fríggjadagur 12. januar 2007síða 28
‹ fyrra síða allar 228 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
28
[ Nr. 9 - 12. januar 2007 ]
Kyndil-Neistin:
Neistin
skal
finna
stevið
Neistin skal
royna at koma
yvir stórtapið í
steypakappingini,
tá tær leika
lokalbrak ímóti
Kyndli í Sunset
kappingini
HONDBÓLTUR
Teitur Joensen
teitur@sosialurin.fo
Sunnudagin
verður
brakið um Havnini í
bestu kvinnudeildini í
hondbólti, tá Kyndil og
Neistin bresta saman.
Hesi bæði liðini hava
ligið í hvør sínum enda
av stigatalvuni í alt ár,
men munurin í dystun
um hevur ikk i altíð verið
so stórur.
Í fyrsta dystinum
millum liðini í grund
spælinum
megnaði
Kyndil at fylgja Neist
anum allan vegin, og
dysturin endaði eisini
við javnleiki. Í seinna
dystinum kom munurin
á toppi og botni tó
veruliga til sjóndar. Her
lótu neistakvinnurnar
ongantíð nakran iva vera
um, hvat av liðunum
var topplið, og hvat var
botnlið, tí Neistin snøgt
sagt smurdi Kyndil av.
Nú møtast tær so
aftur. Tær grøna ímóti
teimum bláu í slagn
um
um
Havnina.
Higartil hava tær bláu
neistakvinnurnar verið
heldur oman á, men nú
fáa kyndilskvinnurnar
enn ein møguleika at
basa liðnum, sum liggur
á 2. plássi í bestu kvinnu
deildini.
Dráttur skal hanga í oddinum
Leygardagin verður ein dystur á skránni í meistaradeildini
hjá kvinnum. Tá tekur Dráttur ímóti KÍF. Undan dystinum
liggur Dráttur á triðja plássi, meðan KÍF er at finna á fimta
plássi. Dysturin er serliga týdningarmikil fyri Drátt, sum
skal roynaat hanga í hinum báðum oddaliðnum. Hjá KÍF
sær longu rættiliga svart út at røkk a heiðursmerkjunum, og
tí er Dráttur favorittur undan dystinum. Hesin dysturin er
samstundis ein aðalroynd til steypafinaluna hjá kvinnum,
har júst hesi bæði liðini bresta saman tann 17. februar.
VB er stórfavorittur
Ein dystur í Sunset deildini hjá kvinnum verður á skránni á
Skála sunnudagin, tá StÍF tekur ímóti VB. Undan dystinum
liggur VB á triðja plassi, meðan StÍF liggur á fimta plássi,
men stigamunurin er tó stórur. Um VB ætlar sær at halda
fast í hinum báðum oddaliðunum, so er kravið ein sigur í
dystinum ímóti StÍF. Vágskvinnur hava víst gott spæl síðstu
dystirnar, og tí mugu teir eisini metast at vera stórfavorittar
til dystin ímóti StÍF. StÍF hevur tó fyrr í ár víst, at tær kunnu
basa VB, tí í fyrsta dystinum millum liðini bæði í Vági vann
StÍF nevniliga stórsigur.
ÍF hevur møguleika at
leggja seg aftur á odda
í meistaradeildini hjá
monnum, tá teir vitja
hjá Fleyr leygardagin
FLOGBÓLTUR
Teitur Joensen
teitur@sosialurin.fo
Bert ein dystur verður á
skránni í meistaradeildini hjá
monnum í vikuskiftinum, tá
Fleyr tekur ímóti ÍF. Miku
kvøldið misti ÍF oddasessin,
tá Mjølnir vann á SÍ í Sørvági,
men nú hava fuglfirðingarnir
møguleika at vinna oddasessin
aftur, um teir vinna dystin á
Fleyr leygardagin.
Gongdin hjá gestunum úr
Fuglafirði hevur verið stak
góð í ár. Frá fyrsta dysti
løgdu teir seg á odda í bestu
mansdeildini, og líka til nú
hava teir megnað at varðveitt
henda oddasessin. Júst nú er
Mjølnir frammanfyri, men ÍF
hevur tó leikt ein dyst færri.
