leygardagur 3. februar 2001síða 20
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 24 - 3. februar 2001
39
38
Nr. 24 - 3. februar 2001
gult cyan magenta svart
HAVNAR
BIO
www.in.fo/havnarbio
KOMANDI FILMAR
Leygardagin 03.02. kl. 2100
Leygardagin 03.02. kl. 2330
Sunnudagin 04.02. kl. 2000
Sunnudagin 04.02. kl. 2230
Leygardagin 03.02. kl. 1800
Sunnudagin 04.02. kl. 1800
Leygardagin 03.02. kl. 2230
Sunnudagin 04.02. kl. 2200
Leygardagin 03.02. kl. 2000
Sunnudagin 04.02. kl. 1930
Frumsýning
Fríggjadagin 09.02.
Frumsýning
Fríggjadagin 09.02.
THE KEMPLER INSTITUTE
OF SCANDINAVIA A/S
Miðdepil fyri familjuterapi og eftirútbúgving
Kempler-Instituttið í Danmark er ein miðdepil fyri familjuterapi og
eftirútbúgving og hevur ígjøgnum fleiri ár skipað fyri eini tvørfakligari
supervisorútbúgving.
Undirritaðu hava gjørt avtalu við instituttið um at fáa eina tílíka útbúgving til
Føroya:
1-ÁRA SUPERVISOR-ÚTBÚGVING
– tvørfaklig eftirútbúgving í Føroyum v. spesiallæknakonsulenti Mogens A.
Lund og sosialráðgeva Marionnu Reenberg
Útbúgvingin er skipað sum dagskeið og er ætlað fakfólki innan undirvísingar-,
almanna- og heilsamálaøki, íð hava áhuga fyri og høvi at nýta supervisjón ella
»kollegialan respons« í sínum fakliga gerandisdegi.
Tíðir:
týs–hós
4.- 6.
sept 2001:
Grundskeið
-
30.okt–1.nov 2001
-
19.–21. febr 2002
-
9.–11. apríl 2002
-
11.–13. juni 2002
-
20.–22. aug 2002
Stað:
MBF-húsið,Tórshavn
Kostnaður:
20.000 kr
Fyri luttakarar, sum áður hava tikið eina eftirútbúgving hjá Kempler Institutt-
inum er ikki neyðugt at taka grundskeiðið.Tá verður kostnaðurin bert 15.000,-
kr.
Tilmeldingarfreist : 1.apríl 2001
Informatión,tilfar og tilmeldingarblað er at fáa hjá:
Birgit Debess
Ernu Hákonardóttir
Tlf.31 84 03 eftir kl.17
Tlf.31 68 96 eftir kl.18
T-post: birgit@torshavn.fo
NLP Skeið
og fyrilestur
Tíðslinjuskeið: »Skapa tað lív tú ynskir tær«
Skeiðið snýr seg um framtíð tína, og hvussu tú
nær málini,tú setur tær.
Á skeiðnum verður m.a.arbeitt við:
• Hvussu tú fært eina betri fatan av tær sjálvum
og tí,sum er rætt fyri teg
• Hvussu tú loysir upp negativar kenslur
• Hvussu tú broytir forðingar til møguleikar
• Hvussu tú finnur tað,ið veruliga hevur týdning
fyri teg,og hvussu tú nýtir hetta at seta tær mál
í framtíðini
Tíðarskeið: 30., 31. mars og 1. apríl 2001 – fríggja-
dag kl.15–20, leygard. kl.10–18 og sunnud.
kl.10–17
Stað:
Føroya Arbeiðarafelag, Tjarnardeild 5,
Tórshavn
Kostnaður: kr. 1700,- íroknað skeiðtilfar og ábit.
Hevur tú verið á tíðslinjuskeið áður, fær tú kr. 500 í
avsláttri.
Einasamrøður: Jack Makani fer at hava eina-
samrøður,tilmelding neyðug.
