Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-01-12, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 12. januar 2007síða 13

‹ fyrra síða allar 228 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 9 - 12. januar 2007 13 Bjarni Olsen, Tórshavn, andaðist týsdagin 9. januar, 70 ára gamal. Jarðarferðin verður úr Havnar kirkju leygardagin 13. januar klokkan 13. Jarðarferðin hjá Haldis Eade (iid), fødd Jensen, ættað úr Leynum, búsitandi í Liss í Onglandi, verður týsdagin 16. januar klokkan 11.00 úr Sankt Peters Churce Tervick rogate í Onglandi. Tey ið vilja minnast Haldis, kunnu lata Føroya Felag móti krabbameini eina peningagávu. Andlát og jarðarferðir Tað er ikki meira enn eitt ár síðani vit starvsfelagar, familja og onnur vinfólk vóru komin saman at ynskja Jóhannes Eli til lukku við tí nýggja starvinum. Hann var vorðin skúlastjóri í Tórs­havnar Kvøld- og Ung­dómsskúla/Tórshavnar Lista­skúla. Hann hevði verið for­ maður í Føroya Lær­ara­ felag og varaskúlastjóri í Tórshavnar Kommunu­ skúla, so hetta skuldi fyrst avgreiðast. 3. januar 2006 byrjaði hann so í starvinum. Hann hevði stórar ætlanir og var bjartskygdur. Tað ráddi bara um at koma í gongd og fara til verka við opnum sinni og av heilum huga. Hann fyrireikaði skúla­ árið 2006/2007 og fór síð­ ani í summarfrí saman við familjuni. – Skuldi sigla innanskers í Norra við bát­ inum »Antares«, sum hann sera hegnisliga sjálvur hevði gjørt. Hendan gleðin var tó stokkut. Ein av teimum allar fyrstu døgunum bleiv hann sjúkur, og mátti á sjúkra­hús í Norra og síðani fluttur til Ríkis­sjúkrahúsið í Keypmannahavn. Her bleiv alt gjørt, sum gerast kundi. Góði Jóhannes Eli, tú vónaði, at tær sera hørðu viðgerðirnar, sum tú fekst, fóru at hjálpa. Men tíverri, vón­brotin mátti tú sendast heim við orðunum: »Einki er at gera meira, vit kunnu ikki lekja teg«. Men tú fekst eina styrki og brúkti tína barnatrúgv og vit og skil. »Eg veit hvar leiðin ber – eg vikni hvønn dag«. Tú legði alt í Harrans hendur og fór at fyri­reika »Heimferðina« – gjørdi all­ ar fyrireikingarnar sjálvur, hvørjir sálm­ar skuldu syngj­ ast o.s.fr. Hettar gav okkum, sum vitjaðu teg, styrki. Góðu Asta og børnini. Eg veit, at tit hava havt eitt gott lív saman við einum góðum manni og pápa. Hann, sum øllum valdar, styrki tykkum í sorgini. Nú er Jóhannes Eli farin, og vit øll, sum kendu hann, starv­aðust saman við hon­ um og vóru góð við hann, vit hava so ilt við at fata, at boð so brádliga vóru eftir honum. Eftir liva minnini og tey sjónligu merki, ið Jóhannes Eli setti eftir seg. Jóhannes Eli var góður og ábyrgdar­fullur lærari og skúlastjóri – sera vinsamur. Tøkk fyri gott samstarv. Poli Minningarorð um Jóhannes Eli Iversen f. 2. januar 1948 • d. 22. desember 2006 Dagurin 13. januar. Tjúgunda halgi. Jólini enda. Tá ið tey taldu jólini og kvóðu um alt tað, sum Sankta Mortan gav, kvóðu tey: tjúgu stútir, nú eru jólini úti. Tjúgunda kvøld hevur verið hildið sum høgtíðsdagur onkustaðni í Føroyum. Dagurin verður í álmanakkanum eisini róptur Hilarius, til minnis um ein biskup í Poitiers, ið var mettur høgt sum kirkjulærari og sálmaskald. Hann hevur yrkt sálmin. Tær Guð, sum ein ræður himni á. Hilarius doyði í árinum 367. 14. januar. Felix, deyður umleið ár 260. Prestur í Nola, nærhendis Napoli í Italia. Nógvar eru frásagnirnar um hansara lítillátna lív og tær mongu undirgerðirnar hann útinti. Navnið merkir eydnuríkur. 15. januar. Maurus, deyður umleið ár 550. Var næm­ ingur hjá tí mæta kleysturhøvdinga Benedikti úr Nursia, og fylgdi honum eftir sum abbati. Navnið merkir blá­ maður Kunngjørt verður fyri ætt og vinum, at elskaða kona, mamma, vermamma og systir Kirsten Dalfoss Tórshavn ættað úr Vági andaðist mánadagin 8. januar á Landssjúkrahúsinum, 59 ára gomul. Jarðarferðin verður úr Havnar kirkju mánadagin 15. januar 2007 kl. 13.00. Familjunnar vegna Signar, Heidi, Poul og Chiharu Tíðindaskriv Frá 11. til 16. januar 2007 hava Randi M. Gunnarsdóttir, Martina Eriksen, Gudna á Rógvi Joensen og Wanja Petersen framsýning í Smiðjuni í Lítluvík. Randi M. Gunnarsdóttir, Martina Eriksen og Gudna á Rógvi Joensen sýna fram málningar og Wanja Petersen sýnir fram handverk, ið hon hevur sniðgivið og bundið. Randi M. Gunnarsdóttir, starvast sum stuðul og undir­vísur í málningalist á kvøld­skúlanum. Martina Eriksen, starvast sum køksatstøðingur í køkinum á Landssjúkrahúsinum. Gudna á Rógvi Joensen, sjálv­støðug vinnurekandi og Wanja Petersen, leiðari í Tilhaldinum. Upp-og afturlatingartíðir: Hósdagin 11. januar frá kl. 14-18, fríggjadagin 12. januar 2007 frá kl. 12-19, leygardagin 13. januar frá kl. 10-19, sunnudagin 14. januar frá kl. 14-18, mándagin 15. januar frá kl. 14-19, týsdagin 16. januar kl. 14-19. Øll eru hjartaliga væl­ komin inn á gólvið. Listaframsýning í Smiðjuni Lesið -so eru tit við!