fríggjadagur 12. januar 2007síða 13
‹ fyrra síða allar 228 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 9 - 12. januar 2007
13
Bjarni Olsen, Tórshavn, andaðist týsdagin 9.
januar, 70 ára gamal. Jarðarferðin verður úr Havnar
kirkju leygardagin 13. januar klokkan 13.
Jarðarferðin hjá Haldis Eade (iid), fødd Jensen,
ættað úr Leynum, búsitandi í Liss í Onglandi,
verður týsdagin 16. januar klokkan 11.00 úr Sankt
Peters Churce Tervick rogate í Onglandi. Tey ið
vilja minnast Haldis, kunnu lata Føroya Felag móti
krabbameini eina peningagávu.
Andlát og jarðarferðir
Tað er ikki meira enn eitt
ár síðani vit starvsfelagar,
familja og onnur vinfólk
vóru komin saman at ynskja
Jóhannes Eli til lukku við
tí nýggja starvinum. Hann
var vorðin skúlastjóri í
Tórshavnar Kvøld- og
Ungdómsskúla/Tórshavnar
Listaskúla.
Hann hevði verið for
maður í Føroya Lærara
felag og varaskúlastjóri
í Tórshavnar Kommunu
skúla, so hetta skuldi fyrst
avgreiðast.
3. januar 2006 byrjaði
hann so í starvinum. Hann
hevði stórar ætlanir og var
bjartskygdur. Tað ráddi
bara um at koma í gongd
og fara til verka við opnum
sinni og av heilum huga.
Hann fyrireikaði skúla
árið 2006/2007 og fór síð
ani í summarfrí saman við
familjuni. – Skuldi sigla
innanskers í Norra við bát
inum »Antares«, sum hann
sera hegnisliga sjálvur
hevði gjørt.
Hendan gleðin var tó
stokkut. Ein av teimum
allar fyrstu døgunum bleiv
hann sjúkur, og mátti á
sjúkrahús í Norra og síðani
fluttur til Ríkissjúkrahúsið
í Keypmannahavn. Her
bleiv alt gjørt, sum gerast
kundi.
Góði Jóhannes Eli, tú
vónaði, at tær sera hørðu
viðgerðirnar, sum tú fekst,
fóru at hjálpa. Men tíverri,
vónbrotin mátti tú sendast
heim við orðunum: »Einki
er at gera meira, vit kunnu
ikki lekja teg«. Men tú
fekst eina styrki og brúkti
tína barnatrúgv og vit og
skil. »Eg veit hvar leiðin
ber – eg vikni hvønn dag«.
Tú legði alt í Harrans
hendur og fór at fyrireika
»Heimferðina« – gjørdi all
ar fyrireikingarnar sjálvur,
hvørjir sálmar skuldu syngj
ast o.s.fr.
Hettar gav okkum, sum
vitjaðu teg, styrki.
Góðu Asta og børnini. Eg
veit, at tit hava havt eitt gott
lív saman við einum góðum
manni og pápa. Hann, sum
øllum valdar, styrki tykkum
í sorgini.
Nú er Jóhannes Eli farin,
og vit øll, sum kendu hann,
starvaðust saman við hon
um og vóru góð við hann,
vit hava so ilt við at fata, at
boð so brádliga vóru eftir
honum. Eftir liva minnini
og tey sjónligu merki, ið
Jóhannes Eli setti eftir
seg.
Jóhannes Eli var góður
og ábyrgdarfullur lærari og
skúlastjóri – sera
vinsamur.
Tøkk fyri gott samstarv.
Poli
Minningarorð um Jóhannes Eli Iversen
f. 2. januar 1948 • d. 22. desember 2006
Dagurin
13. januar. Tjúgunda halgi. Jólini enda. Tá ið tey taldu
jólini og kvóðu um alt tað, sum Sankta Mortan gav, kvóðu
tey: tjúgu stútir, nú eru jólini úti. Tjúgunda kvøld hevur
verið hildið sum høgtíðsdagur onkustaðni í Føroyum.
Dagurin verður í álmanakkanum eisini róptur Hilarius,
til minnis um ein biskup í Poitiers, ið var mettur høgt
sum kirkjulærari og sálmaskald. Hann hevur yrkt sálmin.
Tær Guð, sum ein ræður himni á. Hilarius doyði í árinum
367.
14. januar. Felix, deyður umleið ár 260. Prestur í Nola,
nærhendis Napoli í Italia. Nógvar eru frásagnirnar um
hansara lítillátna lív og tær mongu undirgerðirnar hann
útinti. Navnið merkir eydnuríkur.
15. januar. Maurus, deyður umleið ár 550. Var næm
ingur hjá tí mæta kleysturhøvdinga Benedikti úr Nursia,
og fylgdi honum eftir sum abbati. Navnið merkir blá
maður
Kunngjørt verður fyri ætt og vinum, at
elskaða kona, mamma, vermamma og systir
Kirsten Dalfoss
Tórshavn ættað úr Vági
andaðist mánadagin 8. januar
á Landssjúkrahúsinum, 59 ára gomul.
Jarðarferðin verður úr Havnar kirkju
mánadagin 15. januar 2007 kl. 13.00.
Familjunnar vegna
Signar, Heidi, Poul og Chiharu
Tíðindaskriv
Frá 11. til 16. januar 2007
hava Randi M. Gunnarsdóttir,
Martina Eriksen, Gudna á
Rógvi Joensen og Wanja
Petersen framsýning í
Smiðjuni í Lítluvík.
Randi M. Gunnarsdóttir,
Martina Eriksen og Gudna
á Rógvi Joensen sýna fram
málningar og Wanja Petersen
sýnir fram handverk, ið hon
hevur sniðgivið og bundið.
Randi M. Gunnarsdóttir,
starvast sum stuðul og
undirvísur í málningalist á
kvøldskúlanum. Martina
Eriksen,
starvast
sum
køksatstøðingur í køkinum
á
Landssjúkrahúsinum.
Gudna á Rógvi Joensen,
sjálvstøðug vinnurekandi
og Wanja Petersen, leiðari í
Tilhaldinum.
Upp-og afturlatingartíðir:
Hósdagin 11. januar frá
kl. 14-18, fríggjadagin 12.
januar 2007 frá kl. 12-19,
leygardagin 13. januar frá kl.
10-19, sunnudagin 14. januar
frá kl. 14-18, mándagin 15.
januar frá kl. 14-19, týsdagin
16. januar kl. 14-19.
Øll eru hjartaliga væl
komin inn á gólvið.
Listaframsýning í Smiðjuni
Lesið
-so eru tit við!