Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-01-12, síða 46
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 12. januar 2007síða 46

‹ fyrra síða allar 228 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

46 Nr. 9 - 12. januar 2007 tíðindi heilsanir Hjartaliga takka vit øllum tykkum, sum á ymiskan hátt gleddu okkum og vóru við til at gera hjúnabandsdag okkara 15. juli 2006 so góðan og ógloymandi. Kristina og Filip Brúðarmyndir Góðu tit bæði Hjartaliga tillukku við 20 og 25 ára døgunum 12. og 14. jan. Tit eru bara for snacky! We love you :o) Heilsan The gamg in mp og Cleo PS: Gleða okkum til ballið Góði Markus Hjartaliga tillukku við 3 ára føðingardegnum 12. jan. Eisini ein heilsan til Samson. Jesus pápi signi lívsleið tykkara. Vit elska tykkum. Bestu heilsur omma og abbi í Havn Góða mamma, vermamma, omma og langomma Hjartaliga tillukku við 60 ára føðingardegnum 14. jan. Tær verður ynskt alt tað besta í framtíðini og takk fyri alt tú ert fyri okkum. Vit elska teg. Heilsan vit í Havn - Sunrid, Sverri, Elisebeth, Gerda, Hans Pauli, Sunniva og Heidi PS: Eisini ein heilsan til Elnu við føðingardegnum sama dag -har tað hendir Vilt tú vera við til at menna vælferðina 2 fulltrúastørv eru leys at søkja á Fyrisitingardeildini í Almanna- og heilsumálaráðnum. Sum fulltrúi á Fyrisitingardeildini verða uppgávur tínar eitt nú at tilevna lógaruppskot og uppskot til kunngerðir, at svara fyrispurningum frá løgtinginum og at tulka lógir og reglur fyri stovnar undir Almanna- og heilsumálaráðnum. Starvið sum fulltrúi á Fyrisitingardeildini er áhugavert og mennandi við skiftandi og fjølbroyttum uppgávum, sum nærum altíð skulu loysast í tøttum samstarvi við hini 11 á deildini ella aðrar málsviðgerðar í ráðnum. Starvið er sjálvstøðugt, og tú fært góðar møguleikar fyri skeiðum og framhaldandi eftirútbúgving. Á Fyrisitingardeildini verður tú partur av einum liði av ágrýtnum starvsfelagum, sum hava ymiska samfelags- vísindaliga útbúgving. Í løtuni er serliga tørvur á at víðka liðið við løgfrøðingum, men hevur tú aðra samfelagsliga kandi- datútbúgving, so sum cand. merc. jur., cand. scient. adm. ella cand. scient. pol., vilja vit eisini fegin frætta frá tær. Starvið verður sett sambært sáttmála millum Fíggjarmála- ráðið og Búskapar- og løgfrøðingafelagið. Setanin fevnir um Almanna-og heilsumálaráðið og stovnar undir tí, umframt Løgmansskrivstovuna og onnur aðalráð. Umsókn við avriti av viðkomandi prógvum og skjølum skulu sendast til: Almanna-og heilsumálaráðið Eirargarður 2 FO 100 Tórshavn. Og verða okkum í hendi í seinasta lagi mikudagin 24. januar 2007 kl. 12.00. Fyri at frætta nærri um starvið ert tú vælkomin at venda tær til Eyðun Mohr Hansen, deildarstjóra, á telefon 304050 ella senda ein teldupost til ahr@ahr.fo. Eisini ber til at vitja heimasíðu okkara www.ahr.fo, har eitt nú bygnaðurin og uppgávurnar hjá Almanna- og heilsu mála- ráðnum eru lýstar. Almanna- og Heilsumálaráðið Almanna- og heilsumálaráðið umsitur almannamál, heilsumál, og bú - stað ar mál. Tað starvast í løtuni 32 fólk í ráðnum. Uppgávan hjá Almanna- og heilsumálaráðnum er í høvuðsheitinum at ráðgeva lands- stýrismanninum, at tilevna lógaruppskot, kunngerðir og aðrar reglur og at veita stovnum undir ráðnum ráð og vegleiðing. Vit draga eina línu Vit seta skynsemi í hásæti Vit vilja vita Vit bróta slóð