Hjá Fleyr hevur ikk i gingið
eins væl og hjá gestunum.
Teir hava ligið í boninum í alt
árið, og júst nú liggja teir á
fjórða plássið, men líkindini
fyri heiðursmerkjum eru
ikk i serliga stór, tí lopið
upp til trý tey ovastu liðini
er rættiliga stórt.
ÍF hevur ikki havt
trupulleikar av Fleyr
Hesi bæði liðini hava eisini
møtt hvørjum øðrum tvær
ferðir fyrr í grundspælinum,
og í báðum førum hevur ÍF
vunnið rætiliga trygt. Í fyrra
dystinum vann Fleyr annars
fyrsta settið, en eftir hetta
var eingin ivi um úrslitið.
ÍF vann nevniliga seinastu
trý settini trygt.
Í seinna dystinum var
heldur eingin ivi. Tá vann ÍF
3-0, og heldur ikk i hesaferð
megnaði Fleyr at gera
stórvegis mótstøðu.
Nú møtast hesi bæði liðini
so aftur, og undan dystinum
má ÍF metast at vera stór
favorittur at vinna hann.
Vinna teir dystin, so leggja
teir seg aftur á odda í bestu
mansdeildini í flogbólti.
Fleyr-ÍF:
ÍF kann endurvinna oddasessin
Toppdystur verður í
meistaradeildini hjá
kvinnum í Trongis
vági leygardagin, tá
TB tekur ímóti ÍF.
Vinnarin av dystinum
leggur seg á odda í
bestu kvinnudeildini
FLOGBÓLTUR
Teitur Joensen
teitur@sosialurin.fo
Lagt verður upp til eitt brak
av einum flogbóltsdysti,
tá bestu kvinnuliðini hjá
TB og ÍF bresta saman í
Trongisvági leygardagin.
Hetta er triðji dysturin í enda
spælinum, men hetta er sam
stundis fyrsti dysturin eftir
vetrarsteðgin, so liðini hava
ikk i verið í dysti í 3 vikur.
Undan dystinum liggur ÍF
á odda í meistaradeildini hjá
kvinnum, men beint í hølunum
á teimum liggur TB, sum bert
er eitt stig aftanfyri oddaliðið.
Tað vil siga, at vinnarin av
dystinum leygardagin leggur
seg við vissu á odda í bestu
kvinnudeildini.
Hetta eru helst eisini
tey bæði liðini, sum hava
havt bestu gongdina síðstu
dystirnar. Gestirnir úr Fugla
firði hava vunnið síðstu
tríggjar dystirnar, og teirra
spæl hevur riggað ótrúliga
væl í seinastuni.
Hjá TB hevur eisini gingið
væl. Tríggir av síðstu fýra
dystunum eru endaðir við
sigri, og tí er ikk i heilt av leið,
at júst hesi bæði liðini liggja
á odda í meistaradeildini hjá
kvinnum.
ÍF hevur takið á TB
Liðini hava møtt hvørjum
øðrum tvær ferðir undan
týdningarmikla toppdyst
inum leygardagin. Hesir
báðir dystirnar hava verið í
grundspælinum, og í fyrra
dystinum, sum var á Kambs
dali, eydnaðist ÍF at vinna
ein rættiliga tryggan sigur.
Hevði ÍF vunnið trygt á
Kambsdali, so var slett eingin
ivi, tá liðini møttu hvørjum
øðrum í Trongisvági í síðsta
dystinum av grundspælinum.
Her vann ÍF ein sannførandi
3-0 sigur, so ÍF hevur veru
liga havt takið á TB í ár.
Undan dystinum í Trongis
vági er ÍF helst lítil favorittar,
men TB hevur tó til góðar
at vinna á ÍF í ár, so tær
fara sikk urt at leggja nógv
fyri í teirra rondum at basa
oddaliðnum.
TB-ÍF:
Vinnarin leggur seg á odda
Vinnarin av dystinum leggur seg við vissu á odda í meiistaradeildini hjá kvinnum, tá toppdystur verður í Trongisvági millum TB
og ÍF