fríggjadagur 11. februar 2000síða 11
‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
21
tíðindablaðið sosialurin
Nr. 29 - 11. februar 2000
20
tíðindablaðið sosialurin
Nr. 29 - 11. februar 2000
Ljósini skyggja langt út á
kvøldarnar inn á graslíkis-
vallirnar kring landið. Fót-
bóltsspælararnir eru longu
komnir eitt sindur ávegis í
fyrstu strævnu fyrireiking-
unum til nýggja fótbólts-
árið, og í vikuskiftinum eru
onkrir venjingardystir ásett-
ir at vera.
Ofta hevur tað víst seg,
at kavin hevur verið til stór-
an ampa fyri fótbóltsven-
jingina. Higartil í ár hevur
tað verið so hampuligt.
Fyrrapartin í síðstu viku, tá
fleiri feløg fóru á graslíkið
at venja, kom eitt sindur av
kava niður, og grønu vall-
irnir vóru hvítir okkurt
kvøldið, men higartil hevur
eingin rættuligur kavi verið.
Men enn er tíðin til kava
lítið liðin, og av royndum
vita vit, at tað kann vera
stórkavið í apríl.
Liðugt innandura
Hjá summum slitnar fót-
bóltsárið ongantíð sundur,
og tað er ikki bara hjá lands-
liðsspælarunum, sum vita,
at teir skulu venja og spæla
mest sum alt árið.
Tá fyrstu ítróttarhallirnar
síðst í seksti árunum vóru
komnar í Klaksvík og í
Havnini varð nógv gjørt við
at spæla innandura fótbólt.
Hetta hevur hildið sær síð-
ani, men tey seinnu árini
hevur verið spælt við stór-
um málum og sambært eitt
sindur øðrvísi ásetingum,
enn tað varð gjørt tey fyrru
árini.
Eisini í vetur hevur verið
nógvur innandura fótbótlur
á skránni. Hjá teimum yng-
ru hevur verið spælt so at
siga hvørt vikuskifti. Síðsta
vikuskifti varð skipað fyri
kapping á Skála, og í bløð-
unum eru lýsingar, sum sig-
a, at onkur kapping fram-
vegis er á skránni.
Hjá teimum vaksnu er tíð-
arskeiðið innandura tódna
Úr høll og út á vøll
Fótbóltur: Síðstu innandura kappingarnar verða spældar samstundis sum farið verður undir fyrireikingarnar til
uttandura kappingarnar
eitt sindur, tí tíðarskeiðið
uttandura er toygt. Kapp-
ingin í Vági plagar at vera
ein tann fyrsta, aftaná at síð-
sta umfarið í FM kappingini
er avgreitt og síðsta lands-
liðsferðin er liðug, og síðsta
kappingin plagar at vera
tann, sum GÍ plagar at skipa
fyri stutt frammanundan at
farið verður undir steypa-
kappingina.
Síðsta vikuskiftið skipaði
B68 fyri kapping í ítrótt-
arhøllini í Runavík. 24 lið
luttóku í kappingini, sum
teir kallaðu fyri Føroya Tele
Cup, tí tað var høvuðsstuð-
ulin hjá B68, Føroya Tele,
ið gav heiðursmerkini til trý
tey bestu liðini.
Myndirnar, sum vit hava
fingið sendandi av Toftum,
eru av trimum teimum bestu
liðunum.
JH
Vinnarar av kappingini gjørdist GÍ
Silvurmerkini vórðu latin til Port Vale…
…meðan Sheffield United endaði á triðja plássinum
Grand-Prix í
Badminton
Hetta vikuskiftið verður enn eitt umfar í Grand-Prix
kappingini í badminton avgreitt
JÁKUP MØRK
Hetta vikuskiftið verður
so næst seinast umfar í
Grand-Prix kappingini
hjá yngru leikarunum av-
greidd.
Kappingin verður hild-
in í badmintonhøllini í
Havn, og byrjað verður
leygarmorgunin kl. 10.30,
tá yngsti bólkurin, børn
undir 10 ár, skulu spæla.
Síðani eru tað tey 10-
12 ára gomlu, sum skulu
royna seg um beint eftir
døgurða, kl. 13.00 og
klokkan 15.00 verður tað
aldursbólkurin 12-14 ár.
Seinasta
kappingin
leygardagin verður tann
fyri børn 14-16 ár, og
verður tá byrjað kl. 16.30.
