Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-01-12, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 12. januar 2007síða 14

‹ fyrra síða allar 228 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

14 Nr. 9 - 12. januar 2007 Ein havtaska kann ferðast í miðal 3,5 km. um døgnið í 183 dagar. Tað vísa merkingarroyndir, sum Fiski­rann­ sóknarstovan hevur gjørt. – Hetta merkir, at havtaska liggur ikki bara við botnin og ”fiskar”, sigur fiskifrøðingurin, Lise Helen Ofstad Kanningar Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Fiskirannsóknarstovan hev­ur merkt havtasku við trolaranum, Vesturfarinum og garnabátinum, Gudrun. Endamálið við merk­ing­ ini, sum Lise Helen Ofstad skrivar um á heimasíðuni hjá stovninum, er at fáa eina vitan um útbreiðsluøki og ferðingamynstur hjá hav­ tasku í føroyskum sjógvi. Endamálið er eisini at finna út av, hvat samband havtaska í okkara sjógvi hevur við grannaøkini. Vesturfarið fiskaði 260 havtaskur á Skeivabanka í mars 2005, sum vórðu merktar, og garnabáturin Gudrun fiskaði 104 hav­ taskur norðanfyri Føroyar í mai/ juni 2005, sum eisini vórðu merktar. Aftrat hesum hava teir merkt 40 havtaskur umborð á Gudrun síðan august 2005. Havtaskurnar vórðu merkt­ar við sonevndum spagetti-merkjum, sum verða skotin inn í ryggin. Lise Helen Ofstad, fiski­ frøð­ingur, veit at siga, at Fiskirannsóknarstovan hev­ ur fingið 14 merktar hav­ taskur aftur í 2005. Ein er fingin undir Íslandi, hinar allar undir Føroyum. – Tað var beint fyri jól í 2005, at Fiski­rann­sókn­ arstovan fekk boð úr Íslandi um, at teir høvdu fingið eina merkta havtasku undir Íslandi. Hetta er so­leiðis tann fyrsta, merkt í føroyskum sjógvi, sum er fingin aftur í øðrum sjógvi enn føroyskum. Hon sigur, at havtaskan, sum teir fingu aftur undir Íslandi, er merkt á merkingartúrinum við Vesturfarinum á Skeiva­ banka, 6. mars 2005. – Tá hon varð merkt, var hon 43 cm. long, og tá ið hon varð fingin aftur sunnanfyri Ísland 183 sam­ døgur seinni, var hon 45 cm. long. Lise Helen Ofstad sigur, at havtaskan varð fing­in aftur 343 fjórðingar í bein­­­ari linju frá merkingarstaðnum á Skeivbabanka. – Hetta merkir, sigur Lise, at hon hevur ferðast í minsta lagi 3,5 km. um døgnið, ið er nógv skjótari enn væntað fyri fisk sum havtasku. Hildið hevur nevniliga verið, at hetta fiskaslagið ligg­ur við botnin og »fiskar« meginpartin av tíð­ ini. Hetta heldur so ikki heilt, staðfestir fiskifrøðingurin. – Roknað verður við, at ein toskur av somu stødd sum hendan havtaskan ferð­ast umleið 18 km. um døgnið. Hugsa vit um ein kalva av somu stødd sum havtaskan, verður mett, at hesi bæði fiskasløgini kunnu ferðast við umleið somu ferð um somu leiðir. Lise Helen Ofstad sigur, at 13 merktar havtaskur eru fingnar aftur frá merk­ ingartúrinum við Gudrun. – Áðrenn tær vórðu fingnar aftur, høvdu tær verið í sjónum í 5-84 samdøgur og høvdu ferðast úr tilsamans 6,5 fjórðingum upp í 45,4 fjórðingar eftir merkingina. Hon sigur, at havtaskan, sum hevur ferðast longst undir Føroyum, hevði verið úti í 78 dagar og hevði ferðast umleið ein km. um døgnið. Fiskifrøðingurin sigur at enda í frágreiðingini, at merkingin við Føroy­ ar er partur av eini norð­ urlendskari verkætlan um havtasku, samstundis sum hetta eisini er ein verkætlan undir fiskivinnuroyndum. – Miðjað verður eftir at merkja enn fleiri havtaskur í føroyskum sjógvi, eins og arbeitt verður við at taka samanum úrslitini higartil, sigur Lise Helen