fríggjadagur 12. januar 2007síða 10
‹ fyrra síða allar 228 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
10
Nr. 9 - 12. januar 2007
Seinastu tíðina hava vit sæð stórar kommunalar útbygg
ingar um alt landið, og tað er sjálvsagt tiltrongt í nógvum
førum. Methøgar skattainnntøkur hava gjørt tað møguligt
hjá kommunum at gera hesar íløgur.
Vandin kann tó vera, at pengaríkiligheitin ger, at onkrar
íløgur verða gjørdar uttan stórvegis umhugsan og uttan
stórvegis kvettan til samstarvsmøguleikar. Sum dømi um
hetta kann nevnast bingjuhavnsætlanin hjá Tórshavnar
Býráð á Oyrareingjum sum umhvørvisliga tykist óforsvar
lig og kemur at oyðileggja eina heila bygd, sum borgarar
á staðnum eisini hava víst á - fyribils fyri deyvum
oyrum. Vit vita frá søguligum royndum við Torshavnar
Kommmunu, at havnabygging ikki er sterkasta síðan hjá
kommununi, og tí tykist ætlanin um at leggja fleiri 10
túsundtals fermetrar undir asfalt til bingjur innast í einum
fjørði, har bygt øki er rundanum, serliga margháttlig.
Nú er ikki vist, at Tórshavnar Kommuna sleppur at
gjøgnuføra ætlanina, tí at tað vildi verið sera løgið, um
kommunan sleppir undan at gera eina árinskanning
sambært nýggju havumhvørvislógini frá 2005. Bara tað,
at Kommunan alment sigur seg ætla slíkt, vísir vantandi
vilja til at diskutera samstarv við onnur.
Her er tað, at kommunur mugu læra seg at samstarva um
íløgur. Sunda kommuna hevur víst áhuga í at samstarva
við Tórshavnar Kommunu um farmahavn. Eisini hevur
Runavíkar kommuna tøkt øki til bingjur. Alt hetta kann
gjøgnuførast uttan nakran ampa fyri folk. Allíkavæl trúttar
Tórshavnar Kommuna í besta lokalpolitiskan stíl sína
ætlan ígjøgnum um bingjuhavn, uttan at geva nøkrum
tanka um samstarv við aðrar kommunur gætur, væl
vitandi um, at ein tunnilsætlan er, sum kemur at binda
Skálafjørðin við havnina.
Hvussu kunnu føroyingar vænta, at kommunur fara
at samstarva um umsitingarøki og íløgur, um størsta
kommuna í landinum gongur á odda við solo íløgum, sum
eingin tørvur er á samfelagsliga?
Hvussu kunnu vit vænta, at kommunalpolitikkur í fram
tíðini verður meiri ábyrgdarfullur, um man ikki eingongd
í størstu kommunu í landinum klárar at halda seg bara so
nøkurlunda til stevnuskráir í býráðssamgonguni? Borgar
stjórin í Havn mátti, um nakar, havt ein áhuga í at víst,
at hann tekur stevnuskránna alvorligt hjá tí flokki, hann
sigur seg hoyra til.
Kann man forsvara at leggja landsuppgávur út til komm
unur, sum ikki duga at síggja út um egnar bøgarðar? Kann
man forsvara at leggja landsuppgávur út til kommunur,
sum ikki lurta eftir sínum egnu borgarum?
Vónandi tekur Tórshavnar Kommuna annað skinn um bak,
og gongur á odda í kommunalum samstarvi, sum størsta
kommuna í landinum og tosar við eitt nú Runavíkar
kommunu ella Sunda Kommunu um havnasamstarv,
heldur enn at leggja fleiri 10 túsundtals fermetrar undir í
asfalti og betong innast í einum fjørði og harvið oyðileggja
ein bygd fyri okkara eftirkomarar.
Sosialurin
Tórshavnar Kommuna
má læra at samstarva
Innsent tilfar
Av tí at vit fáa rættuliga nógv innsent tilfar sendandi
– meira enn vit fáa í blaðið – hevur blaðleiðslan
verið noydd at gjørt nakrar avmarkingar.
Enn sum áður skal fult navn skal vera undir øllum
innsendum greinum – annars verða tær ikki
prentaðar. Harnæst tilskila vit okkum rætt til at ikki
at taka við tilfar, sum eisini er sent øðrum bløðum
ella hevur verið prentað aðrastaðni. Drúgvar greinar
– greinar sum eru longri enn áleið 5.500 tekn,
verða raðfestar lægri, og koma bert í blaðið, um
pláss er fyri teimum. Tað er ein fyrimunur um vit fáa
tilfarið umvegis teldupost ella á diskli.
