fríggjadagur 12. januar 2007síða 46
‹ fyrra síða allar 228 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
46
Nr. 9 - 12. januar 2007
tíðindi
heilsanir
Hjartaliga takka vit øllum tykkum, sum á ymiskan hátt
gleddu okkum og vóru við til at gera hjúnabandsdag okkara
15. juli 2006 so góðan og ógloymandi.
Kristina og Filip
Brúðarmyndir
Góðu tit bæði
Hjartaliga tillukku við 20 og 25 ára døgunum 12. og 14.
jan. Tit eru bara for snacky! We love you :o) Heilsan The
gamg in mp og Cleo
PS: Gleða okkum til ballið
Góði Markus
Hjartaliga tillukku við 3 ára føðingardegnum 12. jan. Eisini
ein heilsan til Samson. Jesus pápi signi lívsleið tykkara.
Vit elska tykkum.
Bestu heilsur omma og abbi í Havn
Góða mamma, vermamma, omma og
langomma
Hjartaliga tillukku við 60 ára føðingardegnum
14. jan. Tær verður ynskt alt tað besta í framtíðini
og takk fyri alt tú ert fyri okkum. Vit elska teg.
Heilsan vit í Havn - Sunrid, Sverri, Elisebeth,
Gerda, Hans Pauli, Sunniva og Heidi
PS: Eisini ein heilsan til Elnu við føðingardegnum
sama dag
-har
tað hendir
Vilt tú vera við til at
menna vælferðina
2 fulltrúastørv eru leys at søkja á Fyrisitingardeildini í
Almanna- og heilsumálaráðnum.
Sum fulltrúi á Fyrisitingardeildini verða uppgávur tínar eitt nú
at tilevna lógaruppskot og uppskot til kunngerðir, at svara
fyrispurningum frá løgtinginum og at tulka lógir og reglur fyri
stovnar undir Almanna- og heilsumálaráðnum.
Starvið sum fulltrúi á Fyrisitingardeildini er áhugavert og
mennandi við skiftandi og fjølbroyttum uppgávum, sum
nærum altíð skulu loysast í tøttum samstarvi við hini 11 á
deildini ella aðrar málsviðgerðar í ráðnum. Starvið er
sjálvstøðugt, og tú fært góðar møguleikar fyri skeiðum og
framhaldandi eftirútbúgving.
Á Fyrisitingardeildini verður tú partur av einum liði av
ágrýtnum starvsfelagum, sum hava ymiska samfelags-
vísindaliga útbúgving. Í løtuni er serliga tørvur á at víðka liðið
við løgfrøðingum, men hevur tú aðra samfelagsliga kandi-
datútbúgving, so sum cand. merc. jur., cand. scient. adm.
ella cand. scient. pol., vilja vit eisini fegin frætta frá tær.
Starvið verður sett sambært sáttmála millum Fíggjarmála-
ráðið og Búskapar- og løgfrøðingafelagið. Setanin fevnir um
Almanna-og heilsumálaráðið og stovnar undir tí, umframt
Løgmansskrivstovuna og onnur aðalráð.
Umsókn við avriti av viðkomandi prógvum og skjølum skulu
sendast til:
Almanna-og heilsumálaráðið
Eirargarður 2
FO 100 Tórshavn.
Og verða okkum í hendi í seinasta lagi mikudagin 24.
januar 2007 kl. 12.00.
Fyri at frætta nærri um starvið ert tú vælkomin at venda tær
til Eyðun Mohr Hansen, deildarstjóra, á telefon 304050 ella
senda ein teldupost til ahr@ahr.fo.
Eisini ber til at vitja heimasíðu okkara www.ahr.fo, har eitt nú
bygnaðurin og uppgávurnar hjá Almanna- og heilsu mála-
ráðnum eru lýstar.
Almanna- og Heilsumálaráðið
Almanna- og heilsumálaráðið umsitur almannamál, heilsumál, og bú -
stað ar mál. Tað starvast í løtuni 32 fólk í ráðnum. Uppgávan hjá
Almanna- og heilsumálaráðnum er í høvuðsheitinum at ráðgeva lands-
stýrismanninum, at tilevna lógaruppskot, kunngerðir og aðrar reglur og
at veita stovnum undir ráðnum ráð og vegleiðing.
Vit draga eina línu
Vit seta skynsemi í hásæti
Vit vilja vita
Vit bróta slóð