Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-01-12, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 12. januar 2007síða 4

‹ fyrra síða allar 228 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

4 Nr. 9 - 12. januar 2007 tíðindi Men fólkatalið er bara fallið við sjey fólkum. Norðoyatunnilin hevur havt lítla og onga ávirkan fólkatalið í Klaksvík Kommunu, siga tøl frá fólkayvirlitinum í Klaksvík FLYTING Rólant Waag Dam rolant@sosialurin.fo Leygardagin 29. apríl 2006 læt Norðoyatunnilin upp fyri almenninginum. Nógv varð gjørt burturúr hesum, og tosað varð eisini nógv um, í hvønn mun hetta fór at ávirkað fólkatalið í næst­ størsta býnum í Føroyum, Klaksvík. Men nú tað spakuliga fer at nærkast einum ári síðani, at tunnilin opnaði, so sæst á tølum frá fólkayvirlitinum hjá Klaksvíkar Býráð, at und­ irsjóvartunnilin lítla, fyri ikki at siga onga, ávirkan havt fyri fólkatalið í býnum. 7 fólk færri Sosialurin hevur ringt til býráðið í Klaksvík og spurt, hvussu fólkatalið sær út í løtuni, í mun til áðrenn tunnilin læt upp. Hagani verður sagt, at um hugt verður at tølunum fyri 31. desember 2005 og 31. desember 2006, so broytingin næstan eingin. 4886 búðu í Klaksvík 31. desember 2005, og 31. desember 2006 vóru 4879 skrásett í Klaksvík. Hetta er ein minking við sjey fólkum. Tað er so at siga onki, og kortini ein veruleiki sum fólk mugu fyrihalda seg til. Tá tað er sagt, so vita tey í Klaksvíkar býráð eisini at siga, at eftirspurningurin eft­ ir grundstykkjum í Klaksvík er stórur. Síðani Norðoyatunn­ ilin læt upp, er talið av bilum um Gøtueiði vaksið við 500. Tað siga tøl frá Landsverki FERÐSLA Rólant Waag Dam rolant@sosialurin.fo Tá Norðoyatunnilin læt upp 29. apríl í fjør varð roknað við, at ferðslan gjøgnum Gøtu helst fór at vaksa munandi. Hetta vátta tøl frá Landsverk, sum vit hava fingið frá Oyvindi Brimnes. Stjórin í Landsverk, upp­ lýsir, at ferðslan um Gøtueiði er vaksin við góðum 500 bilum um samdøgri, síðani Norðoyatunnilin læt upp. Áðrenn tað var koyrandi til Klaksvíkar, var talið av bilum um samdøgri um Gøtueiði 3903. Nú undir­ sjóvartunnilin hevur verið opin fyri almennari ferðslu síðani 29. apríl, er talið vaksið til 4417 bilar um samdøgri. Í hesum sambandi kann leggjast aftrat, at ferðslan gjøgnum Norðoyatunnilin liggur um 1500 bilar um samdøgri. Handlarnir merkt lítið til tunnilin Gerandisdagar er sølan kanska vorðin eitt lítið vet betri, men tá ókeypis er at koyra í gjøgnum eksploderar sølan næstan SØLA Rólant Waag Dam rolant@sosialurin.fo Í gerandisdegnum er lítið broytt í handilslívinum í Klaksvík síðani undir­ sjóvartunnilin kom. – Vit hava so ikki mist sølu í gerandisdegnum. Kanska er hon heldur vaks­ in eitt lítið vet, siga tey úr Klaksvíkar Handilsfelag. Harvið kann staðfestast, at hald var ikki í óttanum um at sølan fór at minka, tí at norðoyingar fóru aðrar vegir at keypa. Er sølan vaksin eitt lítið vet í gerandisdegnum, so kann ikki sigast tað sama um søluna, tá ókeypis koyr­ ing er í gjøgnum undir­ sjóvartunnilin. Tá er sølan