Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-01-12, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 12. januar 2007síða 10

‹ fyrra síða allar 228 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 9 • 12. - 14. januar 2007 Vikuskifti 10 Lívsins skuggasíða er hennara starv. Deyði, sorg, vónloysi og meiningsloysi eru nakrar av gerandisavbjóðingum hennara. Og henni dámar væl, hóast tað mangan er tungt. Og hóast hon av og á kennir seg hjálparleysa. - Hvussu kann ein t.d. hjálpa tveimum foreldrum, sum júst hava mist sítt elskaða barn? Hvussu skal ein styðja tey av­varðandi, eftir at ein familju­ limur hevur tikið sítt egna lív? Hvussu skal ein hjálpa einum óttafullum menniskja á deyðastrá? Mín uppgáva er ikki at fáa sorgina at hvørva – tað er jú ógjørligt – men at rúma hana og hjálpa teim­um avvarðandi at liva við sorgini, sigur Kathrina Linden­skov Joensen, sum í summar flutti til Føroya at undir­vísa og starvast sum privat­prakti­ serandi sálarfrøðingur. Serøki hennara er sorg og kreppa í sambandi við deyða. Tungar lívstreytir Í starvinum hjá Kathrinu eru teir størstu og tyngstu tilveru­ spurningarnir ein ævigur fylgi­sveinur. Og hon dylur ikki fyri, at tá tú arbeiðir við sjúku og deyða og gerst partur av teimum tyngstu lagnunum, gerast spurningarnir eisini nógvir. Fyri hennara klientar, men sanniliga eisini fyri hana. Hvaðani koma vit? Hví eru vit? Og hvar fara vit? Kathrina sigur, at hesir spurningar gerast átrokandi, tá menniskjan stendur andlit til andlits við deyðans veldi. Við óttan. Óvissuna. Og tað dulda. Og sjálv upplivdi hon hetta, tá bróðir hennara fyri fýra árum síðani tók lívið av sær. Spurd, hvussu hon sjálv fyri­heldur seg til lívsins stóru dulsmál, drálar Kathrina eina løtu, áðrenn orð verða sett á hugsanirnar. - Altso, eg havi eingi svar uppá teir stóru spurningarnir um Gud, uppruna ella lív eftir deyðan. Tað er og verður ein óvissa. Men lívsáskoðanarliga standi eg helst á einum eksi­ stentialistiskum grundarlagi. Lívið er ein møguleiki, okkum er latið í hendur. Vit hava fingið eitt frælsi, sum vit onkurs­vegna mugu royna at umsita. Men samstundis eru vit undirgivin nakrar eksistentiellar fortreytir, og tað er hetta, sum summi menniskju ikki megna. Og sum er ein høvuðsavbjóðing hjá okkum menniskjum. At góðtaka óvissuna. At liva við óttanum. At finna meining í meiningsloysinum. At koma til sættis við, at vit ikki eru harrar yvir øllum, sigur Kathrina. Í hesum høpi nevnir hon fýra grundfortreytir, sum øll menniskju til allar tíðir standa yvirav: Deyðin. Einsemið. Frælsið. Og meiningsloysið. – Grundleggjandi eru øll menniskju einsamøll, tí eingin kann taka mína sorg, sjúku ella hugsanir frá mær. Eingin kann “avloysa” meg eina løtu, so eg fái ein steðg frá mínum lívi. Og eg upplivi mangan, at fólk, sum liggja á deyðastrá, kunnu seg einsamøll, hóast øll tey avvarðandi eru til staðar. Grundleggjandi hevur tú bert teg sjálvan, og tað kann vera tungt, sigur Kathrina. Og tá klientar koma á gátt, sum júst hava upplivað, at sjúka ella vanlukka hevur tikið lív, er tað heila jú myrkt og meiningsleyst. – Tá er mín uppgáva at rúma teirra meiningsloysi og hjálpa teimum at rúma tað. At finna og røkka tey menniskju, sum skulu liva við sorgini, sigur hon. Sum sálarfrøðingur tekur amboðskassin hjá Kathrinu við øðrum orðum útgangsstøði í tí lívinum, vit liva her og nú. Og tað, sum kemur aftaná lívið ella var áðrenn lívið, ger Kathrina seg ikki klókan uppá. – Tá kemur prestur inn í Flýggjanin frá Religión og modernitetur – Høvuðsavbjóðingin hjá okkum menniskj­um er at góðtaka óvissuna, sum eyðkennir hetta lívið. At liva við óttanum. At finna meining í meinings­ loysinum. Og saman við hesum at tora at umsita tað frælsi, vit hava fingið. Tað megna summi menniskju ikki, sum í staðin flýggja. Frá frælsinum. Ábyrgdini. Og sær sjálvum. Tað metir Kathrina Lindenskov Joensen, sálarfrøðingur, sum dagliga arbeiðir við deyða og sorg. Lesið sætta part í greinarøð um trúgv og modernaða menniskjað Samrøða Heini í Skorini heini@sosialurin.fo Kathrina Lindenskov Joensen Fødd 1962. Útbúgving: Sjúkra­røktar­ frøðingur í 1989. Sálar­ frøðisligt embætisprógv frá Danmarks Pædagogiske Universitet 2004. Tvey ára terapeutiska eftirútbúgving innan “Sorg og Kreppu” 2001. Arbeiðsroyndir: Privat­ praktiserandi sálar­frøð­ ingur. Lærari á Sjúkra­ øktarfrøðingaskúla Føroya síðani mei 2006. Ráðgevi í Kræftens Bekæmpelse síðani 2002. Professionellur back-up í Unge og Sorg frá 2003. Avloysari fyri leiðara í Ronald McDonald Hus frá 2003. Eitt hús, har foreldur og sysktin, ið hava álvarsliga sjúk børn, kunnu búgva. Sjúkrarøktarfrøðingur frá 1989 til 2003 við serligum atliti til krabbamein. Undirvísari og ráðgevi í smb. við sorg hjá børnum og ungum tey seinastu 10 árini. Fakta - Søgan um, tá Jesus hongur á krossinum og rópar eftir faðiri sínum, er jú tann ultimativa identifikatiónin við tað einsamalla og niðurundirkomna menniskja. Og tað er hesin boðskapurin um næstrakærleika og identifikatión við tey veiku og einsomu, sum vit í nógv størri mun eiga at dyrka sum kristin, sigur Kathrina Lindenskov Joensen, sálarfrøðingur