fríggjadagur 12. januar 2007síða 17
‹ fyrra síða allar 228 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 9 - 12. januar 2007
17
tíðindi
men hetta arbeiðið hevur
Eyðun eisini megnað til ful
nar.
Tað bar av ta einu ferðina,
Dúgvan var farin av Leirvík
og var komin nakað væl frá
landi. Tá skuldi Eyðun eitt
ávíst neyðugt ørindi og bað
róðursmannin standa við
róðurpinnin hesa løtuna.
Fá sekund seinni sviku
tó róðurgreiðirnar, og skip
ið stevndi við fullari ferð
beint móti Galvinum á Kals
oynni. Avloysarin gav róp
frá sær, og einum lopi var
Eyðun á staðnum, meiri og
minni liðugur við ørindi
síni.
Við skjótleika, og út frá
royndum sínum sum skip
ari, bjargaði hann skipinum
frá at renna á land – og
ferðafólkunum frá eini
ógvusligari hending.
- Tað verður nógv kravt av
einum skipara. Og í Eyðuni
hava vit havt ein álitismann
og ein skilamann, sum hev
ur verið ein fyrimynd hjá
mongum, sigur Páll Heine
sen, starvsfólkaleiðari hjá
Strandferðsluni.
Kennir sandoyingar
Eyðun hevur fyri ein stóran
part røkt siglingina til Sand
oynna.
At byrja við varð siglt av
Havnini, men tey seinnu
árini hevur verið siglt mill
um Gomlurætt og Skopun.
Hóast skipini í dag eru
sera væl útgjørd við nau
tiskum tólum, so krevur tað
altíð sín mann at fara um
Skopunarfjørð og tá legg
jast skal at í Skopun.
Mong munnu tey vera
sum kent seg trygg sum
ferðafólk, tá tey vistu at
Eyðun stóð við róðrið.
- Eg kenni ikki nøvnini á
øllum sandoyingum. Men
eg kenni kortini tey flestu
andlitini, sigur Eyðun.
Farleiðin í
buksulumm
anum
Fyrr í tíðini var vanligt,
at ein maður og kvinna
fóru í eitt starv, og vórðu
verandi í starvinum alt
lívið.
Í dag er nógv broytt í
hesum, tí nútíðin setur
onnur krøv og hevur
samstundis givið fólki
møguleikar at taka við
nýggjum avbjóðingum.
Eyðun hoyrir kortini til
tað gamla ættarliðið.
At vera partur av
sama reiðaríi í samfull
40 ár er jú ikki 40 dag
ar, men fyri Eyðun hev
ur Strandferðslan verið
eitt gott og trygt arbeiðs
pláss.
Sambært starvsfólk
aleiðaranum á Strand
ferðsluni, Páll Heinesen
eru bert tveir aðrir mans
sum hava verið í starvi
hjá teimum í meiri enn
40 ár – Torleivur David
sen og Andreas Samuel
sen.
Fyri ein slíkan stovn
hevur tað nógv at siga,
at fólk verða verandi í
størvum sínum í mong
ár.
- Tey fáa royndir í star
vinum, og sum skipari
kemur hesin at kenna
sína farleið sum sín egna
buksulumma, sigur Páll
Heinesen.
teir ringu túrarnar
Eyðun Holm, skipari hjá Strandferðsluni í 40 ár
Byrjaði í starvi mikudagin 11. januar 1967
Fylti 67 ár í oktober mánaði í 2006
Hevur siglt við 12 strandfaraskipum:
• Sildberin
• Bragd
• Pride
• Ritan
• Smyril (við tí gula skorsteininum)
• Smyril (Mols’urin)
• Dúgvan (bygd í Føroyum)
• Dúgvan
• Tróndur
• Sam
• Ternan
• Teistin (bygdur í Føroyum)
Fer úr starvi í dag, fríggjadagin 12. januar 2007
FAKTA
Dánjal Norðberg úr Hvalba hevur
siglt mangan túrin við Eyðuni sum
skipari: - Hann hevur verið ein
góður skipari, sigur hann
Í gjár hevði Eyðun 40 ára starvsdag hjá Strandrferðsluni. Hetta fór ikki aftur við borðinum uttan markering, og tað fegnast
abbabørnini eisini um
Eyðun hevur verið í starvi hjá Strandferðsluni í nærum eins langa tíð og starvsfólkaleiðarin, Páll Heinesen. Hesi seinni hevur júst
handað honum eina gávu við myndum av øllum 12 skipunum sum Eyðun hevur ført hesi 40 árini