Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-01-12, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 12. januar 2007síða 14

‹ fyrra síða allar 228 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 9 • 12. - 14. januar 2007 Vikuskifti 14 Koyra nógvar næmingar á Bukkvald Ingvald á Kamarinum heldur, at tað er forferdiligt, at eisini øll handverkaralæra er vorðin so bókliga tung. - Tað er forferdiligt, at meistara læran verður koyrd á Bukkvald, tí við at gera tað verða nógvir næmingar eisini koyrdir á bukkvald, vísir Ingvald á og heldur fram: - Nógvir av næmingunum, ið ikki eru so sterkir bókliga duga væl ymiskt handaligt, fyrr fingu hesir næmingar lærupláss, men nú vera hesir mistir á gólvið í okkara samfelag. Hetta átti ikki at verið neyðugt. Føroyar eru eitt somikið lítið samfelag, at vit áttu at kunna skapt eitt ideelt samfelag. noget at drikke og tílíkt. Hon hevði ikki uppliva sovorðið fyrr. Einki er galið við dreingjunum, teir eru stillir og róligir, greiðir Ingvald frá - Tá ein næmingur í 1. flokki í fólkaskúlanum t.d. kemur ov seint, so er tað galið av læraranum at skelda barnið út, tí tað er ikki barnið, ið eigur feilin. Børnini skulu kenna seg trygg í fólkaskúlanum, men ístaðin koma fleiri av teimum skeivt inn í skúlaskipanina av fyrstan tíð. Fyri næmingin gerst tað at hoyra eina klokku ringja eitt niðurlag, og hetta royna vit at rætta uppá. Hetta ber til, men tað krevur, at familjan stuðlar upp um tað, at ein hugburðsbroyting hendur hjá foreldrunum, sigur Ingvald. Ingvald virkar eisini sum ráðgevi, tá tað snýr seg um systkin hjá næmingunum, og fyri at fyribyrgja, at yngri systkin koma skeivt inn í skúlaskipanina og fyri at øll familjan fer í upploysn. Finna orsøkina Ístaðin fyri at skelda ein næming, verður á Fjordskolen tosað við hann, og arbeitt við at finna orsøkina, til tann atburðin, ið næmingurin vísir. Ingvald nevnir eitt dømið: - Ein morgunin tók ein næm­ ingur knappiliga ein stóran ljósastaka, og skuldi sláa ein annan næming í høvdið. Høvdu vit ikki steðga hon, hevði verið heilt galið. Tá vit so tosaðu við næmingin, vísti tað seg, at hann kvøldið fyri hevði sligið ein mann niður við einum kúbeini, tá hesin hevði brotið inn til teirra, og roynt at neyðtaka mammu hansara. Fakliga støðið Fakliga innlæringin tekur støði í einstaka næminginum, og hesin fær tí best møguligar fyritreytir at læra. Á Fjord­ skolen er m.a. ein 13 ára gamal næmingur, ið ikki dugur bókstavirnar Hann er somikið orðblindur, at hann ikki dugur at lesa. Ingvald væntar, at innan fyri 2 ár fer okkurt at henda og vónar, at hann fer at læra at lesa, tí teir arbeiða hart við hesum. - Hann hevur motivatiónina og arbeiðir hart við tí og roynir at blíva við. Hann er ein skilagóður drongur, ið dugur væl alt møguligt annað, so sum at seyma og viðgera myndir á teldu. Ingvald hevur gjørt hann telduumsitara á skúlanum og givið honum eina farteldu. Hini børnini fara til hansara, tá okkurt forrit skal leggjast inn. Hann er glaður og hevur rættan rygg, sigur Ingvald. - Tá er týdningarmikið at fáa ment tað sosiala, og fáa næmingin at skilja, at lívið steðgar ikki, tá tú er 14 ár. Vit læra næmingarnar at koma víðari, sigur Ingvald. Tað týdningarmiklasta fakliga, er at tey læra at lesa og skriva, tí eisini innan støddfrøði eru nógv stykkir lesistykkir, so dugur tú ikki at lesa, hevur tú trupulleikar í øllum fakum. - Umframt alt hitt á skúla­ num, leggja vit nógvan dent á tað fakliga, og tryggja okkum, at næmingarnir gerast klárir til lívið, og hava best møguligar fyritreytir at fóta sær í lívi­ num. Teoriin hevur fingið somikið stórt pláss í øllum útbúgvingum, at tú skalt vera bókliga væl fyri, fyri at klára teg. ! Les meira Fjordskolen í komandi viku Í komandi viku verða fleiri greinir um Fjordskolen, m.a. tosað vit við ein næming, ið hevur gingið á skúlanum um hvussu hann upplivdi hetta. Vit tosa eisini við Ingvald um føroysku Pisa úrslitini og um hvussu hesi kunnu betrast. Seglbáturin hjá Fjordskolen er 1. floks. – Hesi børnini hava ongantíð upplivað at nakað er 1. floks, so tí skulu tey uppliva tað her, sigur Ingvald á Kamarinum. Mynd: Ingvald á Kamarinum Mynd: S.J.