fríggjadagur 12. januar 2007síða 17
‹ fyrra síða allar 228 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 9 • 12. - 14. januar 2007
Vikuskifti 17
dømir ongan
fyri at fáa svar upp á nakrar
spurningar.
Tað var so nógv, sum hann
ikki skilti, og tað kann eisini
vera torført hjá okkum í dag
at skilja hugtøk sum t.d.
“Guds ríki” og at “vera føddur
av anda av vatni”, sum tað
verður nevnt í frásøgnini um
Nikodemus. Ja, Nikodemus
spurdi enntá, um hann skuldi
inn aftur í mammu sína, so
hann kundi føðast av nýggjum.
Men tá var tað, at hann fekk
hetta svarið, sum eftirhondini
man vera eitt tað mest kenda
bíbliuørindið, ja, ein klassikari:
“Tí at so elskaði Guð heimin,
at hann gav son sín, hin
einborna, til tess at ein og
hvør, sum trýr á hann, ikki skal
glatast, men hava ævigt lív”.
Og her skulu vit serliga
leggja merki til orðingina: “Trýr
á Hann” - tí tað skal nevniliga
ikki so nógv annað til!
Guð er kærleiki! Størstur
av øllum er kærleikin, og tað
sum vit gera móti hvørjum
øðrum – ja, tað sum vit gera
ímóti einum av hansara minstu
- tað hava vit eisini gjørt ímóti
Honum.
Ein prestur segði herfyri, at
tað var tí at Jesus trúði upp á
menniskju, at fólk trúðu upp á
hann.
Hetta kann geva okkum
okkum okkurt at hugsa um.
Og tað er m.a. tað, vit hava
kvøldið og náttina til eftir
dagsins strev. At hugsa í.
Líkasum Viderø og Nikodemus
gjørdu.
Hetta er altíð aktuelt, bæði á
Jesusar døgum fyri 2000 árum
síðani eins væl og í dag. Og
tað verður altíð aktuelt at vísa
næstrakærleika.
Tí er tað týdningarmikið at
brúka ta tíðina vit hava, at
vísa kærleika móti hvørjum
øðrum, tí vit skulu ikki
stúra fyri morgindegnum, tí
morgindagurin hevur nokk við
sínum. Onkur hevur sagt at
ævinleikin býr í løtuni. Og vit
eiga bara løtuna. Hetta eiga
vit ikki at gloyma, nú vit eru
byrjað upp á eitt nýtt ár.
M
en vit skulu ikki gera
góðar gerningar fyri
okkara egnu skyld, tí sum vit
hoyrdu í áðni, so er trúgvin
nokk fyri okkum í okkara
sambandi við Guð. Men teir
góðu gerningarnar skulu vit
gera ímóti næstanum.
Luther gjørdi nógv burturúr,
at vit verða ikki rættvísgjørd
mótvegis Gudi av gerningum.
Ella sagt við einum dømi: Vit
skulu ikki hjálpa einari gamlari
konu yvirum vegin fyri okkara
egnu skyld, men fyri hennara
skyld. Tí um vit hjálpa hesi
konuni yvir um fyri at vinna
nøkur eyka point hjá Guði, so
gera vit tað fyri okkara egnu
skyld.
Og so hava vit sambært
Lutheri misskilt tað heila!
Men Guðs ríki vinna vit bara
við trúgv, og síðani skulu vit
gera teir góðu gerningarnar
ímóti næstanum av kærleika
til næstan og Guð. Tí Guð er
kærleiki.
H
óast kvøldið og náttin
eru myrk – serliga hesa
ársins tíð – og sjálvt um tíðir
kunnu koma í lívinum, har vit
kunnu kenna tað, sum tann
myrka náttin søkkur oman yvir
okkum, so er tað í myrkrinum,
vit tendra ljós. Og á jólum
tendraðist ljós heimsins, og
tað var hesum ljósinum, teir
tríggir vísmenninir leitaðu eftir.