so at siga eksploderað. Tí hava tey í Klaksvíkar Handilsfelag hug at fýlast at kostnaðinum fyri at koyra í gjøgnum tunnilin. Tá sølan er so øgilig, tá ókeypis koyring er, ber bara til at ímynda sær hvussu sølan hevði broytst, um tunnilsgjaldið var heldur lægri. List í Íslandi Ein føroysk listaframsýning lat upp á Hafnarfirði í Íslandi seinnapartin. Við á framsýningini eru listafólkini Edward Guglø, Astri Luihn, Sigrun Gunnarsdóttir, Torbjørn Olsen, Eyðun av Reyni og verk hjá Ingálvi av Reyni, sála. Hetta er ein ferðaframsýning, sum Norðurlandahúsið í Føroyum hevur fingið í lag, og sum fyrr hevur verið í Keypmannahavn og í Tróndheimi. Framsýningin í Íslandi er opin til 4. februar. Oljan bíligari Oljuprísurin er fallin nógv í seinastuni. Í morgun varð Brent­ olja úr Norðsjónum seld fyri 53 dollarar fyri tunnuna, og so bílig hevur hendan oljan ikki verið síðani í mai í 2005. Eygleiðarar siga, at tað er fyrst og fremst tann lýggi veturin í USA, sum ger munin. Har eru goymslurnar fullar, men eftirspurningurin er lítil. Í síðsta mánað fall oljuprísurin 17 prosent, og so nógv er hann ikki fallin eftir einum mánað síðani í mars í 2000. Klaksvíkin minkað eftir Norðoyatunnilin 500 fleiri bilar um Gøtueiði Tey vóru mong, ið bíðaðu spent tá Norðoyatunnilin opnaði. Aftanfyri hóma vit Klaksvíkina og í dag kunnu vit staðfesta, at fólkatalið í kommununi er minkað við sjey fólkum síðani tunnilin læt upp Mynd: Jens Kr. Vang Ferðslan gjøgnum tunnilin er um 1500 um samdøgri, meðan 500 fleiri bilar koyra um Gøtueiði síðani Norðoyatunnilin læt upp Mynd: Jens Kr. Vang Ikki síðani 1933 hevur desembermánaður verið so heitur, sum hann var í ár. 6,9 hitastig var miðalhit­ in, og tað er 3,1 stig heitari enn vanligt er í desember, sigur Petur Skeel, veðurfrøðingur, sum lovar skiftandi veður um vikuskiftið VEÐUR Rólant Waag Dam rolant@sosialurin.fo Petur Skeel er veðurfrøðingur á Sosialinum, og hann veit at siga, at tað var um reppið at desember í fjør setti met, sum heitasta desembermánaði í Føroyum, síðani byrjað var at gera mátingar í 1875. – Desember var óvanliga lýggjur. Miðalhitin var 6,9 stig, meðan normalurin – tað vil siga miðalhitin yvir 30 ár – er 3,8 stig. Lýggjasti desember eftir 1875 var í 1933. Tá var miðalhitin í desember máldur at vera 7,0 stig, so tað var um reppið, at desember í 2006 setti met, sigur Petur Skeel. Skiftandi veður um vikuskiftið Hann sigur somuleiðis, at veðrið verður skiftandi um vikuskiftið og stormur viðhvørt. – Leygardagin verður hampiligt veður. Hann verður vestaneftir við kavaælingi seinnapartin. Hitin fer at liggja millum eitt og fýra stig, sigur Petur Skeel. – Sunnudagin fáa vit hvassan vind av vestri og kavaæling. Seinnapartin minkar hann vindin eitt skiftið, men um kvøldið verður aftur hvassur vindur av landssynningi. Tað verður regn og eitt sindur lýggjari. – Mánadagin verður illveður, útsynningur og ælingur. Seinni upp í storm av útnyrðingi og kavaælingur, sigur Petur Skeel um fyrsta dagin í komandi viku. Heitasti desembermánaður í 73 ár