fríggjadagur 12. januar 2007síða 39
‹ fyrra síða allar 228 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 9 - 12. januar 2007
39
Lesið meira um onnur størv á www.torshavn.fo/leysstorv
Starvið sum leiðari fyri frítíðarundirvísingina í Tórshavnar
kommunu, Tórshavnar Kvøld- og Ungdómsskúla og Tórshavnar
Listaskúla er leyst at søkja skjótast gjørligt.
Undir ábyrgd leiðarans í mentamáladeildini í Tórshavnar kommunu
skal leiðarin hava dagligu leiðsluna og fyrisitingina fyri allari
frítíðarundirvísing í kommununi.
Søkt verður eftir leiðara, sum:
• hevur hug og hegni at leiða, dugir at samstarva og er
fyrikomandi
• hevur fyrisitingarligan kunnleika og hug og hegni at átaka sær
fyrisitingarliga ábyrgd
• er námsfrøðiliga og undirvísingarliga nýskapanarsinnaður
• er førur fyri at menna frítíðarundirvísingina og skipa
undirvísingarliga tilboðið til tørvin hjá borgarunum í
kommununi
• er kveikjandi í sínum arbeiði í frítíðarundirvísingini
• á fólkaræðisligum støði skal fremja góðar arbeiðsumstøður og
menna samstarvið millum næmingar, lærarar og onnur
samstarvsfólk
• er førur fyri at skilja støðuna hjá øðrum og dugir at loysa
trupulleikar
• kann skapa virðing fyri skúlanum og umstøðunum hjá tí
einstaka fyri medávirkan og medábyrgd
• tolir broytingar í starvinum
Førleikakrøv
Umsøkjari skal hava fólkaskúlalærara- ella aðra samsvarandi
útbúgving og fyrisitingarligar royndir.
Lønar- og setanartreytir
Starvið er fulltíðarstarv og verður sett sambært sáttmála við
avvarðandi yrkisfelag.
Meiri fæst at vita
við at venda sær til Jákup Simonsen, leiðara í mentamáladeildini,
teldupostur: jakup@torshavn.fo tlf. 302010 ella Ingibjørg Berg,
trivnaðarstjóra, teldupostur: ingibjorg@torshavn.fo, tlf. 302010.
Umsókn
saman við upplýsingum um útbúgving og royndir og møguligum
viðmælum skal vera Tórshavnar kommunu, postrúm 32, FO-110
Tórshavn, í hendi í seinasta lagi fríggjadagin 26. januar 2007.
Tórshavnar kommuna
Leiðari til frítíðarundirvísingina
Tórshavnar Kvøld- og Ungdómskúli
og Tórshavnar Listaskúli
eru skúlar undir býráðnum, sum hevur tilboð til borgaran um
undirvísing í frítíðini, og stór tilgongd er til allar lærugreinirnar.
Her er talan um handverk og handarbeiði av ymiskum slag, bóklig
undirvísing, tilboð til rørslutarnað og menningartarnað, frítíðar-
virksemi til børn og ung og mangt annað. Royndarfyrireikandi lestur
9. til 10. fl. Dugnaskapsroynd til sigling og motorlæru og
royndarskeið S.R.C.
Í skúlanum ganga yvir 3.000 næmingar, og har starvast um 200
lærarar. 274 fl. í 33 støðum í býnum umframt Argir, Hvítanes,
Kaldbak, Kollafjørður, Velbastaður og Nólsoy.
Heilsurøktari
Eitt starv sum heilsurøktari til Ítrivstovuna er leyst til
setan frá 15. februar 2007.
Starvslýsing
Í høvuðsheitum umfatar starvið at standa fyri dagliga
arbeiðinum og leiðsluni í Ítrivstovuni, her í millum
aktivering av búfólkunum. Starvið hevur beinleiðis
tilknýti til fyristøðukvinnuna.
Arbeiðstíðin er 0,9.
Førleikakrøv
Tað er eitt krav, at umsøkjarin hevur lokið prógv sum
ergoterapeutur ella heilsurøktari.
Setanartreytir
Løn og setanartreytir sambært sáttmála millum av-
varðandi yrkisfelag og Fíggjarmálaráðið.
Nærri fæst at vita um starvið við at venda sær til
Sunnevu Petersen fyristøðukvinnu tlf. 37 16 66 lokal
147.
Umsóknir
Umsóknir við avriti av prógvum v.m. skulu sendast til:
Suðuroyar Ellis- & Røktarheim
att. Ronnié Midjord, umsjónarmaður
800 Tvøroyri
Umsóknarfreist 1. februar 2007.
Suðuroyar Ellis- & Røktarheim
FO-800 Tvøroyri
Tlf: 37 16 66 Fax: 37 11 42
Lesið meira um onnur størv á www.torshavn.fo/leysstorv
Tórshavnar kommuna søkir eftir einum økispedagogi at arbeiða 40
tímar um vikuna at byrja skjótast til ber.
Arbeiðið fevnir m.a. um:
• vegleiðing av dagrøktarum
• at skipa fyri ymiskum tiltøkum
• foreldrasamstarv
Tú er
pedagogur, hevur royndir innan dagstovnaøkið, kann arbeiða
sjálvstøðugt og hevur lætt við at samstarva.
Setanarviðurskifti
Starvið verður sett sambært sáttmála millum Kommunala
Arbeiðsgevarafelag Føroya og Føroya Pedagogfelag.
Umsókn
saman við upplýsingum um útbúgving og royndir og møguligum
viðmælum skal vera Dagrøktarskipanini, postboks 32, 110 Tórshavn,
í hendi í seinasta lagi fríggjadagin 26. januar 2007.
Meira fæst at vita
við at venda sær til Trønd Ennistíg, dagrøktarleiðari, tlf. 302010.
Tórshavnar kommuna
Økispedagogur
lýsingar
Internet Sosialur
www.sosialurin.fo
in