fríggjadagur 12. januar 2007síða 38
‹ fyrra síða allar 228 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
38
Nr. 9 - 12. januar 2007
Sløkkiliðsmenn
til Fuglafjarðar sløkkilið
Fuglafjarðar kommuna søkir hervið eftir 3 leys-
um sløkkiliðsmonnum til Fuglafjarðar sløkkilið
til setan 1. februar 2007 ella skjótast eftir hetta.
Sum treyt verður sett, at viðkomandi skulu
hava heilsuváttan, revsiváttan og stóra koyri-
kortið. Tó kunnu persónar, sum ikki lúka
krøvini fyri koyrikorti, søkja størvini við teirri
treyt, at hetta verður fi ngið til vega skjótast,
um teir verða settir í starv.
Somuleiðis verður kravt, at umsøkjarar antin
hava ella skulu taka neyðugt grundskeið í 1.
hjálp. Neyðuga víðari útbúgving sambært
kunngerð um útbúgving av sløkkiliðsmonnum
skipar Fuglafjarðar sløkkilið fyri.
Nærri upplýsningar um størvini eru at fáa frá
brunastjóranum William S. Askham á telefon
220 101.
Møguligar umsóknir, ið skulu verða skrivligar,
skulu verða Fuglafjarðar kommunu, Norður í
Gerði 10B, 530 Fuglafjørður í hendi í seinasta
lagi 26. januar 2007 kl. 15.00.
Kommunan skilar sær rætt til at velja millum
innkomnar umsóknir ella onga at taka.
Fuglafjarðar
Kommuna
Handilshøli ynskist til
keyps ella leigu
Stødd: 125 - 250 m2
Yvirtøka: eftir avtalu
(kann bíða upp til ½ ár, um hølið er tað rættað)
Bill. mrk. 0607005
lýsingar
um...
...er lisin
-so ert
tú við!