Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-01-15, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 15. januar 2007síða 4

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

4 Nr. 10 - 15. januar 2007 Hósdagin fer felagið Skálafjarðartunnilin at lata Bjarna Djurholm, umsókn um loyvi at gera undirsjóvartunnil millum Skálafjørðin og Tórshavn TÍÐINDASKRIV Tað verður í Norðurlanda­ húsinum, at handanin av umsóknini fer fram. Tá verður eisini ein framløgu um verkætlanina og aftaná verður kjak. Dávid Reinert Hansen fer at greiða frá verkætlanini og umsóknini, og somuleiðis fer Jóan Pauli Joensen, rektari á Fróðskaparsetrinum, at hugleiða um farleiðir. Sigurd Poulsen, lands­ bankastjóri, fer eisini at siga nøkur orð um týdningin av sjálvstøðugari fígging av samferðsluútbygging, og at enda verður sjálv umsóknin formliga verður handað lands­stýrismanninum í Vinnu­málum, Bjarna Djur­ holm. Landsverk, Tinghúsvegur 5, Postsmoga 78, Tórshavn, Tel 340 800, Faks 340 801, lv@lv.fo, www.landsverk.fo Autoelektromekanikari Arbeiðsuppgávur Arbeiðið fevnir í høvuðsheitum um viðlíkahald og umvæling av el- útbúnaði á maskinum, bilum o.ø. hjá stovninum. Førleikakrøv Umsøkjarar skulu hava útbúgving sum autoelektromekanikari ella aðra viðkomandi útbúgving. Koyri- kort er neyðugt. Setanarviðurskifti Løn og setanartreytir annars eru sambært sáttmálanum ímillum av- varðandi yrkisfelag og Føroya Handverksmeistarafelag. Starvið er tímalønt. Umsóknir Umsóknir skulu sendast til Landsverk, Postsmoga 78, 110 Tórshavn, og skulu vera skrivstovuni í hendi í seinasta lagi 29. januar, 2007. Merk brævbjálvan „Umsókn auto- elektromekanikari,“ og viðmerk í umsóknini, hvar tú hevur sæð starvslýsingina. Nærri upplýsingar um starvið kunnu fáast við at venda sær til Jóan Petur Patursson, rakstrar- leiðara, á fartel. 540 950 ella Jóhan Hansen, smiðjumeistara, á fartel. 540 951. Landsverk er ein stovnur undir Vinnumálaráðnum, og hevur um hendi vega- og havnamyndugleika- uppgávur og byggiharrauppgávur. Stovnurin ráðleggur og ger ætlanir, útinnir, rekur og viðlíkaheldur landsvegir, havnir, bygningar og flogvallamál, herundir tyrlupallar. STARVSLÝSING Søkt verður eftir dugnaligum og álítandi autoelektromekanikara til maskinmiðstøðina hjá Landsverki í Kollafirði. Maskinmiðstøðin hevur um hendi viðlíkahald av entre- prenørmaskinum hjá Landsverki og høvuðsgoymslu av eykalutum og amboðum, herundir innkeyp og viðlíkahald av hesum. Landsverk, Tinghúsvegur 5, Postsmoga 78, Tórshavn, Tel 340 800, Faks 340 801, lv@lv.fo, www.landsverk.fo Handverkari Arbeiðsuppgávur Arbeiðið fevnir um viðlíkahald og umvæling av maskinum, bilum o.ø. hjá stovninum. Førleikakrøv Umsøkjarar skulu hava útbúgving sum entreprenørmaskinusmiður, maskinsmiður, bilsmiður, lastbila­ smiður ella aðra viðkomandi út­ búgving. Setanarviðurskifti Løn og setanartreytir annars eru sambært sáttmálanum ímillum av­ varðandi yrkisfelag og Føroya Handverksmeistarafelag. Starvið er tímalønt. Umsóknir Umsóknir skulu sendast til: Landsverk, Postsmoga 78, 110 Tórshavn og skulu vera skrivstovuni í hendi í seinasta lagi 29. januar, 2007. Merk brævbjálvan „Umsókn hand­ verkari“ og viðmerk í umsóknini, hvar tú hevur sæð starvslýsingina. Nærri upplýsingar um starvið kunnu fáast við at venda sær til Jóan Petur Patursson, rakstrar­ leiðara, á fartel. 540 950 ella Jóhan Hansen, smiðjumeistara, á fartel. 540 951. Landsverk er ein stovnur undir Vinnumálaráðnum, og hevur um hendi vega- og havnamyndugleika- uppgávur og byggiharrauppgávur. Stovnurin ráðleggur og ger ætlanir, útinnir, rekur og viðlíkaheldur landsvegir, havnir, bygningar og flogvallamál, herundir tyrlupallar. STARVSLÝSING Søkt verður eftir dugnaligum og álítandi handverkara til maskinmiðstøðina í Kollafirði at byrja skjótast gjørligt. Maskinmiðstøðin hjá Landsverki hevur um hendi viðlíkahald av entreprenørmaskinum hjá Landsverki og høvuðsgoymslu av eykalutum og amboðum, herundir innkeyp og viðlíkahald av hesum. Í farnu viku kom fram, at ósemja var í millum nakrar av hýruvognsførarunum í Auto og nevndina, men nú sær út til, at ein loysn er at síggja fyri framman ÓSEMJA Rólant Waag Dam rolant@sosialurin.fo Stóra stríðsmálið hevur verið økta rakstrargjaldið til støðina. Sosialurin visti mikudagin at siga, at um ikki rakstrargjaldið var goldið á middegi tá, t.v.s. mikudagin 10. januar kl. 12.00, so fingu førararnir onga túr frá støðini aftur. Men partarnir hava síðani fundast og tosað saman. Sosialurin skilir, at partarnir hava forstáilsi hvør fyri øðrum og at báðir partar vóna, at teir koma fram til eina skilagóða loysn. Hýruvognsførararnir skulu aftur á fund í næstum. Ógreitt er nær tann fundurin verð­­ur, men sum skilst verð­ ur tað neyvan komandi tvær vik­urnar. Inn til tað tíð koyrir alt sína dagligu gongd á støðini. Síggja loysn fyri framman Bjarni fær umsókn um Skálafjarðatunnil