Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-01-15, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 15. januar 2007síða 5

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 10 - 15. januar 2007  Í sambandi við at umsókn um at byggja undirsjóvartunnil verður latin landsstýrinum, bjóðar SKÁLAFJARÐARTUNNILIN til framløgu í Norðurlandahúsinum 18. januar kl. 10. Framløgan er fyri øll, ið hava áhuga fyri verkætlanini. Høvi verður at fáa innlit í ætlanina og frætta, hvussu hon kann ávirka samfelagið. INNBJÓÐING TIL FRAMLØGU Dávid Reinert Hansen greiðir frá um verkætlanina og umsóknina. Jóan Pauli Joensen, rektari á Fróðskaparsetri Føroya, hugleiðir um farleiðir. Sigurd Poulsen, landsbankastjóri, hugleiðir um týdningin av sjálvstøðugari fígging av samferðsluútbygging. Umsóknin verður handað Bjarna Djurholm, landsstýrismanni. Eftir at umsóknin er handað, verður ábit. SKRÁ: sansir.fo c/o · P.O.Box 1010 · FO-110 Tórshavn · Faroe Islands · Tel +298 350 200 Við hesum verður søkt eftir tveimum verkfrøðingum. Einum til vegadeildina og einum til framleiðsludeildina at seta sum skjótast. Vit kunnu bjóða spennandi og áhugaverd størv, ið eru fakliga og persónliga mennandi og við góðum arbeiðsumstøðum. Verkfrøðingur til vegadeildina Arbeiðsuppgávur Uppgávur, sum tú í høvuðsheitum skal røkja, fevna eitt nú um: · Planlegging · Prosjektering · Programmeringar, forkanningar, prosjektgransking av vega-, brúgva- og tunnilsprosjektum · Eftirlit við verkætlanum · Gera ætlanir fyri ferðslutrygdartiltøk · Myndugleikaumboðan · Luttaka í norðurlendskum samstarvi innan økið Viðkomandi skal eisini kunna røkja aðrar uppgávur á stovninum, enn tær omanfyri nevndu. Førleikakrøv Vegadeildin sóknast eftir verkfrøðingi við royndum innan omanfyri nevndu arbeiðs- øki. Royndir at arbeiða við KT-forritum á brúkarastøði er ein fyrimunur. Stórur dent- ur verður lagdur á góðar persónligar egin- leikar, so sum góð samstarvsevni, at tú arbeiðir sjálvstøðugt og kann skipa títt arbeiði, er førur fyri at eggja og ganga undan, er miðvísur og kann geva títt íkast til menning av arbeiðsplássinum. Tú skal eisini vera opin fyri at starvið broytist. Verkfrøðingur til framleiðsludeildina Arbeiðsuppgávur Uppgávur, sum tú í høvuðsheitum skal røkja, fevna eitt nú um: · Yvirskipaða raksturin av skervverkunum saman við formonnunum á verkunum kring landið. · At skipa fyri viðlíkahaldi og dagføring av verkunum kring landið. · Gera kostnaðarmetingar og eftirkalkula- tiónir av asfalt- og verklagsarbeiðum. Førleikakrøv Framleiðsludeildin sóknast eftir einum fólki við útbúgving sum verkfrøðingur ella aðrari viðkomandi útbúgving. Viðkomandi skal hava áhuga at arbeiða við KT. Royndir við at arbeiða við Excell-rokniarki og Word er ein fyrimunur. Stórur dentur verður lagdur á góðar persónligar eginleikar, so sum góð samstarvsevni, at tú arbeiðir sjálvstøðugt og kann skipa títt arbeiði, er førur fyri at eggja og ganga undan, er miðvísur og kann geva títt íkast til menning av arbeiðs- plássinum. Tú skal eisini vera opin fyri at starvið broytist. Setanarviðurskifti Løn og setanartreytir annars eru sambært sáttmálanum ímillum Fíggjarmálaráðið og avvarðandi yrkisfelag. Umsóknir Umsóknir við prógvum og lívsgongdar- lýsing (CV) verða at senda til lv@lv.fo ella: Landsverk, Postmoga 78, FO–110 Tórshavn og skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi 26. januar 2007. Merk umsóknina „Verk- frøðingur til vegadeildina“ ella „Verkfrøð- ingur til framleiðsludeildina“ og viðmerk í umsóknini, hvar tú hevur sæð starvslýsing- ina. Allar umsóknir verða viðgjørdar í trú- naði. Nærri upplýsingar um starvið á vega- deildini kunnu fáast við at venda sær til Heina Eysturoy, deildarleiðara, á fartel. 540 881 ella teldupost he@lv.fo. Nærri upplýsingar um starvið á fram- leiðsludeildini kunnu fáast við at venda sær til Torkil Olsen, deildarleiðara, á fartel. 540 841 ella teldupost to@lv.fo. STARVSLÝSING Verkfrøðingar til Landsverk Landsverk er ein stovnur undir Vinnumálaráðnum, og hevur um hendi vega- og havnamyndugleikauppgávur, byggiharrauppgávur og flogvallamál. Stovnurin ráðleggur og ger ætlanir, útinnir, rekur og viðlíkaheldur landsvegir, havnir, bygningar og tyrlupallar. Landsverk, Tinghúsvegur 5, Postsmoga 78, Tórshavn, Tel 340 800, Faks 340 801, lv@lv.fo, www.landsverk.fo