Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-01-12, síða 39
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 12. januar 2007síða 39

‹ fyrra síða allar 228 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 9 - 12. januar 2007 39 Lesið meira um onnur størv á www.torshavn.fo/leysstorv Starvið sum leiðari fyri frítíðarundirvísingina í Tórshavnar kommunu, Tórshavnar Kvøld- og Ungdómsskúla og Tórshavnar Listaskúla er leyst at søkja skjótast gjørligt. Undir ábyrgd leiðarans í mentamáladeildini í Tórshavnar kommunu skal leiðarin hava dagligu leiðsluna og fyrisitingina fyri allari frítíðarundirvísing í kommununi. Søkt verður eftir leiðara, sum: • hevur hug og hegni at leiða, dugir at samstarva og er fyrikomandi • hevur fyrisitingarligan kunnleika og hug og hegni at átaka sær fyrisitingarliga ábyrgd • er námsfrøðiliga og undirvísingarliga nýskapanarsinnaður • er førur fyri at menna frítíðarundirvísingina og skipa undirvísingarliga tilboðið til tørvin hjá borgarunum í kommununi • er kveikjandi í sínum arbeiði í frítíðarundirvísingini • á fólkaræðisligum støði skal fremja góðar arbeiðsumstøður og menna samstarvið millum næmingar, lærarar og onnur samstarvsfólk • er førur fyri at skilja støðuna hjá øðrum og dugir at loysa trupulleikar • kann skapa virðing fyri skúlanum og umstøðunum hjá tí einstaka fyri medávirkan og medábyrgd • tolir broytingar í starvinum Førleikakrøv Umsøkjari skal hava fólkaskúlalærara- ella aðra samsvarandi útbúgving og fyrisitingarligar royndir. Lønar- og setanartreytir Starvið er fulltíðarstarv og verður sett sambært sáttmála við avvarðandi yrkisfelag. Meiri fæst at vita við at venda sær til Jákup Simonsen, leiðara í mentamáladeildini, teldupostur: jakup@torshavn.fo tlf. 302010 ella Ingibjørg Berg, trivnaðarstjóra, teldupostur: ingibjorg@torshavn.fo, tlf. 302010. Umsókn saman við upplýsingum um útbúgving og royndir og møguligum viðmælum skal vera Tórshavnar kommunu, postrúm 32, FO-110 Tórshavn, í hendi í seinasta lagi fríggjadagin 26. januar 2007. Tórshavnar kommuna Leiðari til frítíðarundirvísingina Tórshavnar Kvøld- og Ungdómskúli og Tórshavnar Listaskúli eru skúlar undir býráðnum, sum hevur tilboð til borgaran um undirvísing í frítíðini, og stór tilgongd er til allar lærugreinirnar. Her er talan um handverk og handarbeiði av ymiskum slag, bóklig undirvísing, tilboð til rørslutarnað og menningartarnað, frítíðar- virksemi til børn og ung og mangt annað. Royndarfyrireikandi lestur 9. til 10. fl. Dugnaskapsroynd til sigling og motorlæru og royndarskeið S.R.C. Í skúlanum ganga yvir 3.000 næmingar, og har starvast um 200 lærarar. 274 fl. í 33 støðum í býnum umframt Argir, Hvítanes, Kaldbak, Kollafjørður, Velbastaður og Nólsoy. Heilsurøktari Eitt starv sum heilsurøktari til Ítrivstovuna er leyst til setan frá 15. februar 2007. Starvslýsing Í høvuðsheitum umfatar starvið at standa fyri dagliga arbeiðinum og leiðsluni í Ítrivstovuni, her í millum aktivering av búfólkunum. Starvið hevur beinleiðis tilknýti til fyristøðukvinnuna. Arbeiðstíðin er 0,9. Førleikakrøv Tað er eitt krav, at umsøkjarin hevur lokið prógv sum ergoterapeutur ella heilsurøktari. Setanartreytir Løn og setanartreytir sambært sáttmála millum av- varðandi yrkisfelag og Fíggjarmálaráðið. Nærri fæst at vita um starvið við at venda sær til Sunnevu Petersen fyristøðukvinnu tlf. 37 16 66 lokal 147. Umsóknir Umsóknir við avriti av prógvum v.m. skulu sendast til: Suðuroyar Ellis- & Røktarheim att. Ronnié Midjord, umsjónarmaður 800 Tvøroyri Umsóknarfreist 1. februar 2007. Suðuroyar Ellis- & Røktarheim FO-800 Tvøroyri Tlf: 37 16 66 Fax: 37 11 42 Lesið meira um onnur størv á www.torshavn.fo/leysstorv Tórshavnar kommuna søkir eftir einum økispedagogi at arbeiða 40 tímar um vikuna at byrja skjótast til ber. Arbeiðið fevnir m.a. um: • vegleiðing av dagrøktarum • at skipa fyri ymiskum tiltøkum • foreldrasamstarv Tú er pedagogur, hevur royndir innan dagstovnaøkið, kann arbeiða sjálvstøðugt og hevur lætt við at samstarva. Setanarviðurskifti Starvið verður sett sambært sáttmála millum Kommunala Arbeiðsgevarafelag Føroya og Føroya Pedagogfelag. Umsókn saman við upplýsingum um útbúgving og royndir og møguligum viðmælum skal vera Dagrøktarskipanini, postboks 32, 110 Tórshavn, í hendi í seinasta lagi fríggjadagin 26. januar 2007. Meira fæst at vita við at venda sær til Trønd Ennistíg, dagrøktarleiðari, tlf. 302010. Tórshavnar kommuna Økispedagogur lýsingar Internet Sosialur www.sosialurin.fo in