Sunnudagin verðu lagt
fyri kl. 13.00, tá unglingar
skulu á vøllin, ímeðan tey
vaksnu fara at avgreiða
sínar dystir frá kl. 14.00
sunnudagin.
árið farið at halla
Sum nevnt, so er hetta
næst seinasta kappingin
hjá yngru leikarunum.
Seinasta
umfarið
hjá
teimum verður hildið 4.
mars, tá ítróttarhøllin í
Vestmanna verður karmur
um endaspælið.
Tá dystirnir í seinasta
umfarinum, endaspæli-
num, eru liðugt leiktir,
verða steyp og heiðurs-
merki handa teimum lut-
takarnum, sum hava vunn-
ið sær flest stig í árinum.
Vaksnu leikararnir enda
tó ikki hetta vikuskiftið,
men hava framvegis tvey
umfør eftir í kappingini,
umframt kappingina hetta
vikuskiftið.
FM kappingin eftir
Badminton árið snýr seg tó
ikki bert um Grand-Prix
kappingina.
Kappingarnevndin
hjá
Badmintonsambandinum
hevur boðað frá, at 25. mars
verður skjøtil settur á FM-
kappingina.
Treytirnar tá verða eitt
sindur øðrvísi enn í
Grand-Prix kappingini, tí
hevur tú ein ringan dag
og tapir, ert tú úti alt fyri
eitt.
Hvør av leikarunum tá
hevur ein góðan dag og
síðani kann kalla seg FM-
vinnara, vita vit sjálvsagt
ikki enn, og fyri fyrst er
spurningurin altso, hvør
teirra fer at gerast Grand-
Prix vinnari.
Viðmerking:
Við at lesa hesa oddagrein
sæst, at Sosialurin er komin
í óføri av sínum egnu ó-
sannindum um oddamenn
Tjóðveldisfloksins. Tað ein-
asta, hetta sokallaða tíðind-
ablað livir av, er at spilla
tjóðveldisfólk út.
Tá sagt verður, at Tjóð-
veldisflokkurin hevur eitt
»forkláringsproblem« bæði
í sambandi við Vágatunnilin
og
oljuútgerðarhavnina,
kann eg í hvussu er sláa fast,
at Javnaðarflokkurin hevur
eitt nógv størri »forklárings-
problem« í sambandi við
Vágatunnilin. Tá ein sam-
gonga ikki er samd um eitt
ávíst mál, liggur bólturin hjá
andstøðuni. Men hvussu
brúkti andstøðan henda
upplagda møguleika? Um
so var, at teir í heila tikið
meintu nakað sum helst við
tað, sum teir fyrr hava vart-
að upp við. Møguleikarnir
vóru av teimum allar bestu
at gjørt sína ávirkan gald-
andi. Men hvat gjørdu teir?
Sagt verður í oddagrein-
ini: Hinvegin stendur rimm-
arfast, at í vinnunevndini
tóku bæði Sambandsflokk-
urin og Javnaðarflokkurin
undir við tí, sum Heini O.
Heinesen ferð eftir ferð
nevndi í fjølmiðlunum,
nevniliga at Landsverkfrøð-
ingurin skuldi standa fyri
arbeiðinum og ikki eitt part-
afelag. Sitat endað. Hetta
var í hvussu er ikki tað, sum
eg upplivdi í vinnunevndini.
Tá sambandsumboðið Al-
fred Olsen kom við sínum
egna uppskoti, kundi eg ikki
rokna við stuðuli frá Sam-
bandsflokkinum, og tóku
Sjálvstýrisflokkurin
og
Fólkaflokkurin undir við
Alfred Olsen. Tá visti eg,
hvat klokkan hevði sligið,
fyri nakrari sum helst broyt-
ing. Í mínari verð var orð-
ingin í tí fyrsta uppskotinum
hjá Alfred Olsen so veik, at
hetta segði mær einki. Hetta
var aftaná, at eg hevði lagt
eitt meira víttgangandi upp-
skot fyri alla nevndina, sum
gekk uppá at partafelagið
skuldi standa fyri fígging-
ini, meðan Landsverkfrøð-
ingurin skuldi standa fyri
verkætlanini um møguligt
útlisiterað arbeiðið. Hetta
stóð upp til landsstýris-
mannin sum sambært stýris-
skipanarlógina skal hava á-
byrgdina av sínum gerðum.