Sosialurin
Stovnaður: 1927
Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller
jan@sosialurin.fo
Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo
Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo
Gudny Langgaard gudny@sosialurin.fo
Henrietta Hammer henrietta@sosialurin.fo
Birgir Waag Høgnesen birgir@sosialurin.fo
Blaðfólk:
Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo
Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo
Snorri Brend snorri@sosialurin.fo
Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo
Rigmor Dam rigmor@sosialurin.fo
Rólant Waag Dam rolant@sosialurin.fo
Heini Kristiansen heinik@sosialurin.fo
Teitur Joensen teitur@sosialurin.fo
Ítróttur:
Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo
Myndamenn:
Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo
Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo
Sosialurin í Norðoyggjum:
Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík
tel. 458686 fax 458687
e-post: klaksvik@sosialurin.fo
Sosialurin í Suðuroy:
tel. 375364 fax 375464
tel. 228814
e-post: aki@sosialurin.fo
e-post: dagfinn@sosialurin.fo
!!! Haldarar
sum ikki hava fingið blaðið, kunnu
ringja til 341818 og boða frá,
leygardag tó frá kl. 11.00-13.00
Uppseting/prent:
Uppseting: Sosialurin
Prent: Prentmiðstøðin
Útgevari:
Sp/f Sosialurin
Avgreiðsla:
Mán.-frí. 8-16
Tórsgøta 1, 100 Tórshavn
Tel. 341800, Fax 341801
Postadressa:
Postboks 76, 110 Tórshavn
E-mail:
post@sosialurin.fo
lysing@sosialurin.fo
lysingartorg@sosialurin.fo
varp@sosialurin.fo
Blaðið verður prentað
mánadag-fríggjadag klokkan 1400
Lýsingar
Freistir:
Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir
Mánadagsblaðið Mán.kl. 10
Frí. kl. 15
Frí. kl. 12
Frí. kl. 12
Týsdagsblaðið
Týs. kl. 10
Mán. kl. 15
Mán. kl. 12
Mán. kl. 12
Mikudagsblaðið
Mik. kl. 10
Týs. kl. 15
Týs. kl. 12
Týs. kl. 12
Hósdagsblaðið
Hós. kl. 10
Mik. kl. 15
Mik. kl. 12
Mik. kl. 12
Fríggjadagsblaðið Frí. kl. 09
Hós. kl. 15
Hós. kl. 12
Hós. kl. 12
Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og áðrenn
ásettu freistir.
Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð.
Stødd:
Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á einum
teigi er 39 mm og rúmið millum teigarnar er 4 mm.
Innsent tilfar
Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blaðleiðslan
ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið.
SAMBAND
eirikur lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
tlf 341800
viðmerkingar
Á sjálvum fimm ára
merkisdegnum hjá ræðu
ligu Guantanamo fanga
leguni viðger uttanlands
nevnd løgtingsins árligu
umbønina
frá
ameri
kanska
hervaldinum,
um at fáa standandi
flúgviloyvi til alt slag av
hernaðarligari flogferðslu
í føroyskum loftrúmi fyri
árið 2007. Eitt høvi, har
vit eiga at gera greitt,
at føroyskt loftrúm ikk i
eigur at vera liður í loyni
ligari burturflyting og
píning av fólki
Júst í gjár var fimm ára
dagurin fyri, at ameri
kanska stjórnin flutti fyrstu
fangarnar
í
Guantana
mo fangaleguna á Cuba.
Hetta høvið hava manna
rættindafelagsskapir kring
heimin nýtt til at mótmæla
ímóti fangaleguni, brotum
á Geneve sáttmálan um
krígsfangar, ágangi ímóti
mannarættindunum
og
ágangi ímóti fólkarætti
num.
Sambært Amnesty Inter
national eru 775 fangar
hildnir aftur á Guantanamo
síðani 2002, og í løtuni sita
430 fangar úr 35 ymiskum
londum í fangaleguni uttan
ákæru ella dóm. Fangarnir
verða illa viðfarnir og bein
leiðis píndir.
Evroparáðið, Amnesty
International og onnur hava
lagt fram prógv fyri, at
amerikanska stjórnin hevur
líknandi loynilig fongsul
eystaru megin Atlantshav
og at loyniligur loftvegis
fangaflutningur fer fram til
hesi fongsul, har fangarnir
verða viðfarnir í stríði við
altjóða reglur.