Fyrilestur: »Gagnnýt fjaldu styrki tína – lær
NLP«. Ein og hvør kann fáa gleði av hesum
fyrilestri, tær nýtist ikki at hava forkunnleika til
NLP.(Ókeypis atgongd,tilmelding ikki neyðug).
Tíð: 29.mars 2001
Staður: Verkstaðið Vón,Hóvbrekka 1,Argir
Skeiðleiðari og fyrilestrarhaldari: Jack Makani
(dani),NLP- venjari.
Tilmelding til skeiðið og upplýsingar: Hjá Dianu
Borgnýardóttir á tlf. 441060 - 222280 ella á
teldupostadressu:dkonsult@post.olivant.fo.
Sí annars heimasíðu:www.nlp-huset.dk
Bilur við skaða
til sølu
Merki: Ford Sierra 2,0 – 4 hurðar
Árg.: 1991
KM.: 98.421
Eyka útgerð: 15”alu-felgur
Bilurin verður seldur sum hann stendur nú. Kann
síggjast á bilverkstaðnum hjá Mogens Petersen,
826 Trongisvágur.
Tlf.373890
fax nr.373117
Sosialurin - 311820
Missiónshúsið
á Tvøroyri
Sunnudagin kl. 14 sunnu-
dagsskúli, kl. 18 møti við
Johan Thomasen.
Innsavnan verður til húsið.
Øll eru hjartaliga væl-
komin.
Betania, Porkeri
Fundarøðin hjá Svenning
av Lofti heldur fram í
kvøld kl. 20 og sunnudagin
kl. 18.
Betel, Vágur
Sunnudagin kl. 11 breyð-
bróting, kl. 13.30 sunnu-
dagsskúli, kl. 18 evangel.
fundur.
Mánadagin kl. 20 bønar-
fundur.
Ónsdagin kl. 20 uppbygg-
ingarfundur.
Frelsunarherurin,
Vágur
Sunnudagin kl. 14 sunnu-
dagsskúli, kl. 18 møti við
Magnus Jensen.
Mánakvøldið kl. 20 heima-
forbundið.
Frá Felagnum
Pinkubarnadeyði
Vit hittast 2. leygardag í
hvørjum mánaði kl. 14.00 í
Jákupsstovu, J. Patursonar-
gøta 24, 100 Tórshavn.
Nærri fæst at vita hjá Ann-
vør Nielsen tlf. 317261,
Helle Johansen tlf. 317940
ella Sólgerð Foldbo tlf.
422184.
Reyði Krossur Føroya
Sorgarlinjan svarar mán-
adag, mikudag og fríggja-
dag kl. 19-21.00 á tlf.
212380.
VBA-fundir
Fundur fyri vaksin børn
hjá alkoholikarum/ella
ørkymlandi familjuviður-
skiftum, eru hvørt leygar-
kvøld kl. 20 og sunnudag
kl. 17 (opin fundur).
Fundirnir eru á Vaskar-
ínum, Tórsgøta 5.
AA-fundir í Havn
Reinsaríið, Tórsgøta 5:
Leygardagin: kl. 17-18.
Sunnudagin: kl. 11-12.
Spælistovan í Meinig-
heitshúsinum í Havn
er opin mánadag-mikudag
og hósdag frá kl. 9.00-
12.00 fyri foreldur at
børnum uttan ansing.
Vágs Matmøðrafelag
Dagtilhaldið í Vági er opið
týsdag og tórsdag frá kl.
15-18. Øll eru hjartaliga
vælkomin.
Tilhaldið
í Tórsgøtu 21
Opið er mánadag kl. 10-
18.
Týsdag-fríggjadag 10-17.
Drekkamunnur er at fáa
hvønn dag eins og bløðini
eru til taks.
Mánadagin 5.2.
Seyma fýrkantar saman til
teppir til móður Theresu-
felagsskapin
kl. 14-18 Kortspæl, telving
og onnur spøl. Tilm. til
døgurðan og túrin
mikudagin, tlf. 316491
Týsdagin 6.2.
kl. 10-12 Vit baka
kl. 15 Hvør kennir?