Tað sá út til, at umboðini
fyri Javnaðarflokkin tóku
undir við síðst nevnda upp-
skoti.
Men tann 25. januar í
kvøldsendingini hjá útvarp-
inum varð sagt, at Javnað-
arflokkurin fór at taka undir
við sambandsuppskotinum.
Tað var hetta, sum gjørdi,
at eg morgunin eftir tann 26.
januar valdi at fáa eina
samda nevnd við at styrkja
um uppskotið frá Alfred Ol-
sen, sum tá allir hinir nevnd-
arlimirnir søgdu seg at taka
undir við frammanundan.
Tá Sosialurin sigur, at
Sambandsflokkurin
og
Javnaðarflokkurin tóku fult
undir við tí, sum eg havi ført
fram í fjølmiðlunum, so er
veruleikin ein heilt annar.
Hetta var eg noyddur at
taka til eftirtektar. Tí nyttar
tað ikki Sosialinum at billa
sínum lesarum nakað inn,
sum ikki samsvarar við ver-
uleikan.
Tá sagt verður, at eg at-
kvøddi ímóti uppskotinum,
so er hetta heldur ikki rætt.
Eg atkvøddi fyri broyting-
aruppskotinum. Men eg at-
kvøddi blankt, tá tað kom
til upprunauppskotið. Eg
haldi ikki, tað kann góð-
takast, at eitt alment parta-
felag verður stovnað bert
uppá eina viðmerking á eini
eykajáttanarlóg. Og so eitt
ár seinni at koma í tingið
og biðja um heimildina aft-
aná at hava disponerað og
brúkt 6 milliónir.
Herafturat varð avtala
gjørd við tvey norsk feløg.
Við at lesa viðmerkingarnar
til lógaruppskotið, er tað ein
stórur spurningur, um lands-
stýrismaðurin í heila tikið
hevur brúk fyri løgtinginum
í hesum máli.
Sagt verður, at partafel-
agið »Vágatunnilin« er
stovnað, 21. desember 1998
við einum partapeningi
uppá 20,3 mió. Herafturat
verður sagt, at leiðsla fel-
agsins er ein 5 manna
nevnd, sum landsstýrismað-
urin sjálvur hevur valt. Um
so er, at heimildin er í lagi
fyri at stovna partafelagið
og flyta tær fyrstu 20,3 mió.
úr landskassanum í parta-
felagið uppá eina viðmerk-
ing á eini eykajáttan, kann
tað ikki vera nakað í vegin
Sosialurin komin í óføri av Tjóðveldinum
fyri at flyta restina av teim-
um 160,3 milliónunum úr
landskassanum uppá eina
viðmerking á tí árligu fíggj-
arlógini.
Tað tykist løgi, at lands-
stýrismaðurin í samferðsl-
umálum skal koma við ein-
um slíkum uppskoti. Har
hesin frásigur sær og
komandi landsstýrismonn-
um so gott sum alla ábyrgd
og ávirkan á tað størsta
samferðsluprojektið í Før-
oya søgu higartil. Ikki nokk
við tí, løgtingið verður full-
komuliga uttan ávirkan.
Landsverkfrøðingurin, sum
byrjaði upp á arbeiðið í
1988, verður eisini settur
uttanfyri. Tað er hesin
landsins stovnur, sum situr
inni við royndum, akkumu-
leraðar upp í meira enn
hálva øld, hetta bæði á
heimavølli og í tøttum sam-
spæli við útheimin. Tunnilin
er í prinsippinum einki øðr-
vísi enn aðrir vegastubbar.
Tað einasta, sum brýtur av,
er ætlanin, at fíggja ein lítl-
an part av íløguni við
bummpeningi. Tað vil siga,
um kostnaðarmetingin, sum
er í uppskotinum heldur.
limir sínar mótvegis teim
myndugleikum og øðrum,
sum hava ávirkan á virk-
semið hjá sálarfrøðingum,
so verða lønar- og arbeiðs-
viðurskifti hjá alment sett-
um sálarfrøðingum fram-
vegis sambært sáttmála
millum Fíggjarmálastýrið
og avvarðandi fakfelag.
Á aðalfundinum 10. jan-
uar 2000 valdu limirnir fel-
agsnevnd, sum hevur skip-
að seg við Kára Leivsyni
Føroyum fylgir við altjóða
menningini á økinum.