Og sum teir funnu á trettanda.
Kvøldið og náttin eru nakað
serligt, sum Viderø segði.
Tað var eisini um kvøldið,
at Jesus í felagsskapi við
lærusveinunum stovnaði
ta heilagu kvøldmáltíðina.
Líkasum Nikodemus var eitt
vanligt menniskja, ið Jesus
vildi sita til borðs við, so vildi
Jesus eisini sita til borðs
saman Pæturi, sum avnoktaði
hann, saman við Judasi, sum
sveik hann, og við Tummasi,
sum ivaðaðist um hann.
Tí líkasum náttin hjá Viderø
ikki koyrir nakran burtur
frá sær, so vildi Jesus sita
til borðs saman við hesum
monnunum og saman við
teimum fáa sær ta heilagu
kvøldmáltíðina, sum vit hava
til hansara áminningar. Og
tað er við gávum og góðum
gerningum móti hvørjum
øðrum, vit kunnu minnast
hvønn annan, tí tað vit gera
ímóti einum av hansara
minstu, hava vit eisini gjørt
ímóti Honum.
Lat okkum brúka hetta
kvøldið – hesa aftankvirruna
- at hugsa um hetta. Amen.
Helgi í Brekkunum, limur í kirkjuráðnum í Havnar kirkju, er stigtakari til
aftankvirrurnar
Mynd: Jens Kristian Vang
– Guð er kærleiki! Størstur av øllum er kærleikin, og
tað sum vit gera móti hvørjum øðrum – ja, tað sum
vit gera ímóti einum av hansara minstu - tað hava vit
eisini gjørt ímóti Honum
Mynd: Jens Kristian Vang
Helgi í Brekkunum:
Aftankvirran
fær góða
undirtøku
Aftankvirra er eitt nýtt tiltak í Føroyum, sum vísur seg
at hava góða undirtøku millum fólk. Síðani í summar
hevur við føstum millumbili verið skipað fyri aftankvirru í
dómkirkjuni í Havn
Kvirra
Magnus Gunnarsson
maggi@sosialurin.fo
Fyrsta fríggjadag í hvørjum mánað er dómkirkjan í Havn karmur
um tiltakið ”aftankvirra”, tá kirkjan er opin fyri fólki, sum koma
inn at njóta at sita í friði og lurta eftir tónleiki og eini stuttari
andakt.
Hesi tiltøk hava fingið góða undirtøku, sigur Helgi í Brekku
num, sum er limur í kirkjuráðnum í Havnar kirkju og ein av
stigtakarunum til aftankvirrurnar. Lutfalsliga nógv fólk koma til
hesi tiltøk. Meira enn vit høvdu væntað, áðrenn vit byrjaðu, sigur
Helgi.
Hetta við aftankvirrum er ikki vanligt í Føroyum. Í okkara
grannalondum er tað vanligt at kirkjurnar eru opnar sum t.d. í
Danmark, Noregi og Svøríki, har tey hava líknandi tiltøk.
Tað hava tey eisini merkt, tí í summar vóru fleiri útlendingar
til tiltakið. Útlendingarnir hava bæði verið ung og eldri fólk, men
tað hava enn ikki verið nógvir ungir føroyingar.
Aftankvirran er frá kl. 22-23. Frá kl. 21 til 22 er friður, tá kunnu
fólk koma inn á gólvið og seta seg niður og vera fyri seg sjálvi
eina løtu. Hendan løtan kann nýtast til umhugsan og meditatión.
Frá kl. 22 er sangur ella tónleikur í ein hálvan tíma. Tann síðsti
hálvi tímin verður brúktur til eina stutta andakt, og síðan kunnu
fólk fáa sær ein drekkamunn í forkirkjuni, um tey hava hug til
tað.
Helgi í Brekkunum sigur, at hetta er eitt tilboð til øll, sum
ynskja at hvíla eina løtu frá dagsins stríði og bert njóta friðin í
hugnaligum umhvørvi.