mánadagur 15. januar 2007síða 6
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
6
Nr. 10 - 15. januar 2007
Tað eru boðini av
løgreglustøðini, har
rapportin einans var
tíggju síður long.
Og tað sum fylti
hana vóru smáting.
Stuldur, okkurt minni
ferðsluóhapp, eldur
í eini garasju, fullir
menn og herverk á
tveir bilar
LØGREGLUTÍÐINDI
Rólant Waag Dam
rolant@sosialurin.fo
Tað er onki óvanligt, at
rapportin hjá løgregluni
er 30 síður long eftir eitt
vikuskifti. Í so máta var
talan um eitt serstakliga
friðarligt vikuskifti, har
samlaða frágreiðingin var
tíggju síður til longdar.
Stuldur, okkurt minni
ferðsluóhapp, eldur í eini
garasju, fullir menn og
herverk á tveir bilar var
tað, sum fylti mest í viku
skiftisrapportini.
Ferðsluóhapp við
Landsfjósið
Seinnapartin fríggjadagin
ringdi ein maður í vestur
býnum í Havn og boðaði
frá, at nakrir óbodnir gestir
høvdu tikið tríggjar kassar
av øl frá honum.
– Her hava vit so onkur
spor og okkurt navn at
arbeiða, sigur vakthavandi
á løgreglustøðini í morgun.
Nakað seinni fríggjadagin
– um hálvgum sjeytíðina
– fór ein bilur út av veg
num millum Kollafjørð og
Hósvík, beint við Lands
fjósið. Bilurin fór sera illa,
men kvinnan í bilinum
slapp snikkaleys.
Eldur og fýrverk
Leygarnáttin var friðarlig
og er millum lítið og onki
skrivað í frágreiðingini frá
midnátt og út eftir. Men tá
klokkan var hálvgum átta
leygarmorgunin var aftur
boð eftir løgregluni.
Úr vesturbýnum í høvuðs
staðnum vóru fólk vaknaði
við kaldan dreym, tá ein
hvøllur brestur brádliga var
at hoyra. Fólk fóru at hyggja
hvat hetta mundi vera og
gjørdust tá varug við, at
eldur var í eini garasju.
Maðurin, ið átti garasjuna,
sløkti sjálvur eldin við ein
um eldsløkkjara.
– Her bera nærri kann
ingar á tað borðið, at onk
ur hevur tveitt fýrverk
inn í garasjuna, sum so
er orsøk til eldin, verður
sagt av løgreglustøðini, har
tey arbeiða víðari við máli
num.
Kundi verið klíptur av
Seinnapartin leygardagin
fekk løgreglan, umvegis
alarmsentralin, fráboðan
um eitt ferðsluóhapp mill
um Kambsdal og Fugla
fjørð. Trý fólk vóru í bili
num, tvey vaksin og ein 11
ára gamal drongur.
Bilurin fór niðan av veg
num og inn í eitt berg.
Annað av teimum vaksnu
breyt beini og hitt fekk
heilaskjálvta, meðan drong
urin, sum sat óbundin á
baksetrinum, slapp uttan
stórvegis mein. Hetta var
ómetaliga væl sloppið, tí
drongurin varð slongdur út
í gjøgnum síðurútin, men
ikki tí megin har bergið
var. Hevði tað verið støðan,
hevði drongurin helst verið
klíptur av, tá bilurin og
bergið brustu saman.
Tríggir sjúkrabilar komu.
Ein úr Eysturoynni og
tveir úr Klaksvík, og var
løgreglan úr Runavík og
Klaksvík skjót á staðið. Eitt
frálíkt dømi um, hvussu gott
tað er at samferðslunetið er
so væl útbygt.
Seint leygarkvøldið fekk
løgreglan í Havn eina frá
boðan um stuldur við
Kioskina uppi undir Varða
í Havn.
