Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-01-12, síða 22
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 12. januar 2007síða 22

‹ fyrra síða allar 228 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

22 Nr. 9 - 12. januar 2007 Byin.fo, nýggja andlitið í náttarlívinum í Havn Fimm av best umtóktu barrunum, diskotekunum og klubbunum í Havn hava fingið egna heimasíðu. Á henni ber til at hava fingurin á pulsinum. Tá fyritøkan handan Cippo og Manhattan legði saman við fyritøkuni handan, Rex, Café Natúr og Eclipse varð bróðurparturin av náttarlívinum í Havn savnaður undir einum samtaki. Hetta felag hevur nú fingið eitt andlit á alnetinum, byin.fo. Á heimasíðuni eru myndarøðir úr náttarlívinum, sprundið hetta vikuskiftið og skráin fyri tiltøk, ið verða komandi tíðina. Eisini ber til at koma við viðmerkingum á síðuni. -Hetta er okkara egni portalur, her kunnu vit kunna um okkara virksemi bæði tað komandi og tað farna, sigur Rúni Djurhuus, ið er ein av monnunum handan samtakið. nud Í gjár kl 17:00 lat upp stór framsýning av føroyskari list á listasavninum “Hafnarborg” í Hafnafirði beint við Reykjavík Myndlist Edmund S. Jacobsen Við á framsýningi eru: Edward Fuglø, Astri Luihn, Sigrun Gunnarsdóttir, Torbjørn Olsen, Eyðun av Reyni og Ingálvur av Reyni, sáli. Framsýningin er ein ferðaframsýning og er fingin í lag av Norðurlanda- húsinum í Føroyum. Í 2005 var framsýningin at síggja í Norðurlandahúsinum og í 2006 hevur hon verið á Norðurbryggjuni í Keyp- mannahavn og á Trondheim Kunstmuseum – og nú at enda er túrurin so komin til Ísland. Á framsýningini eru 40 verk, og eru tey øll máln- ingar. Fleiri av hesum eru rættuliga stórir og fyllir framsýningin alt Hafnar- borg savnið, sum er í tveim- um hæddum. Myndevnið fevnir frá tí figurativa til tað abstrakta, og er henda framsýningin sostatt eitt gott boð uppá hvussu føroysk samtíðarlist sær út júst nú. Framsýningin hevur fing- ið sera góð ummæli, bæði í Noregi og Danmark. Fyrr- verandi stjórin í Norður- landahúsinum í Føroyum, Helga Hjørvar, letur upp framsýningina. Framsýningin er at síggja til og við 4. feb. 2007. Sí meira á www.hafnarborg.is Føroysk list í Íslandi