Uttanlandsnevndin uppií
Hendan sama fimm ára
dagin hjá Guantanamo
fangaleguni viðger uttan
landsnevnd
løgtingsins
árligu umbønina frá ameri
kanska hervaldinum, um at
fáa loyvi til at nýta føroyskt
loftrúm til alt slag av her
naðarligari flogferðslu í
2007 í sambandi við stríðið
í Irak og í sambandi við
“War on Terrorism”.
Eins og í sambandi við
sama mál í fjør er tað mín
avgjørda hugsan, at Føroyar
í svari sínum eiga at gera
vart við, at vit á ongan hátt
góðtaka loyniligan flutning
av fangum gjøgnum før
oyskt loftrúm við pínslu
sum endamáli. Harnæst eig
ur landsstýrið at heita á
donsku stjórnina, um at fáa
kannað og staðfest, hvørt
loftrúmið yvir Føroyum
verður brúkt til ólógligan
flutning av fangum.
Av tí, at altjóða samfelagið
bæði er við í uppbyggingini
av Irak og í altjóða stríðnum
ímóti yvirgangi, eiga vit
kortini ikki at sýta fyri at
geva loyvi til hernaðarliga
flúgving, ið uppfyllir hesi
altjóða endamál. Í 2002
vildi Javnaðarflokkurin ikki
geva sítt samtykki orsakað
av, at ST ikki hevði góðkent
álop á Irak. Í dag er støðan
ein onnur, nú talan er um
uppafturbygging av Irak,
sum altjóða samfelagið er
við í. Tískil eiga føroyskir
myndugleikar ikki at seta
seg ímóti, at flogið verður
gjøgnum føroyskt loftrúm
fyri at hjálpa irakska fólki
num.
Mugu brúka
Fámjinsskjalið
Umframt Mannarættinda
sáttmálan, Geneve sáttmál
an, fólkarættin og vanliga
virðing fyri mannaættini, so
snýr hetta málið seg eisini
um virðing fyri politiskum
avtalum, ið vit sjálvi hava
vunnið okkum. Tann 29.
januar 2005 skrivaðu løg
maður og danski uttanríkis
ráðharrin undir sonevnda
Fámjinsskjalið, sum er
felagslýsing, ið millum
annað fevnir um at víðka
luttøku og ávirkan Føroya
á uttanríkis- og trygdar
politisk mál. Í felagslýs
ingini eru hesi mál lýst
soleiðis:
• I forvaltningen af uden
rigs-
og
sikkerheds
politiske spørgsmål af
betydning for Færøerne
er det naturligt, at Fær
øerne medinddrages og
har medindflydelse.
• Der er tale om ægte
medinddragelse og med
indflydelse med sigte
på ligeværdighed i alle
spørgsmål hvor Danmark
og Færøerne i fællesskab
er inddraget.
Á fundi við uttanlands
nevndina 30. mars 2005
nágreinaðu danski uttan
ríkisráðharrin, Per Stig
Møller, og løgmaður av
taluna um “ægte medind
dragelse og medindflyd
else”. Hetta vóru orð, sum
skuldu takast í størsta álv
ara, varð sagt samstundis
sum dentur varð lagdur á,
at uttanlandsnevndin eisini
átti at kenna sína ábyrgd at
uppfylla hetta endamál.
Havandi í huga, at loyni
ligur flutningur av fangum
helst fer fram í føroyskum
loftrúmi, kenni eg tað sum
mína skyldu sum lim í
uttanlandsnevndini at taka
orðini um “ægte medind
dragelse og medindflydelse”
í størsta álvara, og tí er mítt
tilmæli fylgjandi:
• At løgmaður tekur stig
til at krevja eina ítøkiliga
frágreiðing um møgu
ligan flutning av fangum
í føroyskum loftrúmi.
• At løgmaður í svari sín
um til umbønina frá
USA sendir ein greiðan
politiskan boðskap um,
at Føroyar ynskja at virða
bæði mannarættindini og
fólkarættin, og at vit tískil
ikki góðtaka, at føroyskt
loftrúm verður nýtt sum
liður í ólógligari pínslu
av fangum.
Hóast tað eftir øllum
at døma ikki er hugur í
uttanlandsnevndini at taka
heimildir okkara í álvara
og viðgera hetta álvarsmál
ítøkiliga, er tað mín inniliga
vón, at løgmaður kortini
ger tað.
Guantanamo merkisdagur og uttanlandsnevndin
løgtingsmaður
www.john.fo
John
Johannessen