Ítøkilig virkisøki eru at
fremja samstarv millum
sálarfrøðingar og aðrar við-
komandi yrkisbólkar, sam-
starva við felagsskapir og
stovnar í Føroyum og utt-
anlands, sum hava týdning
fyri sálarfrøðiliga økið,
skipa fyri felagsfundum og
fáa í lag eftirútbúgvingar-
skeið fyri limir felagsins.
Hóast felagið umboðar
Sálarfrøðingar eru fáment-
ur yrkisbólkur í Føroyum.
Sammett við støðuna í
grannalondunum, eru lut-
falsliga fá størv innan sál-
afrøðiliga tænastu, í mun
til fólkatalið. Hóast nakað
av samstarvi hevur verið
neyðugt um ávísar arbeiðs-
uppgávur, hevur enn ikki
verið grundarlag fyri egn-
um, sjálvstøðugum felagi
fyri henda yrkisbólk.
Vaksandi tørvur og eftir-
spurningur, eisini innan
nýggj arbeiðsøki, hevur tó
havt við sær at størvini nú
eru vorðin nóg nógv í tali
til slíkt felag. 24 september
1999 komu sálarfrøðingar-
nir fyri fyrstu ferð saman
til fundar at umrøða felags
áhugamál. Fleiri fundir
vórðu hildnir eftir henda,
og 30. november 1999 varð
gjørt av at stovna eitt felag.
Stovnandi
aðalfundur
varð 10. januar 2000, har
viðtøkur vórðu samtyktar
um endamál og virki fel-
agsins. Endamál nýggja
felagsins er at røkja faklig
áhugamál hjá føroyskum
sálarfrøðingum, at fremja
áhugan fyri sálarfrøði og
økja kunnleikan um tann
týdning fakið hevur, at
skapa umstøður at fremja
sálarfrøðiliga gransking og
praktiskt virksemi, og at
virka fyri at eftirútbúgv-
ingin av sálarfrøðingum í
Petersen sum formanni,
Hera Kragesteen sum næst-
formanni og Onnu Debes
Hentze sum skrivara.
Ein tann fyrsta arbeiðs-
uppgáva hjá nýggju nevnd-
ini verður sáttmálin millum
felagið og Meginfelag
Sjúkrakassa Føroya um
fíggjarligt ískoyti til sálar-
liga viðgerð, sum verður
kunngjørdur í næstum.
Føroyskir sálarfrøðingar skipa seg í felag
Seinastu tíðina hevur verið
eitt ávíst orðaskifti í bløð-
unum og í útvarpinum
Rás2, um barnaansingina í
høvuðstaðnum.
Umrøðan byrjaði, eftir at
undirritaði sum næstfor-
maður í sosialu nevnd, reisti
spurningin um barnaansing-
ina í nevndini, fyrst í hesum
árinum.
Spurningurin varð reistur,
eftir at nógv foreldur ferð
eftir ferð høvdu sagt seg iv-
ast í mannagongdini, tá
børn verða skrivað upp til
barnaansingina. Og foreldur
settu eisini spurnartekin við,
hvussu børn sleppa í barna-
ansing.
Reglugerðin virkar ikki
Vit vita øll, at tørvurin á
barnaansing framvegis er
stórur, hóast munagóð tiltøk
eru gjørd seinastu árini.
Eitt av tiltøkunum fyri at
bøta um støðuna, varð bý-
ráðssamtyktin í mars í fjør.
Tá samtykti fyrst sosiala
nevnd - eg var sjálvur for-
maður har tá, og síðani bý-
ráðið, eina reglugerð fyri
barnaasingina í býnum.
Reglugerðin er í 14
punktum. M.a. stendur í
reglugerðini, at kommunan
skal býtast upp í 4 barna-
ansingarøkir. Øll sum søkja
um ansingarpláss skulu fáa
skrivligt svar um, nær um-
sóknin er móttikin, og sam-
stundis skulu tey fáa at vita,
hvat nummar barnið er á
bæði tí samlaða bíðilista-
num og á økisbíðilistanum,
og nær barnið væntandi fær
pláss. Og eftir reglugerðini
skuldi ein upptøkunevnd
setast.
Samstundis varð álagt
umsitingini at fáa til vega
eina telduskipan, so lættari
var at fylgja gongdini við
barnaansingini.
