Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-01-15, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 15. januar 2007síða 7

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 10 - 15. januar 2007 7 tíðindi Flakavirkini í Sandoy rópa neyðarróp eftir arbeiðsfólki. Tí skilir stjórin onki av, at arbeiðarafeløgini framvegis tvíhalda um, at vit hava ikki brúk fyri útlendskari arbeiðsmegi á flaka­ virkjunum. Hava tey nøkur arbeiðsfólk til taks, eru tey væl­kom­ in at senda tey suður til Sands at arbeiða Trot á arbeiðsmegi Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Í ringasta føri kann trotið á arbeiðsmegi føra til, at vit vera noydd at lata flaka­ virkingi aftur. Í Sandoynni rópa tey neyðar­róp eftir arbeiðsfólki til tey flakavirkini hjá Sandoy Seafood og í ringasta føri kann tað føra við sær, at virkini mugu lata aftur og so standa øll 100 fólkini við ongum arbeiði. Andreas F. Hansen er stjóri á virkjunum og hann sigur, at trotið á arbeiðsmegi kostar teimum fleiri túsund krónur hvønn einasta dag í mistari inntøku. Tí undrar tað hann stór­ liga, at arbeiðarafeløgini fram­haldandi tvíhalda um, at tað er ikki so stórt trot á arbeiðsmegi á flaka­virkj­ unum, sum vinnan sjálv hevur ført fram. Hann sigur, at hava arbeið­ arafeløgini nøkur arbeiðs­ fólk í ermuni, sum ikki eru komin í ljósmála enn, eru tey vælkomin at senda fólkini til Sandoynna at arbeiða. Í Sosialinum hava vit nakrar ferðir lýst trupulleikan hjá føroysku flakavirkjunum at fáa arbeiðsfólk. Vit hava víst á eina upp­ gerð, sum vísir, at trot­ið á arbeiðsmegi kostar flaka­ vinnuni mist 300.000 krón­ ur í mistari inntøku um dag­in. Vit hava eisini víst á, at umboðini hjá arbeiðs­ gev­arunum í nýstovnaða Ar­beiðsmarknaðarráðnum siga, at trot er á 165 fólkum í før­oysku flakavinnuni. Hes­ um eru umboðini hjá arbeið­ ara­feløgini ikki samd í. Tey halda, at fær flaka­fólkið betri umstøður, hevði tað eisini ligið betri fyri at fingið fólk Kostar 16.000 um dagin Andreas F. Hansen sigur, at á Sandoy Seafood ger trotið á arbeiðsmegi, at tey fáa arbeitt eini seks- átta tons minni um dagin, enn tey høvdu kunnað gjørt við fullari manning. Bara tað kostar virkinum 12.000-16.000 krónur í mist­ ari inntøku, hvønn einasta dag. Samstundis hava vit verið noydd at salta ein part av fiskinum, tí ongin er at skera fiskin. Men saltfiskurin gevur hall. – Í farnu viku máttu vit senda 20 tons av fiski óvirk­ að av landinum, tí vit fingu ikki fólk at arbeiða fiskin. Og tá tosa tey bara um at arbeiða eina vakt. – At hugsa um at arbeiða í tveimum vaktum er heilt vónleyst, sum støðan er nú. Hann sigur, at tí skjóta tey seg í fótin fleiri ferðir. – Í fyrsta lagi fáa vit ikki arbeitt so nógvan fisk, sum vit áttu. Í øðrum lagi mugu vit salta ein part av fiskinum við halli. Og tí triðja lagi mugu vit senda óvirkaðan fisk av landinum ístaðin fyri at virka hann sjálvi. Hann leggur dent á, at í seinasta enda kann hetta fáa heilt álvarsligar avleið­ ingar. – Fáa vit áhaldandi ov lítið av fiski ígjøgnum virkið, so at virkið ikki gevur nóg stórt álop, kann tað í síðsa enda føra við sær, at alt virksemið steðgar og so standa øll hini 100 fólkini eisini við ongum arbeiði. Hetta er eisini galdandi fyri øll hini virkini í landinum sig­ur Andreas F. Hansen, sum eisini er formaður í Rá­fiskakeyparafelag Føroya. Tí skilir hann held­ur ikki óttan frá arbeiðara­feløg­un­ um, sum stúra fyri, at koma útlendingar til Føroya at arbeiða á flakavirkjunum, skulu teir tryggjast fulla arbeiðsviku. Tað merkir, at minkar arbeiðið, fara teir at vera tiknir framum, so at føroyingar vera at sita eft­ir við Svartiperi, halda arbeið­ arafeløgini. – Har er hvørt eftir øðrum. Tað er soleiðis, at hava vit nokk av reinskerarum, er eisini brúk fyri øllum hin­um. Men