Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-01-12, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 12. januar 2007síða 12

‹ fyrra síða allar 228 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 9 • 12. - 14. januar 2007 Vikuskifti 12 Virðingin var týðilig Ingvald á Kamarinum rópar ikki eftir og skeldar ikki næmingarnar á Fjordskolen, men, at teir hava virðing fyri skúlastjóranum, er greitt hjá øllum, ið vitja skúlan. Tá vit komu til skúlan møttu vit, einum flokki av næmingum, ið var á veg inn í bilin hjá skúlanum. Myndamaðurin Símun Jóannesarson spurdi um hann kundi fingið teir upp í gummibátin, ið stóð har á einum vogni. Men hetta noktaði teir, tí Ingvald hevði sett forboð fyri tíð. Tá vit eina løtu seinni vóru á seglbátinum saman við Ingvaldi og einum av yngru dreingjunum, og myndamaðurin bað dreingin kika út á sjógv, vildi hann ikki, tí hetta var kikarin hjá Ingvaldi. Ingvaldi gav tó dronginum loyvi at hyggja í kikarin. Her var ikki talan um ræðslu, men um stóra virðing. Sami drongur segði, at hann vildi ynskt, at Ingvald ættleiddi hann. - Hetta er tað sama við húsinum, dreingirnir virða, at tann eini parturin er privata heimið hjá okkum, segði Ingvald. Vit eru í heiminum hjá Ingvaldi á Kamarinum tætt við havnarlagið í lítla norður sælendska býnum Holbæk. Húsini er býtt upp í tveir partar, heimið hjá Ingvaldi og familjuni í einu helvtini og Fjordskolen í hini helvtini. Fjordskolen er serskúli, ið Ingvald á Kamarinum tók stig til í 2001. Ingvald er sosial pedagogur og fór undir Fjordskolen eftir at hava starvast við ung við trupulleikum á tveimum ymiskum dagtilboðum. Á Fjordskolen eru 13 næmingar, higartil hevur bert verið talan um dreingir í aldrinum 8-15 ár. Hetta eru alt næmingar við stórum trupulleikum við at passa inn í ein vanligan skúla. Slær klikk tá klokkan ringir - Tá okkara næmingar koma inn í ein skúlagarð við asfalti og við eini skúlaklokku sum ringir, tá slær tað klikk fyri teimum, so vit hava roynt at vent øllum 180 stig. Skúlin er í einum vanligum sethúsum. Vit gera nógv fyri at her er hugnaligt. Vit hava stearinljós á borðinum, garðurin er grønur og børnini hava hvør sína teldu, greiðir Ingvald frá yvir nýbryggjaða kaffi. - Tá okkara næmingar hava føðingardag fáa teir gávur, eitt nú fløgur og spøl. Tá onkur doyr í familjuni sendir skúlin ein krans, hetta er alt við til at vísa næminginum, at onkur leggur í hann. At hava skúlan við hús, krevur nógv av familjuni hjá Ingvaldi, men konan, ið er sálarfrøðingur og børnini hjá Ingvaldi stuðla honum í hesum. Eisini leggur Ingvald dent á at húsini eru uppbýtt og hetta virða næmingarnir. Hevur broytt sína støðu Umleið helvtin av næmingu- num á Fjordskolen hava diagnosur sum ADHD, OCD ella Tourettes Syndrom. Summi eru undir doyvandi viðgerð við heilivági. Ingvald greiðir frá, at hann plagdi at vera ímóti, at børn fingu doyv- andi heilivág. Tí gera tey eisini royndir við, at hjálpa børnunum at sleppa av við heilivágin. Men hetta eydnast nærum ongantíð. - Eg havi broytt mína hugsan hesum viðvíkjandi. Um børnini verða hjálpt av heiliváginum, so er tað gott, at man kann gera tað við viðgerðini, sigur Ingvald. Aðrir av næmingunum hava atferðartrupulleikar, av øðrum orsøkum, talan kann vera um næmingar við foreldrum, ið eru sjúk, hava ymiskar trupulleikar ella eru retarderaði ella næm- ingar, sum av øðrum orsøkum eru illa fyri.. Misti ein næming - Tá eg var liðugur við at lesa til Sosial pedagog, arbeiddi eg eitt ár sum lærari á einum spesialskúla fyri ung við Kæft, trit og retning Eftir royndir á tveimum ymiskum verkætlanum, ið fingust við ung við trupulleikum, valdi Ingvald á Kamarinum at stovna sín egna skúla í sínum egna heimi Samrøða Niels Uni Dam blaðmaður nielsuni@sosialurin.fo Mynd: S.J.