Eg kann her leggja aftrat,
at tað hevði uttan iva verið
betri at havt eina skipan til
uppskriving av børnum,
heldur enn 4 økisskipanir.
Tí nógv foreldur kenna seg
at detta niðurímillum í skip-
anini.
Og tað vóru júst foreldur
sum gjørdu vart við, at tey
ikki kendu seg trygg við
skipanina.
Tí varð málið reist, og tað
vísti seg, at samtykta reglu-
gerðin og annars alt sum var
samtykt í sambandi við
hana, als ikki var farið at
virka. Tað er ov vánaligt at
umsitingin letur næstan eitt
ár ganga, áðrenn samtyktir-
nar verða settar í verk, og
tað økir ikki um virðingina
ímillum borgarnar.
Próvbyrðan er
hjá tí sum kærir
Foreldur hava verið í bløð-
unum og sagt, at okkurt er
spinnandi galið við upp-
skrivingini til barnaans-
ingina í kommununi.
Bert tað at foreldur ivast,
er nóg mikið til at málið
verður viðgjørt einaferð
enn. Tað kundi bent á, at
skipanin við nýggju reglu-
gerðini ikki er nóg góð. Og
tá tað er staðfest, at reglu-
gerðin als ikki er farin at
virka, so er støðan ikki øðr-
vísi enn hon var framm-
anundan.
Býráðsformaðurin hevur
eisini verið alment frammi,
og hann er endurgivin fyri
at siga, at próvbyrðan liggur
hjá tí sum kærir!
Hetta er ikki ein spurn-
ingur um at kæra nakran um
nakað. Hetta er ein spurn-
ingur um at fáa umsitingina
at virða tær samtyktir sum
býráðið hevur gjørt. Og tað
at samtyktirnar ikki eru sett-
ar í verk eitt á seinni, taki
eg sum væntandi virðing
fyri samtyktum í býráðnum.
Og tað er júst tað sum
ikki skal henda!
Býráðsformaðurin hevur
skyldu til at seta samtyktir-
nar hjá býráðnum í verk. Og
at hann ikki hevur gjørt tað,
er átaluvert!
Gongd komin á málið!
Eg havi sett nakrar spurn-
ingar í sosialu nevnd. Allir
spurningarnir eru settir, eftir
at fleiri foreldur hava tosa
við meg.
Og hóast tað tykist at
verða torført at fáa svar upp-
á spurningarnar, so standa
teir við.
• Eg vil hava eitt yvirlit yvir
upptøku av børnum í 1998
og 1999?
• Yvirlit yvir nær børnini eru
fødd, nær tey eru komin á
bíðilista, og nær tey eru
komin inn?
• Hvørji børn sleppa inn á
ár 2000?
• Eru børn sloppin inn, sum
komin eru av bygd, ella úr
útlondum?
• Eru tað politikararnir ið
gera av, hvør sleppur inn á
stovn?
• Nær verða brøvini, sum
upplýsa
foreldrunum,
hvørji, og nær børnini
sleppa inn, send?
Hetta eru spurningar sum
neyðugir eru at seta, so for-
eldur ið ikki sleppa til ar-
beiðis, ikki bíða til fánýtis.
Í hesum sambandi er vert
at leggja aftrat, at upptøku-
nevndin sum varð samtykt
í mars í fjør, er sett herfyri.
Tað er at fegnast um, men
tað er alt ov seint.
Og eg vóni at viður-skift-
ini á barnaansingarøkinum
koma uppá pláss alt fyri eitt,
so borgararnir kunnu hava
virðing fyri býráðsarbeiði-
num í høvuðsstaðnum.
Heðin Mortensen,
býráðslimur
Landsverkfrøðingsstovn-ur-
in hevur haft prosjektleiðsl-
una frá fyrsta degi av. Tað
er umráðandi, at tað eru før-
oyingar sjálvir, sum í størst
møguligan mun standa fyri
tunnilsarbeiðinum og pro-
sjektinum.
Eg vil sláa fast, at hetta
var tað einasta, sum eg
kundi fáa samtykt í løgting-
inum. Tað at tað var ein
samd nevnd, var heldur ikki
at forkasta, í einum so stór-
um máli.
Heini O. Heinesen
Samtyktirnar í Tórshavnar Býrað verða ikki virdar!