Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-01-12, síða 28
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 12. januar 2007síða 28

‹ fyrra síða allar 228 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

28 [ Nr. 9 - 12. januar 2007 ] Kyndil-Neistin: Neistin skal finna stevið Neistin skal royna at koma yvir stórtapið í steypakappingini, tá tær leika lokalbrak ímóti Kyndli í Sunset kappingini HONDBÓLTUR Teitur Joensen teitur@sosialurin.fo Sunnudagin verður brak­ið um Havnini í bestu k­vinnudeildini í hondbólti, tá Kyndil og Neistin bresta saman. Hesi bæði liðini hava ligið í hvør sínum enda av stigatalvuni í alt ár, men munurin í dystun­ um hevur ik­k­i altíð verið so stórur. Í fyrsta dystinum millum liðini í grund­ spælinum megnaði Kyndil at fylgja Neist­ anum allan vegin, og dysturin endaði eisini við javnleik­i. Í seinna dystinum k­om munurin á toppi og botni tó veruliga til sjóndar. Her lótu neistak­vinnurnar ongantíð nak­ran iva vera um, hvat av liðunum var topplið, og hvat var botnlið, tí Neistin snøgt sagt smurdi Kyndil av. Nú møtast tær so aftur. Tær grøna ímóti teimum bláu í slagn­ um um Havnina. Higartil hava tær bláu neistak­vinnurnar verið heldur oman á, men nú fáa k­yndilsk­vinnurnar enn ein møguleik­a at basa liðnum, sum liggur á 2. plássi í bestu k­vinnu­ deildini. Dráttur skal hanga í oddinum Leygardagin verður ein dystur á sk­ránni í meistaradeildini hjá k­vinnum. Tá tek­ur Dráttur ímóti KÍF. Undan dystinum liggur Dráttur á triðja plássi, meðan KÍF er at finna á fimta plássi. Dysturin er serliga týdningarmik­il fyri Drátt, sum sk­al roynaat hanga í hinum báðum oddaliðnum. Hjá KÍF sær longu rættiliga svart út at røk­k­a heiðursmerk­junum, og tí er Dráttur favorittur undan dystinum. Hesin dysturin er samstundis ein aðalroynd til steypafinaluna hjá k­vinnum, har júst hesi bæði liðini bresta saman tann 17. februar. VB er stórfavorittur Ein dystur í Sunset deildini hjá k­vinnum verður á sk­ránni á Sk­ála sunnudagin, tá StÍF tek­ur ímóti VB. Undan dystinum liggur VB á triðja plassi, meðan StÍF liggur á fimta plássi, men stigamunurin er tó stórur. Um VB ætlar sær at halda fast í hinum báðum oddaliðunum, so er k­ravið ein sigur í dystinum ímóti StÍF. Vágsk­vinnur hava víst gott spæl síðstu dystirnar, og tí mugu teir eisini metast at vera stórfavorittar til dystin ímóti StÍF. StÍF hevur tó fyrr í ár víst, at tær k­unnu basa VB, tí í fyrsta dystinum millum liðini bæði í Vági vann StÍF nevniliga stórsigur. ÍF hevur møguleika at leggja seg aftur á odda í meistaradeildini hjá monnum, tá teir vitja hjá Fleyr leygardagin FLOGBÓLTUR Teitur Joensen teitur@sosialurin.fo Bert ein dystur verður á sk­ránni í meistaradeildini hjá monnum í vik­usk­iftinum, tá Fleyr tek­ur ímóti ÍF. Mik­u­ k­vøldið misti ÍF oddasessin, tá Mjølnir vann á SÍ í Sørvági, men nú hava fuglfirðingarnir møguleik­a at vinna oddasessin aftur, um teir vinna dystin á Fleyr leygardagin. Gongdin hjá gestunum úr Fuglafirði hevur verið stak­ góð í ár. Frá fyrsta dysti løgdu teir seg á odda í bestu