Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-01-12, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 12. januar 2007síða 17

‹ fyrra síða allar 228 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 9 - 12. januar 2007 17 tíðindi men hetta arbeiðið hevur Eyðun eisini megnað til ful­ nar. Tað bar av ta einu ferðina, Dúgvan var farin av Leirvík og var komin nakað væl frá landi. Tá skuldi Eyðun eitt ávíst neyðugt ørindi og bað róðursmannin standa við róðurpinnin hesa løtuna. Fá sekund seinni sviku tó róðurgreiðirnar, og skip­ ið stevndi við fullari ferð beint móti Galvinum á Kals­ oynni. Avloysarin gav róp frá sær, og einum lopi var Eyðun á staðnum, meiri og minni liðugur við ørindi síni. Við skjótleika, og út frá royndum sínum sum skip­ ari, bjargaði hann skipinum frá at renna á land – og ferðafólkunum frá eini ógvusligari hending. ­ Tað verður nógv kravt av einum skipara. Og í Eyðuni hava vit havt ein álitismann og ein skilamann, sum hev­ ur verið ein fyrimynd hjá mongum, sigur Páll Heine­ sen, starvsfólkaleiðari hjá Strandferðsluni. Kennir sandoyingar Eyðun hevur fyri ein stóran part røkt siglingina til Sand­ oynna. At byrja við varð siglt av Havnini, men tey seinnu árini hevur verið siglt mill­ um Gomlurætt og Skopun. Hóast skipini í dag eru sera væl útgjørd við nau­ tiskum tólum, so krevur tað altíð sín mann at fara um Skopunarfjørð og tá legg­ jast skal at í Skopun. Mong munnu tey vera sum kent seg trygg sum ferðafólk, tá tey vistu at Eyðun stóð við róðrið. ­ Eg kenni ikki nøvnini á øllum sandoyingum. Men eg kenni kortini tey flestu andlitini, sigur Eyðun. Farleiðin í buk­sulumm­ anum Fyrr í tíðini var vanligt, at ein maður og kvinna fóru í eitt starv, og vórðu verandi í starvinum alt lívið. Í dag er nógv broytt í hesum, tí nútíðin setur onnur krøv og hevur samstundis givið fólki møguleikar at taka við nýggjum avbjóðingum. Eyðun hoyrir kortini til tað gamla ættarliðið. At vera partur av sama reiðaríi í samfull 40 ár er jú ikki 40 dag­ ar, men fyri Eyðun hev­ ur Strandferðslan verið eitt gott og trygt arbeiðs­ pláss. Sambært starvsfólk­ aleiðaranum á Strand­ ferðsluni, Páll Heinesen eru bert tveir aðrir mans sum hava verið í starvi hjá teimum í meiri enn 40 ár – Torleivur David­ sen og Andreas Samuel­ sen. Fyri ein slíkan stovn hevur tað nógv at siga, at fólk verða verandi í størvum sínum í mong ár. ­ Tey fáa royndir í star­ vinum, og sum skipari kemur hesin at kenna sína farleið sum sín egna buksulumma, sigur Páll Heinesen. teir ringu túrarnar Eyðun Holm, skipari hjá Strandferðsluni í 40 ár Byrjaði í starvi mikudagin 11. januar 1967 Fylti 67 ár í oktober mánaði í 2006 Hevur siglt við 12 strandfaraskipum: • Sildberin • Bragd • Pride • Ritan • Smyril (við tí gula skorsteininum) • Smyril (Mols’urin) • Dúgvan (bygd í Føroyum) • Dúgvan • Tróndur • Sam • Ternan • Teistin (bygdur í Føroyum) Fer úr starvi í dag, fríggjadagin 12. januar 2007 FAKTA Dánjal Norðberg úr Hvalba hevur siglt mangan túrin við Eyðuni sum skipari: - Hann hevur verið ein góður skipari, sigur hann Í gjár hevði Eyðun 40 ára starvsdag hjá Strandrferðsluni. Hetta fór ikki aftur við borðinum uttan markering, og tað fegnast abbabørnini eisini um Eyðun hevur verið í starvi hjá Strandferðsluni í nærum eins langa tíð og starvsfólkaleiðarin, Páll Heinesen. Hesi seinni hevur júst handað honum eina gávu við myndum av øllum 12 skipunum sum Eyðun hevur ført hesi 40 árini