– Har høvdu nakrir ótang
ar tikið fløggini, sum hingu
uttan fyri, men 17 minuttir
eftir at vit høvdu fingið
fráboðanina, hingu fløggini
aftur har tey skuldu. Okkara
menn vóru úti, og sóu
dreingirnar við fløggunum
í býnum. Fløggini vóru
sett upp á pláss aftur, og
so verður ikki meiri gjørt
burtur úr tí, sigur vakt
havandi.
Friðarlig nátt
Sunnunáttin var friðarlig.
Løgreglan vakti nøkur full
fólk, sum lógu og svóvu í
býnum, men annars hevði
løgreglan ikki so nógv at
takast við, sum eina vanliga
sunnunátt.
– Kanska eru tað onkur,
sum hava gjørt nøkur nýggj
árslyftir, heldur vakthavandi
skemtandi fyri.
Sunnumorgunin ringdu
tey á Farstøðini og vildu
hava løgregluna oman.
– Har svóvu nøkur full
fólk, og vit noyddist tí
oman at reka á dyr, sigur
løgreglan, sum leggur aftrat,
at hetta er við at vera ein
afturvendandi trupulleiki.
Sunnudagin fekk løg
reglan eisini fráboðan um
herverk á tveir bilar, har
speglið á tí eina var brotið
av, meðan onkur hevði
sparkað inn á síðuhurðina
á hinum bilinum, sum so
hevði fingið eina buglu.
Hetta er í høvuðsheitum
tað, sum stendur í tíggju
síðu stuttu frágreiðingini
hjá løgregluni í høvuðsstað
num, sum samanumtikið
hevur havt eitt stak friðarligt
vikuskifti.
Fongslaður í
Keypmanna
havn fyri
rúsevnis
smugling
Ein 25 ára gamal føroy
ingur varð leygardagin
varðhaldsfongslaður
í
Keypmannahavn, skuld
settur fyri at hava smugl
að rúsevni til Føroya.
Dómarin gjørdi av,
at maðurin skal sita í
varðhaldi í seks dagar,
og sum skilst verður
hann sendur til Føroya.
Sambært ákæruvaldi
num hevur maðurin sent
rúsevni við postinum
til Føroya, og løgreglan
sigur hann hava smuglað
400 ecstasytablettir til
tveir persónar í Føroyum
síðani august í fjør. Løg
reglan veit, hvørjir teir
báðir móttakararnir eru.
Grundlógaravhoyring
in í Keypmannahavn í
dag var fyri afturlatnum
hurðum, men sambært
TV2 noktaði maðurin
seg sekan og kærdi
avgerðina um varðhald
til landsrættin.
Í morgun var onki nýtt
at frætta í málinum, tá vit
spurdu á løgreglustøðini
í Havn.
Martin hugleiðir
Í annaðkvøld, týskvøldið, fer leiðarin í Føroya
húsinum í Keypmannahavn, Martin Fjallstein,
at at líta aftur um bak við hugleiðingum, sum
hann kallar ”Eitt stutt tíðarskeið - ein fjølbroyttur
skari. Heitið sipar til, at Martin hevur gjørt av at
siga seg úr leiðarastarvinum í Føroyahúsinum
eftir 11 ára starvstíð. Í hugleiðingunum fer hann
millum annað at siga frá hendingarríkum árum
við bæði frustrasjónum og løttum løtum.
Stak friðarligt vikuskifti
Skúlaskip onga hjálp
Tey, sum varða av danska skúlaskipinum ”Danmark”,
hava ætlanir um at senda skipið á eina ferð kring Jørðina.
Millum annað er ætlanin, at skipið skal vera í Beijing, tá
olympisku summarleikirnir verða har í 2008. Ferðin er
mett at kosta 14 mió. krónur, meðan hóast stigtakararnir
hava fingið nógv rós fyri hugskotið, er áhugin fyri at
stuðla ætlanini so sum so. Hóast nógvar umsóknir um
stuðul hevur skipið bara fingið eina hálva mió. krónur.
Bilurin fór sera illa, men kvinnan slapp snikkaleys,
tá hon í bili sínum fór út av vegnum í hálkuni
leygarkvøldið og mundi rent á Landsfjósið
Mynd: Jens Kr. Vang
tíðindi