Gamlar myndir frá
myndasavninum í Hoyvík
Mikudagin 7.2.
kl. 10-13 Matgerð, Anne
Grethe Harlou
kl. 12 Døgurði (tilm.
mánadag tlf. 316491)
kl. 14.30 Framsýning.
Passiutónar. Trúarlig tema
í norðurlendskari list.
Listasavn Føroya
Hósdagin 8.2.
kl. 10.30-11 Fimleikur,
Sonja Danielsen
kl. 14-17 Telduprát um
skanning, brenning,
printing og nýtslu av
alnótini verður á 1. hædd,
Brandur Petersen
Fríggjadagin 9.2.
kl. 10-17 Opið hús.
Tað er altíð ein krókur í
Tilhaldinum - um tygum
ikki fáast við nakað ítriv.
Vit ynskja at øll skulu
kenna seg vælkomin.
LISA
skrivstovan hjá Listafólka-
sambandi Føroya í Dj. í
Geils-gøtu 1 er opin hvønn
hósdag frá kl. 14.00 til
20.00 og annars eftir avtalu
á telefon 320197. Teldu-
post-ur lisa@lisa.fo –
heima-síða www.lisa.fo
Kvinnuhúsið
svarar alt samdøgrið
á tlf. 317200
Skrivstovan er opin frá kl.
10 til 17, og hósdagar til
kl. 21. Ráðgevingin er hós-
kvøld eftir avtalu.
Amnesty
International
Føroya deild
Tinghúsvegur 18, 4. hædd
Skrivstovan er opin:
Mánadag, mikudag og
fríggjadag frá kl. 13–17.
Føroyskir fiskimenn
uttanlands
tlf. 21 04 95.
Felagið fyri føroyskar
fiski-menn í Canada,
Svøríki, Danmark, Íslandi
og Nor-egi. Lima-gjald
200 kr. um árið. Postgiro
57894. Fø. Sparikassi
442027-8.
Felagið Føroyar-Kuba
P. O. Box 2055, 165 Argir.
Tlf./fax 312098
Teldupostur:
far_cuba@hotmail.com
Viðtala eftir avtalu.
Føroya Astma/Allergi-
felag
Postadressa MBF-húsið,
Ís-landsvegur 10c.
Felagið hevur Tlf./fax
311419.
Føroya Felag Móti
Krabbameini
Ráðgevingarstovan er opin
mánadag til fríggjadag, við
telefontíð frá kl. 13-15.
Tlf. 31 79 59, telefax 31
57 27.
E-mail:
ffk@post.olivant.fo
Epileptikarafelag
Føroya
Postadr.: MBF-húsið, Ís-
landsvegur 10 C. Felagið
hevur ikki fasta skriv-
stovu-tíð, men samband
við felagið fæst á tlf.
313978, Rand-fríð
Sørensen, ella tlf. 319793,
Mari Johannesen.
MBF-skrivstovan
Íslandsvegur 10c
Tlf. 317373 · Fax 310813
e-mail:
mbf@post.olivant.fo
Skrivstovan er opin geran-
disdagar kl. 8.30-16.00.
Deyvafelag
Føroya
Skrivstovan er opin mána-
dag til hósdag frá kl. 8.30
til kl. 15.30. Tlf. 31.7597,
skrivitlf. 31.6929 fax
31.3609 og teldupost-adr.
deaf_fo@-post.-olivant.fo
Nærvarpið LUMI
radio í Aalborg
Føroyska sendingin »v/
Betesdabrunnin« er at
hoyra á FM 92,2 MHZ
miðbýurin, FM 106,5
MHZ Aalborg suður, og
FM 107,4 Aalborg norður,
hvønn leygardag kl. 10.
Evangeliska Røddin
Odense. Føroyska sending-
in frá Odense Radio
hoyrist hvønn mikudag kl.
16.40, danska tíð, á FM
107,1 MHz.
