Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-01-15, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 15. januar 2007síða 8

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

8 Nr. 10 - 15. januar 2007 tíðindi Fríggjadagin hevði Fasti Gerðarrætturin sín fyrsta rættarfund, har eitt mál um munnligar og skriv­li­g­ ar ávaringar varð við­ gjørt. Eitt sindur varð gjørt burturúr, at hetta var ein søgu­lig­ ur dagur, av tí at hesin rætturin er mannaður við føroyingum, ið skal døma føroyingar, og møguliga er hetta eitt stig á vegnum til at yvirtaka rætt­ar­skip­ an­ina ARBEIÐS­MARKN­AЭ UR Theodor E. D. Olsen theodor@sosialurin.fo Fyrsta málið í Fasta Gerðar­ rætt­i­num, ið skal loysa træt­ ur, ósemjur og ivamál á ar­beiðs­mar­k­nað­in-um, kom fyri á Panaroma á Hafnia fríggjadagin. Eitt prinsipielt mál um munn­lig­ar og skriv­li­gar á­var­ing­ar á ar­beið­is­mark­ nað­in­um varð viðgjørt, og advokatarnir Sigmund Poulsen og Ingi Højgaard umboðaðu ávikavist Starvs­ man­na­fel­ag­ið og Fíggjar­ mála­stýr­ið. Hóast gerðarrætturin sum vera man varð tikin í álvara, var eitt sindur av plássi til skemt. M.a. segði annar av advokatunum, at hetta var ein søguligur dag­ur, nú føroyingar aftur døm­du føroyingar, eins og gjørt varð fyri fleiri øldum síðani. Tá læt í einum av dómarunum, at tá dømdu teir til deyða. Jú, tað var ein serstakur dag­ ur í føroyskari rættarsøgu, tá Fasti Gerðarrætturin kom saman fyri fyrstu ferð at viðgera eitt mál. Halg­ir Winther Poulsen, gerða­r­ rætt­ar­for­mað­ur, rósti eisini ad­vo­ka­t­un­um fyri at hava gjørt hetta málið meira spennandi, enn tað í fyrstu syftu kanska tyktist. Semjusøkjandi Kári á Rógvi er formaður í nevndini, ið hevur fyri­reik­ að hendan føroyska gerðar­ rætt­in. Nevndin tekur sær av skrivstovu, heimasíðu o.t. Hann greiðir frá, at hóast nógv varð kjakast um, hvørt tað var rætt at seta ein gerðar­rætt á stovn – serliga fak­fel­øg­ini søgdu seg ivast – so er støðan helst broytt í dag. Eitt av endamálunum hjá gerðarrættinum er at vera semjusøkjandi, hóast hetta neyvan altíð letur seg gera. Tað eru serliga evni sum brot, stríðsstig og marknaðarmál, ið gerðar­ rætt­ur­in skal viðgera, og eru hetta mál, ið ivi viðhvørt hev­ur valdað um, hvar tey hoyr­du heima. - Men tað eru eisini tulk­ ing­­ar­­mál sum hetta, har jura­ in er ógreið, sigur Kári á Róg­vi og sipar til áð­ur­nevn­ da málið um ávaringar. Køn í ar­beiðs­mark­ nað­ar­ mál­um Tveir løgfrøðingar eru for­ menn í gerðarrættinum, men annars eru hinir seks limirnir kønir í ar­beiðs­ mark­nað­ar­mál­um og hava mill­um annað tikið lut í sam­ráð­ing­um. Tríggir limir vórðu úttiknir til málið, sum varð fyri fríggjadagin, men í serligum førum ber til at hava allar átta limirnar til at viðgera eitt mál. Sum nevnt varð eitt sind­ ur skemtað við, at nú eru føroyingar aftur farnir at døma føroyingar. Tað var nevniliga tann tíð, tá før­oy­ ing­ar komu saman til vár­ ting­ið og løgtingið. Eisini høvdu