnumbroti
Súni Fríði hevur tvær ferð
ir verið toppskorari í bestu
deildini og einaferð í næst
bestu deildini. Hann hevur
altíð verið góður fyri nøkrum
málum. Kortini hevur hann
einans leikt tveir landsdystir.
Orsøkin til hetta er flogræðsla.
- Eg var við í hópinum fleiri
ferðir. Eg kom inn móti Norra
í 1993, men síðani mátti eg
melda avboð til landsliðið fleiri
ferðir. Orsøkin til hetta var
flogræðsla. Eg vann tó seinni
yvir óttanum.
- Síðstu ferð eg bleiv úttikin,
meldaði eg eisini avboð. Tað
var tá ið Føroyar spældi móti
San Marino. Tá fekk eg at vita,
at teir høvdu ætlað, at eg og
Todi skuldu byrja inni. Hendan
dystin bleiv John Petersen
úttikin fyri meg, og vit kenna
øll, hvussu væl hansara fót
bóltsleið gekk aftaná hetta.
- Síðani hevur kappingin um
álopsplássini verið hørð, og eg
havi ongantíð fingið boð aftur.
Sæð í bakspeglið, angri eg eitt
sindur, at eg ikki fór við. Eg
kenni tað soleiðis, at landsliðið
manglar í mínari yrkisleið sum
fótbóltsleikari. Men tá kláraði
eg ikki at fara við, tí at vit
skuldu flúgva, sigur Súni Fríði.
Ísland sent boð
fleiri ferðir
Útlandið hevur eisini sent boð
eftir Súna Fríða, men tilboðini
hava ikki verið nóg spennandi.
- Eg hevði fleiri ferðir møgu
leikan at fara til Íslands at
leika, men íslendskur fótbóltur
segði mær einki. Mær hevur
altíð dámt væl enskan fótbólt,
so um eitt tilboð hevði komið
frá einum enskum felagið
í triðbestu deildini, hevði
eg tikið av. Men tað kom
ongantíð, og tí havi eg einans
leikað her heima, sigur Súni
Fríði.
Málrevurin droymi
34 ára gamli Súni Fríði Barbá hevur í fleiri ár verið millum
bestu áleyparar í Føroyum. Flúgvióttin hevur tó forðað
honum í at spælt við landsliðnum. Hansara dreymur er at
gerast venjari í framtíðini – og helst hjá B68
Fótbóltur
Heini S.
Kristiansen
heinik@sosialurin.fo
Súni Fríði um útlendskar leikarar
- Talið á útlendskum leikarum er hækkað nógv, meðan eg havi spælt. Teir
hækka støðið til deils, men tað eru alt ov nógvir vánaligir ella miðalgóðir
leikarar, sum koma til landið. Eg haldi, at ein útlendskur leikari skal skara
framúr. Nógv av feløgunum hava ov lætt við at bjóða einum útlendskum
leikara nógvar pengar. Tey áttu í staðin at bjóða einum ungum, góðum
føroyskum leikara pengarnar.
Súni Fríði um
Ábraham Løkin
- Ábraham Løkin var mín fyrimynd sum
fótbóltsspælari. Eg minnist, hvussu nógv eg
sá upp til hann, tá ið eg var yngri. Hann var
ein sera fjøllbroyttur spælari. Hann er ein
av teimum fáu føroysku leikarunum, sum
hava havt altjóða støði
– Tað skal ikki vera nøkur
loyna, at eg biði áðrenn
hvønn dyt, sigur Súni Fríði
Barbá, sum eisini altíð fær
sær tveir sjokolátapuntar
beint undan dysti
Mynd: Jens Kr. Vang