Føroyska nærvarpið
í Esbjerg
Føroyska sendingin
»v/Betesdabrunnin« er at
hoyra á FM 93,5 MHZ
hvønn leygardag kl. 11 og
verður endursend kl. 16.
Føroysk møti
Føroysk møti eru triðja
leygardag í hvørjum mán-
aði kl. 19 í hølunum hjá
Bethania kirkjuni á Dag
Hammerskjølds Gade 2.
Drekkamuður er aftaná, øll
eru hjartaliga vælkomin.
Føroyska arbeiðið í
Eliaskirkjuni
Møti er hvørt leygarkvøld
kl. 19 í Eliaskirkjuni á
Vesterbro Torv, Vester-
brogade 49. Inngongd
undir stóru trappuni. 5
min. at ganga frá
Hovedbanegården, 2 min.
frá Føroyahúsinum.
Bussarnir 1, 6, 14, 16, 28
og 550S steðga nær-
hendis. Øll eru vælkomin.
Nærri fæst at vita frá Atla
Ras-mussen, tlf. 32
969995, ella Øssuri
Kjølbro, tlf. 36 77 38 20.
Føroysku
gudstænasturnar
í Samuelskirkjuni, Thors-
gade 65, 2200 København
NV, eru hvønn 1. og 3.
sunnudag í mánaðinum kl.
14.00. (Kirkjan er skamt
frá Nørrebros Runddel).
Presturin er at hitta á tlf.
38796146.
Kristnastova
Birmavej 36, København
S, tlf. 32 55 18 09
fax. 32 58 61 49
e-mail:
kristnastova@get2net.dk
Kristiligur fundur er hvørt
fríggjakvøld kl. 20.
Møti við breyðbróting er
hvønn sunnu-morgun kl.
11. Sunnudagsskúli er
samstundis.
Bussarnir 5, 9, 12, 13, 37,
38 steðga nærhendis.
Møtiskrá
hjá føroyska trúboðaranum
Hera Elttør.
1.2. í Kølkjær IM, 2.2. í
Videbæk, 5.2. í Vildbjerg,
8.2. í Øster Agger, 9.2. í
Vejrum, 11.2. í Føroyinga-
húsinum í Århus, 16-18.2.
í Sønderborg.
Malta, Hirtshals
Sunnudag:
Kl. 11: Breyðbróting.
Kl. 18: Evangeliskur fund-
-ur.
Mikukvøld kl. 20: Bønar-
og uppbyggingarmøti.
Øll eru hjartaliga væl-
komin til hesi møti. Eftir
fundirnar bjóða vit ein
drekkamunn.
Føroyingafelagið
í Esbjerg
Danmarksgade 25,
6700 Esbjerg,
tlf. 75132747
Opið hvørt mánakvøld kl.
19–22, har tú ert væl-
komin at lesa bløðini,
spæla kort og keypa tær
ein kaffimunn.
Føroyskt barnamøti
Hvønn mánadag kl. 17 er
føroyskt barnamøti í »Fæl-
les Fælleshuset« á C. W.
Obel kollegium á Herning-
vej. Øll eru hjartaliga
vælkomin.
Heimamissiónin
Hevur tú tørv á hjálp til at
koma í ein kristnan fel-
ags-skap, ella ynskir tú at
hjálpa til í andaligum
arbeiði á fólkakirkjunnar
grund í Danmark, so kanst
tú ringja til: Hera Elttør,
Aulum, tlf. 97473786, Jan
Johannesen, Køb. tlf.
32886918/26272112,
Birgir Johannesen, Køb.
tlf. 35854159 ella Torleif
Johannesen, Nes, tlf.
449024.
Føroyingafelagið
Vesturskin, Bergen
Vit skipa fyri tiltøkum
nakrar ferðir um árið.
Nærri upplýsingar við at
venda sær til Sørin
Danielsen, tlf. 56147684
ella Elsebeth Reines, tlf.
55229049.