teir – tá vórðu bara menn valdir - løgrættuna, har tey mál vórðu send, ið ikki kundu dømast á vártingi. Síðani fekk tingið so­rin­ skriv­ara, ið eftir hetta kom und­ir kong. - Dómsvaldið bleiv so sník­jan­di danskt, sum Kári á Rógvi tekur til. - Men hetta er kanska ein byrjan til at yvirtaka rætt­ ar­skip­an­i­na, metir hann og legg­ur afturat, at vit nú eru kom­in longur á hesum øki, og at Føroyar eisini høvdu egnan rætt undir krígnum. Privatur stovnur Fasti Gerðarrætturin er eitt slag av privatum stovni, eins og skipanin var tey fyrs­tu árini aðrastaðni m.a. í Dan­mark. Ein av mununum mill­um hendan rættin og ta rættarskipanina, ið dóms­ vald­ið umsitur, er m.a., at vitn­ini í gerðarrættinum slep­pa at síggja sína egnu vit­nis­frá­greið­ing. Kári á Rógvi metir, at Hal­gir W. Poulsen hevur ta tign ein formaður skal hava, eftir at hava verið ad­vo­kat­ur í nógv ár. Kári á Rógvi sigur, at tað er ymist, hvussu lond skipa sín­ar rættarskipanir. T.d. velja danir ofta seta ungar løgfrøðingar sum dómarar. Hin­vegin vilja bretar ikki hava aðrar dómarar, enn gaml­ar prosesadvokatar, ið hava riggað av sum sak­ førarar. Eins og Kári á Rógvi áð­ur hevur gjørt vart við, m.a. í sambandi við Før­ oyskt Lógarrit, har hann er rit­stjó­ri, so vantar okkum bók­ment­ir um løgfrøði á før­oysk­um, ið kunnu vísa á, hvussu føroyskar lógir sku­ lu tulkast. Hann metir, at kans­ka kann gerðarrætturin ve­ra við til bøta um hetta og fáa løgfrøðingar at viðgera slík viðurskifti. Hinvegin met­ir hann, at undirtøkan fyri gerðarrættinum er breið og fólkslig, og heim­il­ dar­grund­ar­lag­ið er føroyskt burt­ur­av. Viðkomandi fyri øll Hóast tað var lítið at síggja til fjølmiðlar á hesum fyrsta rættarfundinum í gerðar­rætt­in­um, metir Kári á Rógvi, at hetta er nakað sum átti at viðkomið øll­ um. Ikki minst tá hugsað verð­ur um rættarstøðu hjá borg­ar­um og annað, ið ikki so sjáldan verður umrøtt í fjølmiðlunum. Tað er held­ ur ikki sørt, at bæði hug­ tøk sum reality-tv og sendi­ røð­ir við søgum um ad­vo­ kat­ar úr rættarsalum eru gerandiskostur á sjón­varps­ skíggjunum heima í stovun­ um hjá fólki í dag. Somu­ leið­is innihalda íslendsku saga­ir­nar og enntá sjálv Bíb­ li­an nógvar søgur um lóg og rættargongd, og skuldi het­ta komið okkum øllum við, minnir Kári á Rógvi á. Søguligur dagur í føroyskari rættarsøgu - Hetta er kanska ein byrjan til at yvirtaka rættarskipanina, metir Kári á Rógvi og leggur afturat, at vit nú eru komin longur á hesum øki. Leivur Michelsen, Halgir W. Poulsen og Hendrik Thomsen, gerðarrættarlimir, vóru innkallaðir sum dómarar á fyrsta rættarfundinum hjá Fasta Gerðarrættinum Mynd: Jens Kr. Vang Fasti Gerðarrætturin Nevnd: Kári á Rógvi, nevndarformaður Bjørgfríð Ludvig Durita Tausen Heini Joensen Páll Nielsen Sjúrður Heinesen Dómarar: Halgir W. Poulsen, gerðarrættarformaður Gurið Joensen, næstformaður Hendrik Thomsen Leivur Michelsen Maria á Dul Poul Hansen Tórleivur Hoydal Vígdis Johannesen FAKTA