Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-01-15, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 15. januar 2007síða 9

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 10 - 15. januar 2007 9 tíðindi Tær 13 ljósmøðurnar á Landssjúkahúsinum hava gjørt av at taka uppsagnirnar aftur. - Vit velja at trúgva uppá, at allir partar nú fara at gera sítt til at fáa viðurskiftini í rættlag, siga tær Heilsumál Rigmor Dam rigmor@sosialurin.fo Myndir: Jens Kristian Vang Klokkan 10 í morgun boð­ aðu tær 13 ljósmøðurnar á føðideildini leiðsluni á Landssjúkrahúsinum frá, at tær taka uppsagnirnar aftur. - Høvuðsorsøkin er, at landsstýrismaðurin nú polit­ iskt hevur meldað greitt út, at barnakonuøkið ikki er ein sjúka, sigur Annika Hoydal, sum var virkandi ljósmóðir á føðideildini, til hon, saman við hinum ljósmøðrunum á deildini, valdi at siga seg úr starvi. Eyðfríð L. Jacob­sen, forkvinna í Ljósmøðra­ felag­num, leggur afturat, at harumframt hevur tað avgerandi týdning, at leiðslu­ viðurskiftini nú eisini koma í rættlag á føðideildini. Fer ikki í leiðarastarv Annika Hoydal, sigur, at starvið sum leiðandi ljósmóðir hevur hingið í leysari luft sum fyribils starv, nú í átta ár. - Nú er avrátt, at starvið skal vera fast, sigur Ann­ ika Hoydal, sum sjálv hevur verið rakt av ótrygg­ leikanum, sum hevur verið um starvið. Hon sigur seg ongar ætlanir hava um at søkja leiðarastarvið, men at hon ætlar sær at vera vanlig ljósmóðir á deildini. - Eg havi ikki hug til at vera leiðari á lands­sjúkra­ húsinum aftur, og eg vóni, at vit fáa eina væl skikkaða ljósmóður í sessin, sigur Annika Hoydal. Spurd, hvussu tað kenst at fara í starv aftur á lands­ sjúkra­húsinum, eftir hørðu at­finning­arnar hon kom við í Sosialin­um, tá ljós­ møðurnar gjørdu av at siga seg úr starvi, sigur hon, at hon hevur prátað við nógv fólk, sum hava verið partar av málinum. - Eg virði, at tey eru ósamd við mær. Tí vænti eg eisini, at tey virða míni sjónarmið, sigur Annika, sum ikki heldur tað vera nakar trupulleiki fyri sam­ starvið á føðideildini, at hon orðaði seg so hart. Leiðslan fegnast Allan Skaalum, sjúkra­ hússtjóri, sigur seg fegnast um, at ljósmøðurnar nú hava tikið uppsagnirnar aftur. - Eg haldi at tað er gleði­ ligt, at tær hava gjørt av at koma aftur. Uppskotið, sum nú verður sent út til hoyringar bendir á, at skip­ anin á føðideildini verður framhyggjandi, og at deildin nú fer inn í eina positiva menning, sigur hann. Spurdur, um tað framyvir fer at vera soleiðis, at ónøgdir starvsbólkar bara skulu siga seg úr starvi, fyri at fáa sín vilja, sigur Allan Skaalum, at støðan hjá ljósmøðrunum hevur verið væl øðrvísi, enn hjá øðrum starvsbólkum á landssjúkrahúsinum. - Ljósmøðurnar valdu at siga seg úr starvi, tí óvissa hevur valdað um leiðsluviðurskiftini, og at skipanin á deildini ikki hevur verið endurskoðað í nógv ár, sigur Allan Skaalum. Hann sigur seg uppá ein máta skilja, at tær valdu at siga seg úr starvi, men samstundis heldur hann, at tað var eitt víðgongt stig at taka. Tá Allan Skaalum verður spurdur, hvussu tað kendist, at Hans Pauli Strøm, lands­stýrimaður, kom upp í málið, sigur hann, at upp­skotið til nýskipan av føðideildini er gjørt í samráð millum leiðsluna á lands­sjúkrahúsinum og landsstýrismannin. - Seinastu mongu árini hevur leiðandi ljósmóðurin verið fyribils sett beinleiðis undir Almanna- og heilsu­ málaráðnum. Tí hevur landsstýrismaðurin havt ábyrgdini av at finna eina loysn á leiðsluøkinum, sigur Allan Skaalum. Eftir at hava fylgt kjaki­ num viðvíkjandi støðuni á føðideildini, har sein­ asta uppskotið frá lands­ stýrismannininum í al­manna- og heilsumálum legg­ur upp til, at arbeiðsøkið hjá sjúkrarøktarfrøðingum á føðideildini bert skal snúgva seg um tað sjúka, hava vit hug at gera hesar viðmerkingar. At býta upp í sjúkt og frískt er ein áskoðan, sum man bæði útbúgvingarliga og virkisøkisliga er farin frá fyri langari tíð síðani. Sjúkrarøktarfrøðingar verða útbúnir og hava sostatt førleika til at útinna, miðla, menna og leiða sjúkrarøkt, sum er heilsufremjandi, heilsuvarðveitandi og fyri­ byrgjandi eins væl og við­ gerandi, endurupp­venjandi og linnandi. Landsstýrismaðurin í al­manna- og heilsumálum hev­ur verið heitur talsmaður fyri fyribyrging, og hevur hetta hugtak í stóran mun verið frammi í almenna kjaki­num. Fokus hevur verið lagt á týdningin av heilsu­góðum kosti og átøk hava verið gjørd til tess at fáa føroyingin at røra seg meiri. Seinasta útspælið frá landsstýrismanninum snýr seg um at herða roykibannið. Hesi átøk bera øll boð um, at tað er týdningarmikið at fyribyrgja heldur enn at viðgera tá ein er vorðin sjúkur. Í tráð við hesa hugsan gerst fyribyrging ein alt størri partur av arbeiðinum hjá sjúkrarøktarfrøðingum. Vitan okkara um heilsu­ fremjan, heilsuvarðveiting og fyribyrging ger okkum til ein sjálvsagdan part í slíkum arbeiði. Tá hetta er sagt, er týdningarmikið at undirstrika, at vitan okkara um sjúku so sanniliga eisini kvalifisererar okkum til slíkt arbeiði. Hon gevur okkum nevniliga eitt amboð at síggja eitt stig longur í mun til heilsustøðuna hjá fólki. Tað er okkara áskoðan, at hesin førleiki eigur at koma øllum borgarum tilgóðar, eisini barnakonuni, pinku­ barninum og familjuni sum heild. Kristbjørg Petersen Katrin Andersen Jórun Højgaard Hildur við Høgadalsá Annemi Joensen Kathrina L. Joensen Kristianna Dam Johild Dulavík Anna Sofía Fjallheim Sigrun Wardum Dualistiska hugsjónin hjá landsstýrismanninum – ein andsøgn til fyribyrging? Ljósmøðurnar tikið uppsagnirnar aftur Ljósmøðurnar hittust í hølunum hjá Ljósmøðrafelagnum mánamorgunin. Nakrar eru ikki við á myndini, tí tær høvdu vakt Allan Skaalum, sjúkra­ hússtjóri, fegnast um, at ljósmøðurnar kortini ikki fara heim 1. februar. – Nú mugu vit líta frameftir og fáa sum best burturúr, sigur Allan. Eyðfríð L. Jacobsen, forkvinna í Ljósmøðrafelagnum, sigur seg í fyrsta lagi fegnast um, at tað nú er staðfest, at barnakonuøkið er frískt.