fríggjadagur 12. januar 2007síða 22
‹ fyrra síða allar 228 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 9 • 12. - 14. januar 2007
Vikuskifti
22
Reaktiónin, ella bakslátturin,
upp á Pisakanningina hevur
higartil millum tey klóku fyrst
og fremst verið eitt kjak um
fleiri undirvísingartímar ella
ikki. Lítið og onki um hvussu
tímarnir gerast betri – teir
tímar, tá týðandi partur av
barlastini verður løgd niður í
okkara børn. Okkara fremstu
menn halda framvegis, at ein
kann byggja heimsins besta
samfelag oman á heimsins
næstringasta skúla.
Hugburðsbroyting
er neyðug
Vit føroyingar verða noyddir
til at rista av okkum allar
minnilutakenslur yvir fyri
útlendingum, ikki minst dønum
og øllum tí, sum danskt er.
Fyri 30 árum síðan var tað
beinleiðis tápuligt at rokna
við, at vit »over night« kundu
sleppa danska tilfarinum
og beinan vegin fara yvir til
føroyskt tilfar. Kunnleikin til
danskt hevur víðkað okkara
sjónarring. Danir hava
viðurkent, at danska málið er
í lagi heima við hús, men alt
ov lítið at hava við sær út í
heim. Teir byrja nú at undirvísa
teimum elstu bólkunum í og
á enskum í teirra fólkaskúla.
Alt fleiri donsk virksemi nýta
enskt, eisini í Danmark. Vit
halda framvegis at føroyskt
er eitt heimsmál. So tungt tað
enn kann tykjast, verða vit
eisini noyddir til at ásanna,
at lítla tabellin, matematiskir,
kemiskir og fysiskir formlar
geva nøkunlunda somu úrslit á
útlendskum sum á føroyskum
máli. At hóast føroyska
náttúran er annarleiðis,
so eru tær grundleggjandi
náttúrulógirnar nøkunlunda
eins og í útlondum.
Bygnaðurin ella
struktururin
í fólkaskúlanum má broytast.
Skúlin eigur at verða býttur í
tvær lodrættar súlur. Onnur
súlan skal fevna um føroyska
málið, søguna og tað sum
serføroyskt er. Her skulu vit
sjálvsagt menna fullgott
føroyskt undirvísingartilfar.
Hin súlan skal fevna um allar
aðrar lærugreinar. Hendan
súlan eigur at skerast vatnrætt
í tríggjar flísar. Til niðastu
flísuna skulu vit menna fullgott
føroyskt undirvísingartilfar
– eisini við umseting - til flestu
lærugreinar. Til miðflísina
skulu vit – um føroyskt tilfar
ikki er tókt - útvega tað besta
undirvísingartilfarið á donskum
máli. Til ovastu flísina skulu
vit hava fatur á tí allar besta
undirvísingartilfarinum á
enskum máli sum finnist.
Hugsi ikki minst um nýggjasta
elektroniska tilfarið, eisini til
»interaktiva« undirvísing, sum
nú vinnur fram.
Undisvísingaramboð
skulu útvegast
– ikki komandi summar
men - beinan vegin. Tað var
gamalt føroyskt fyrst at útvega
spakan, áðrenn ein byrjaði at
grava, og ikki umvent – fyrst
at útvega talvu og krit, seinni
blýantin, áðrenn ein byrjaði at
skriva. Í dag krevjast onnur og
nýggjari undirvísingaramboð.
Teir skúlar, sum ikki longu hava
tað, skulu hava breiðband
og tráðleyst samband inni á
skúlanum. Ein flatskermur
av rímuligari stødd verður
hongdur upp í hvørt bólkarúm,
og rætta talið av printarum og
neyðugur goymsludiskil verður
útvegað tí einstaka skúlanum.
Ein berbar telda og ein geymi
verða lætin øllum lærara- og
fólkaskúlanæmingum, øllum
lærarum og starvsfólkunum í
skúlaumsitingini. Ein samlað
bílegging upp á einar 7000
teldur gevur ein sera rímuligan
stykkjaprís. Teldan skal
hava »tablet« eginleikar og
tey røttu standardforritini,
Mín meining
Pauli Ellefsen
Fólkaskúlin – ne
»Mín meining«
Í teignum »mín meining« sigur Pauli Ellefsen sína hjartans meining um ymisk samfelagslig
viðurskifti. Pauli Ellefsen var løgtingsmaður frá 1974-90. Hann var fólkatingsmaður frá
1977-87 og frá 1988-90. Hann var Føroya Løgmaður frá 1981-85 og hevði tá farloyvi úr
Fólkatinginum. Hann var formaður Sambandsfloksins frá 1974-90. Pauli er útbúgvin fjarritari,
handilsskúlaútbúgving HD og løggildur grannskoðari. Hann hevði í nógv ár egið grannskoðaravirki