hava vit ongar rein­sker­ arar, er heldur onki arbeiði til hini. Sostatt er tað næstan altíð so, at antin er arbeiði til øll, ella er ikki arbeiði til nakran. Ongin hjálp frá ALS Andreas F. Hansen sig­ur, at tey hava eini 32 rein­sker­ arapláss í Sandoy Seafood. Men mangan eru mangla einir 12-15 reinskerarar, um­framt onnur fólk. Annars heldur hann, at tey hava gjørt, tað tey kunnu fyri at fáa fólk. – Vit hava havt fund við arbeiðarafeløgini í Sand­ oynni at vita um tey hava fólk til taks. Men tað høvdu tey ikki. – Samstundis hava vit lýst í bløðum og í Útvarpinum, men tað hevur ikki givið eitt tað einasta fólk. – Einasta, vit fingu burt­ ur­úr, var eitt fólk, sum var ein hálvan dag til arbeiðis, so sóu vit ongantíð fólkið aftur. – Vit hava eisini leitað eftir fólki hjá ALS tríggjar, fýra ferðir síðani í oktober, men higartil hevur tað verið til fánýtis. Nú hava vit so aftur fingið ein lista frá ALS. Av listanum hava vit biðið arbeiðsloysisskipanina fáa okkum fatur í fimm fólk­ um, sum vit halda, kunnu rein­skera. Talan er um onkran í Sandoy, onkran í Havn og onkur er aðrastaðni í Streymoy. Men Andreas F. Hansen sigur, at higartil hevur tað verið til fánýtis at royna eftir arbeiðsfólki hjá ALS, so tey eru heldur ikki serliga bjartskygd hesuferð. Sambandsflokkurin hevur tikið seg úr samgonguni í Tvøroyrar býráði Samstarv Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Tað var alt so ljósareytt tann novembur dagin í 2004, tá ið allir sjey býráðslimirnir í Tvøroyrar Býráði skrivaði undir at gera samgongu og at standa saman ið viðburði og í mótburði. Tað var neyvan hent fyrr í søguni, at býráðið á Tvøroyri var púra samt um at skipa sam­gongu, men hesuferð var ongin slingur í valsinum hjá javnaðarflokkinum, fólka­ flokkinum og sambands­ flokkinum. Men nú, tvey ár seinni er samstarvið slitið upp. Sambandsflokkurin í Bý­ráðnum hevur nevniliga boð­að býráðnum frá, at hann sig­ur samstarvið upp og so­statt tekur seg úr samgong­ uni. Á býráðsfundi á Tvør­ oyri í gjárkvøldið, vildu býráðslimirnir hjá sam­bands­ flokkinum á Tvøroyri, Jaspur Vang og Marjun Olsen ikki fara í smálutir við, hvørjum tey vóru so ónøgd við, at tey tóku seg úr samgonguni. Men tað skilst, at tað er ikki nakað einstakt mál, sum hevur fingið tey at taka hetta stigið. Tað er meiri ónøgd við fleiri manna­ gongdir og við fleiri tættir í býráðsarbeiðnum, siga keldur fyri Portalinum. Men tað kom fram á býráðs­fundi, at eisini onkur annar býráðslimur hevði sagt samstarvið upp. Kristin Michelsen, borgar­ stjóri, váttaði, at eitt bræv var komið afturat um at siga samstarvið upp, men at tað brævið varð tikið aftur. Sostatt eru tað bara Sam­bandsflokkurin, sum ikki longur er í samgonguni í Tvøroyrar Býráð. Vælvitandi keldur siga, at tað var Bergur Bærendsen í fólkaflokkinum, sum eisini hevði sagt samstarvið upp. Hetta førir nú við sær, at nevndirnar í býráðnum skulu veljast av nýggjum. Jaspur Vang er formaður í Havnarnevndini, men nú nevndirnar skulu skipast av nýggjum, kann sigast við hampi­ligari stórari vissu longu frammanundan, at hend­an formanssessin miss­ ur hann. Hinvegin hevur sam­bands­ flokkurin rætt til umboð í øllum nevndin eftir lut­ fallinum í býráðnum. Tað merkir so eisini, at Sam­ bandsflokkurin fær ein lim í teknisku nevnd og tað hevði hann ikki frammanundan. Vit hava ikki fingið fleiri viðmerkingar til hetta í løtuni. Samgongan á Tvøroyri slitnað Eru hjartaliga vælkomin til Sandoynna at arbeiða – Eru onkur arbeiðsfólk onkustaðni í Føroyum, eru tey vælkomin til Sands at arbeiða, sigur Andreas F. Hansen, stjóri í Sandoy Seafood Jaspur Vang, vm., hevur sagt samgonguna á Tvøroyri upp, saman við flogsfelaganum, Marjuni Olsen. Bergur Bærendsen, hm, gjørdi tað sama, men broytti so støðu, siga vælvitandi keldur