mansdeildini, og lík­a til nú hava teir megnað at varðveitt henda oddasessin. Júst nú er Mjølnir frammanfyri, men ÍF hevur tó leik­t ein dyst færri. Hjá Fleyr hevur ik­k­i gingið eins væl og hjá gestunum. Teir hava ligið í boninum í alt árið, og júst nú liggja teir á fjórða plássið, men lík­indini fyri heiðursmerk­jum eru ik­k­i serliga stór, tí lopið upp til trý tey ovastu liðini er rættiliga stórt. ÍF hevur ikki havt trupulleikar av Fleyr Hesi bæði liðini hava eisini møtt hvørjum øðrum tvær ferðir fyrr í grundspælinum, og í báðum førum hevur ÍF vunnið rætiliga trygt. Í fyrra dystinum vann Fleyr annars fyrsta settið, en eftir hetta var eingin ivi um úrslitið. ÍF vann nevniliga seinastu trý settini trygt. Í seinna dystinum var heldur eingin ivi. Tá vann ÍF 3­0, og heldur ik­k­i hesaferð megnaði Fleyr at gera stórvegis mótstøðu. Nú møtast hesi bæði liðini so aftur, og undan dystinum má ÍF metast at vera stór­ favorittur at vinna hann. Vinna teir dystin, so leggja teir seg aftur á odda í bestu mansdeildini í flogbólti. Fleyr-ÍF: ÍF kann endurvinna oddasessin Toppdystur verður í meistaradeildini hjá kvinnum í Trongis­ vági leygardagin, tá TB tekur ímóti ÍF. Vinnarin av dystinum leggur seg á odda í bestu kvinnudeildini FLOGBÓLTUR Teitur Joensen teitur@sosialurin.fo Lagt verður upp til eitt brak­ av einum flogbóltsdysti, tá bestu k­vinnuliðini hjá TB og ÍF bresta saman í Trongisvági leygardagin. Hetta er triðji dysturin í enda­ spælinum, men hetta er sam­ stundis fyrsti dysturin eftir vetrarsteðgin, so liðini hava ik­k­i verið í dysti í 3 vik­ur. Undan dystinum liggur ÍF á odda í meistaradeildini hjá k­vinnum, men beint í hølunum á teimum liggur TB, sum bert er eitt stig aftanfyri oddaliðið. Tað vil siga, at vinnarin av dystinum leygardagin leggur seg við vissu á odda í bestu k­vinnudeildini. Hetta eru helst eisini tey bæði liðini, sum hava havt bestu gongdina síðstu dystirnar. Gestirnir úr Fugla­ firði hava vunnið síðstu tríggjar dystirnar, og teirra spæl hevur riggað ótrúliga væl í seinastuni. Hjá TB hevur eisini gingið væl. Tríggir av síðstu fýra dystunum eru endaðir við sigri, og tí er ik­k­i heilt av leið, at júst hesi bæði liðini liggja á odda í meistaradeildini hjá k­vinnum. ÍF hevur takið á TB Liðini hava møtt hvørjum øðrum tvær ferðir undan týdningarmik­la toppdyst­ inum leygardagin. Hesir báðir dystirnar hava verið í grundspælinum, og í fyrra dystinum, sum var á Kambs­ dali, eydnaðist ÍF at vinna ein rættiliga tryggan sigur. Hevði ÍF vunnið trygt á Kambsdali, so var slett eingin ivi, tá liðini møttu hvørjum øðrum í Trongisvági í síðsta dystinum av grundspælinum. Her vann ÍF ein sannførandi 3­0 sigur, so ÍF hevur veru­ liga havt tak­ið á TB í ár. Undan dystinum í Trongis­ vági er ÍF helst lítil favorittar, men TB hevur tó til góðar at vinna á ÍF í ár, so tær fara sik­k­urt at leggja nógv fyri í teirra rondum at basa oddaliðnum. TB-ÍF: Vinnarin leggur seg á odda Vinnarin av dystinum leggur seg við vissu á odda í meiistaradeildini hjá kvinnum, tá toppdystur verður í Trongisvági millum TB og ÍF