Ofstad. Havtaska liggur ikki bara við botnin og »fiskar« Gamalt er at siga, at havtaska liggur við botnin og »fiskar« At hon fiskar, verður sagt, tí hon hevur ein langan pinn, sum hevur festið frammarliga á høvdinum og sum hongur fram um kjaftin á henni Flakatrolarin Vesturvón hevur seinastu tíðina ligið í Saltangará, har verksmiðjan er umbygd, soleiðis at høgligari verður at arbeiða kongafisk Fiskivinna Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Tað er FJM í Runavík, ið hevur staðið fyri arbeiðn­um, sum gjørt er á verksmiðjuni umborð á flaka­trolarnum Vesturvón. Sum undirveitarar hevur felagið eitt nú havt El- Service á Skála og KJ- Hydraulik á Kambsdali. Anfinn Olsen, reiðari, sigur, at talan er ikki um so ógvuliga stórar broytingar, men so mikið, at tað nú verður lættari at arbeiða kongafisk á verksmiðjuni, tá ið farið verður í Irmingar­ havið. – Vit høvdu ætlað, at skip­ ið loysti aftur umleið 20. januar, men enn er ikki vist, at tað verður so. Reiðarin sigur, at kom­ andi túr verður farið í Barentshavið, helst í norsk­ an sjógvi, og tá ið februar mánaði nærkast, verður hetta vanliga mett sum góð fiskitíð har eysturi. Vesturvón hevur ligið í Saltangará síðan 27. nov­ ember, tá ið skipið kom aftur úr Barentshavinum. An­finn Olsen sigur, at tá ið skipið fer avstað aftur, verða stívliga 30 mans um­borð. Tað er P/F Vesturvón, sum eigur flakatrolaran, og Framherji eigur 100% av partafelagnum Vesturvón. Hava umbygt verksmiðjuna Síðan 27. november hevur flakatrolarin Vesturvón ligið við bryggju í Saltangará, men nú verður skjótt klárt at loysa aftur Mynd: Birgir W. Høgnesen Kombineraða trol-og nótaskipið Fagraberg hjá Framherja hevur gjørt ein rættiligan roktúr á svartkjaftaveiði undir Føroyum Fiskivinna Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo 3254 tons av svartkjafti. Tað er størsta nøgd, sum nakar svartkjaftabátur hevur landað í Fuglafirði nakrantíð. Anfinn Olsen, reiðari, sigur, at hetta er ein góður túrur hjá skipi og manning. – Vit hava selt tey 3254 tonsini fyri umleið 4,5 mió krónur, og tað er rættiliga góð søla til ídnað. Hann vísir á, at prísurin á fiski til ídnað er góður í løtuni, og tí er hugsandi, at hetta eisini er metsøla til ídnað. Heimasíðan hjá Norð­ lýs­inum veit frá skip­ar­ anum, Høgna Hansen úr Oyndarfirði, at siga, at manningarparturin hendan túrin, sum vardi í 11 dagar, er 65.000 krónur. – Eg havi ikki roknað uppá hetta enn, so hetta eru ikki míni tøl, sigur reiðarin, sum kortini heldur, at hetta man fara at vera á góðari leið. Sjálvur heldur hann, at nøgdin hesaferð gjørdist størri enn áður, tí veðrið var so vánaligt upp undir endan av túrinum. – Tá túrurin fer at halla, og skipið fyllist, kann tað hava týdning fyri stúv­ ingina av fiskinum, um ringt er í sjónum. Við rull­inum stúvast fiskurin eisini betur, og tí gjørdist nøgdin hesaferð størri enn nakrantíð áður. Men, leggur hann aftrat, at talan er helst bara um tað eina prosentið í nøgd á muni á hesum túrinum og onkrum øðrum túri, sum skipið hevur gjørt. – Fagraberg fór útaftur í gjár, og nú eru teir farnir at leita eftir svarkjafti. Helst byrja teir túrin á somu leið, sum teir góvust, men enn vita teir ikki, um nakar fiskur er á leiðini í løtuni, sigur reiðarin, Anfinn Olsen. Fagraberg fiskaði í 2006 fyri góðar 80 mió krónur. Fagraberg gjørt rok- túr á svartkjaftaveiði Fagraberg hevur gjørt enn ein roktúr á svartkjaftaveiði – met í nøgd og helst eisini í veiðivirði av ídnaðarfiski