Føroyingafelagið
í Reykjavík
Ølduslóð 27
220 Hafnafjørður, Ísland
Tlf. 565 4883
E-mail: forrek@visir.is
Ráðgevingin fyri
føroyingar í Danmark
Vesterbrogade 17A
1620 København V
Tlf. 33239980
Fax: 33239234
Teldupostur:
fo.raadgivning@get2net.dk
Hjálp og vegleiðing í sosi-
alum, persónligum og
lestrarligum spurningum.
Opið er: Mána-dag, týsdag
og hósdag kl. 11.30-15.30,
mikudag kl. 14.00-18.00,
fríggjadag stongt (donsk
tíð).
Føroyingar í Noregi
E-mail:
foroyar@norden.no
Heimasíða:http://www.nor-
den.no/foroyar
Norsk-Færøysk Lag skipar
javnan fyri tiltøkum fyri
føroyingum og fólki við
til-knýti til Føroyar.
Tiltøkini verða hildin í
Oslo, og nærri upplýsingar
um tíð og stað fáast við at
venda sær til felagið á tlf.
+4722674829.
TILTØK
Fimta boð: Tú mást ikki sláa íhel.
Hetta boð er kanska tað, sum vit ongantíð koma at
bróta, kunnu vit halda. Tað liggur okkum fjart at taka
lívið av nøkrum menniskja. Vit hava ikki deyðarevsing,
vit eru friðarfólk og fara ikki í kríggj. Vit hava virðing
fyri lívinum sum heild, og er helst kristna ávirkanin á
okkara samfelagsskipan viðvirkandi til, at so er. Men
vit mugu við sorg ásanna, at mangar eisini kristnar
tjóðir berjast móti hvørji aðrari og sínámillum við
nógvum mannfalli um spurningar og trætur, sum áttu at
verið loystar á friðarligan hátt.
Tú mást ikki drepa, stendur í aðrari umseting. Men
vit drepa jú ikki, hava vit so fyri neyðini at fáa eitt slíkt
boð og harða áminning. Jóhannes apostul sigur, at hvør
tann, sum hatar bróður sín, er manndrápari. Ósemjur og
stríð millum systkin, grannar, fólk og tjóðir kann vekja
so sterkar kenslur, ja beinleiðis hatur, sum kann fáa
slíkt vald á sinnalagnum, at tað elvir til meira illstøðu
og harðskap við syndarligum fylgjum, ja enntá til dráp,
um illa vil til.
Klandur er av tí illa og oyðileggur so ómetaliga nógv.
Lívið verður tyngri at liva, har klandur vald- ar í
bygdini ella innan familjuna. Tí er so umráðandi hjá
okkum ikki at vera orsøk til, at klandur íbirtist, men
heldur leggja okkum orðini í geyma um at fyrigeva,
hevur órættur verið okkum fyri, og fremja kærleika í
verki og vera við tí góða orðinum, so niðurbrótandi
slatur ikki sleppur víðari av okkara ávum, og kyknandi
hatur kann verða køvt í byrjanini.
Lívið er okkum givið, vit hava ikki loyvi til at týna
lív, heldur ikki tað ófødda í móðurlívi, sum tíverri eisini
nógvar kristnar tjóðir eru farnar undir. Hjá summum
kann lívið viðhvørt tykjast so tungt, at tey orka tað ikki
longur. Eru vit varug við hetta, eiga vit at veita ta hjálp,
vit kunnu, so viðkomandi fær lívsmótið aftur. Er
kærleikin til Guds og næstan drívmegin í lívi okkara, tá
verður lívið lættari at liva, og tá verður hetta boð eisini
lættari at halda.
Hvat var Guds jørð eitt fagnarstað
at búgva á, tá bróðurlag
var hvørt eitt stað at finna;
og klandur innivist ei fekk,
men fjónað millum húsa gekk
og einki fekk útinnað.
Meistari, hvat gott skal eg gera, at eg kann fáa ævigt
lív? Jesus segði: Vilt tú koma inn til lívið, tá halt boðini.
(Matt. 19,16-17).
Sigvald Kristiansen
EITT LJÓS Á GØTU MÍNI