fríggjadagur 12. januar 2007síða 22
‹ fyrra síða allar 228 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
22
Nr. 9 - 12. januar 2007
Byin.fo, nýggja andlitið í náttarlívinum í Havn
Fimm av best umtóktu barrunum, diskotekunum og klubbunum í Havn hava fingið egna
heimasíðu. Á henni ber til at hava fingurin á pulsinum.
Tá fyritøkan handan Cippo og Manhattan legði saman við fyritøkuni handan, Rex, Café Natúr
og Eclipse varð bróðurparturin av náttarlívinum í Havn savnaður undir einum samtaki. Hetta felag
hevur nú fingið eitt andlit á alnetinum, byin.fo. Á heimasíðuni eru myndarøðir úr náttarlívinum,
sprundið hetta vikuskiftið og skráin fyri tiltøk, ið verða komandi tíðina. Eisini ber til at koma við
viðmerkingum á síðuni.
-Hetta er okkara egni portalur, her kunnu vit kunna um okkara virksemi bæði tað komandi og
tað farna, sigur Rúni Djurhuus, ið er ein av monnunum handan samtakið.
nud
Í gjár kl 17:00 lat
upp stór framsýning
av føroyskari list
á listasavninum
“Hafnarborg” í
Hafnafirði beint við
Reykjavík
Myndlist
Edmund S. Jacobsen
Við á framsýningi eru:
Edward Fuglø, Astri Luihn,
Sigrun
Gunnarsdóttir,
Torbjørn Olsen, Eyðun
av Reyni og Ingálvur av
Reyni, sáli.
Framsýningin
er
ein
ferðaframsýning
og
er
fingin í lag av Norðurlanda
húsinum í Føroyum. Í 2005
var framsýningin at síggja
í Norðurlandahúsinum og
í 2006 hevur hon verið á
Norðurbryggjuni í Keyp
mannahavn og á Trondheim
Kunstmuseum – og nú at
enda er túrurin so komin
til Ísland.
Á framsýningini eru 40
verk, og eru tey øll máln
ingar. Fleiri av hesum eru
rættuliga stórir og fyllir
framsýningin alt Hafnar
borg savnið, sum er í tveim
um hæddum.
Myndevnið fevnir frá tí
figurativa til tað abstrakta,
og er henda framsýningin
sostatt eitt gott boð uppá
hvussu føroysk samtíðarlist
sær út júst nú.
Framsýningin hevur fing
ið sera góð ummæli, bæði
í Noregi og Danmark. Fyrr
verandi stjórin í Norður
landahúsinum í Føroyum,
Helga Hjørvar, letur upp
framsýningina.
Framsýningin er at síggja
til og við 4. feb. 2007. Sí
meira á
www.hafnarborg.is
Føroysk list
í Íslandi