mánadagur 15. januar 2007síða 10
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
10
Nr. 10 - 15. januar 2007
Tað er í hesum døgum liðin fimm ár, síðan
teir fyrstu fangarnir komu úr Afghanistan til
Guantanamo. Her hava nú umleið 400 fangar
sitið uttan lóg og dóm, og uttan at tað røkist fyri,
at teir koma fyri ein løgligan rætt. USA sigur
fangarnar verður yvirgangsmenn, og at neyðugt er
av fyriliti fyri stríðnum móti altjóða yvirgangi at
hava fangarnar innibyrgdar. Uttan mun til, hvørjar
grundir USA hevur, so kann fangalegan ikki
góðtakast. Hon er ósameinlig við fólkaræðislig
principp, og legan minnir ikki sørt um kz legurnar
í Triðja ríkinum. Afturat hesum kemur, at tað er
prógvað, at fangar á Guantanamo verða torteraðir.
Hetta er enta lógligt sambært ameriska lóg. So
langt eru vit komin, so desperat er stríðið, at
heimsins sterkasta fólkaræði er farið at verja seg
við miðlum, sum ein bert kann vænta at finna í
einaræðislondum! Hetta er stórt spell, og til skaða
fyri fólkaræðið í vesturheiminum.
Amnesty International hevur gjørt vart við hetta
óskilið, og víst á, at her verða framd grov brot á
mannarætindi. A.I. í Føroyum hevur verið sera
virkið og gjørt eitt megnararbeiði fyri at upplýsa
føroyingar um støðuna á Guantanamo. Felags
skapurin hevur víst á, at her verða grundleggjandi
mannarættindi brotin, og at hóast vit eru fá og
smá, eiga vit at gera vart við okkum. Amesty
hevur púra rætt og eiga allir føroyingar at bakka
upp um felagsskapin, hvørs virki er okkum øllum
til heiðurs.
Tað er tí eitt sera løgið samanfall av umstøðum,
at júst sama dag, sum fangalegan á Guantanamo
verður fimm ár, tekur løgtingsins uttanlandsnevnd
avgerð um at longja loyvið hjá USA at lata
henraðarflogfør nýta føroyskt loftrúm. Nú er før
oyskt loftrúm enn danskt málsøki, men løgting
og landsstýri verða spurd. Tað er valla nakar, sum
ímyndar sær, at eitt føroyskt nei hevði forðað
heimsins sterkastu hermegi at nýtt føroyskt loft
rúm. Men eitt nei vildi havt stóran súmbolskan
týdning. Kundi uttanlandsnendin ikki mannað seg
upp til at siga nei, so kundi hon lagt treytir við,
sum Amnesty hevur víst á. Uttanlandsnevndin
kundi havt sett sum treyt fyri at viðmæla loyvið, at
føroyskt loftrúm skal ikki nýtast til fangaflutning.
Hetta hevði frættst um allan heim og hetta hevði
verið ein sigur fyrr A.I og øll, sum reka eitt mangan
strævið og vónleyst stríð fyri mannarættindum.
Men uttanlansnevndin stóð ikki royndina. Tann
vanliga føroyska undirbrottligheitin sigraði og
mannarættindini taptu. Hetta var mikið spell, og er
okkum til lítlan sóma.
Sosialurin
Undirbrotligheitin
sigraði
Innsent tilfar
Av tí at vit fáa rættuliga nógv innsent tilfar sendandi
– meira enn vit fáa í blaðið – hevur blaðleiðslan
verið noydd at gjørt nakrar avmarkingar.
Enn sum áður skal fult navn skal vera undir øllum
innsendum greinum – annars verða tær ikki
prentaðar. Harnæst tilskila vit okkum rætt til at ikki
at taka við tilfar, sum eisini er sent øðrum bløðum
ella hevur verið prentað aðrastaðni. Drúgvar greinar
– greinar sum eru longri enn áleið 5.500 tekn,
verða raðfestar lægri, og koma bert í blaðið, um
pláss er fyri teimum. Tað er ein fyrimunur um vit fáa
tilfarið umvegis teldupost ella á diskli.
Sosialurin
Stovnaður: 1927
Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller
jan@sosialurin.fo
Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo
Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo
Gudny Langgaard gudny@sosialurin.fo
Henrietta Hammer henrietta@sosialurin.fo
Birgir Waag Høgnesen birgir@sosialurin.fo
Bjarta Joensen bjarta@sosialurin.fo
Blaðfólk:
Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo
Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo
Snorri Brend snorri@sosialurin.fo
Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo
Rigmor Dam rigmor@sosialurin.fo
Rólant Waag Dam rolant@sosialurin.fo
Heini Kristiansen heinik@sosialurin.fo
Teitur Joensen teitur@sosialurin.fo
Ítróttur:
Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo
Myndamenn:
Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo
Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo
Kykmyndir:
Alvin Ellebye Andersen alvin@sosialurin.fo
Sosialurin í Norðoyggjum:
Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík
tel. 458686 fax 458687
e-post: klaksvik@sosialurin.fo
Sosialurin í Suðuroy:
tel. 375364 fax 375464
tel. 228814
e-post: aki@sosialurin.fo
e-post: dagfinn@sosialurin.fo
!!! Haldarar
sum ikki hava fingið blaðið, kunnu
ringja til 341818 og boða frá,
leygardag tó frá kl. 11.00-13.00
Uppseting/prent:
Uppseting: Sosialurin
Prent: Prentmiðstøðin
Útgevari:
Sp/f Sosialurin
Avgreiðsla:
Mán.-frí. 8-16
Tórsgøta 1, 100 Tórshavn
Tel. 341800, Fax 341801
Postadressa:
Postboks 76, 110 Tórshavn
E-mail:
post@sosialurin.fo
lysing@sosialurin.fo
lysingartorg@sosialurin.fo
varp@sosialurin.fo
Blaðið verður prentað
mánadag-fríggjadag klokkan 1330
Lýsingar
Freistir:
Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir
Mánadagsblaðið Mán.kl. 10
Frí. kl. 15
Frí. kl. 12
Frí. kl. 12
Týsdagsblaðið
Týs. kl. 10
Mán. kl. 15
Mán. kl. 12
Mán. kl. 12
Mikudagsblaðið
Mik. kl. 10
Týs. kl. 15
Týs. kl. 12
Týs. kl. 12
Hósdagsblaðið
Hós. kl. 10
Mik. kl. 15
Mik. kl. 12
Mik. kl. 12
Fríggjadagsblaðið Frí. kl. 09
Hós. kl. 15
Hós. kl. 12
Hós. kl. 12
Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og áðrenn
ásettu freistir.
Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð.
Stødd:
Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á einum
teigi er 39 mm og rúmið millum teigarnar er 4 mm.
Innsent tilfar
Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blaðleiðslan
ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið.
SAMBAND
eirikur lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
tlf 341800
viðmerkingar
Samgongan hevur, sum
hon setti sær fyri, ført ein
veruligan
skattapolitikk
fyri at tryggja framhaldandi
vøkstri í búskapinum. Enda
málið er, at lønin ikki skal
verða etin upp av harðari
skatting og at tað skal loysa
seg at arbeiða.
Skattalættar hava verið
mest sum á hvørjum ári
síðani miðskeiðis í 90-
unum, men trupulleikin
hevur verið, at skattatrýstið
hóast skattalættar er økt.
Orsøkirnar til tað eru m.a.,
at tað ikki hevur verið
vilji ella dirvi til, at gjørt
veruligar broytingar í okkara
progressiva skattastiga hjá
landinum.
Hetta settu vit okkum
fyri at gera nakað við, og
í høvuðsheitum snýr hetta
seg um at dagføra okkara
afturúrsiglda skattastiga og
høga marginalskatt soleiðis,
at tað altíð loysir seg at
vinna nakrar eyka krónur.
Ynskja vit búskaparvøkstur
skal tað loysa seg at
arbeiða.
”Skattatalva”
Fyri at geva eina greiða
fatan av hvat ið tað merkir,
at vit hava dagført skatta
stigan, verður víst til lands
skattatalvuna.
Talvan vísir skattastigan
fyri 2004 í mun til skatta
stigan 2008. Tað fram
gongur rættuliga týðuliga,
hvar størsta broytingin fer
fram, og er tað markið
fyri, nær í ein inntøka
skal rinda hægsta skatta
% (marginalskatt). Hetta
markið verður flutt frá kr.
170.000 upp til 270.000
og tað merkir, at allir
teir størstu fakbólkarnir,
m.a. arbeiðarar, handverk
arar, sjúkrasystrar, lærar
ar, pedagogar og starvs
mannafelagslimir sleppa
undan at rinda toppskatt
(hægsta
marginalskatt).
Herumframt verður hægsta
skatta % lækkað við 3% frá
36% til 33%.
Aðrar broytingar eru m.a.
at botnfrádrátturin verður
hækkaður úr kr. 22.000 til
30.000 og merkir hetta, at
av teimum fyrstu kr. 30.000
verður skattur ikki goldin.
Inntøkuinntervallið,
ið
var kr. 65.000 til 120.000,
er broytt til kr. 70.000 til
140.000 samstundis sum
skatta % fyri hetta inn
tøkuinntervallið er lækkað
við 1% frá 19% niður í
18%. Hetta merkir at tann
parturin av inntøkuni mill
um kr. 70.000 og 140.000
sleppur lættari í skatti.
Skattalættin til øll,
ið rinda skatt
Við gjøgnumførda skatta
lættanum hava vit givið
skattalætta til tey, ið rinda
bróðurpartin av samlaðu
skattainntøkunum.
Við niðanfyristandandi
talvu verður víst á, hvat
ymsu bólkarnir rinda í skatti
og hvussu stórur partur fer
í ávíkavist landskassan og
kommunukassan í 2006,
roknað er við einum komm
unuskatti uppá 20%. Aftast
í talvuni framgongur, hvat
skattalættin fyri árini 2006
til 2008 verður í krónum og
prosentum, íroknað hækk
aða inngjaldið í Arbeiðs
marknaðareftirlønargrunn
in.
Sí talvu
Tað framgongur av talv
uni, at tey, ið ikki rinda
tað nógva í skatti, hava
sjálvsagt ikki fingið størsta
partin av lættanum, men
tað hava tey, ið veruliga
rinda skatt.
Sum eitt dømi kann
nevnast, at um ein ið hevur
eina inntøku uppá kr.
100.000 skal hann í 2006
gjalda kr. 8.480 í landsskatti,
men hevur viðkomandi
tvey børn, verður vegna
barnafrádráttin uppá kr.
5.500 pr./barn útgoldið úr
landskassanum kr. 2.520
(8.480-11000)
Eftir mínum tykki er tað
soleiðis, at vit eiga øll at
gjalda fyri landshúsarhaldið.
Tað er eisini rímiligt og
í lagi, at tey við teimum
hægru inntøkunum rinda
ein størri part av lønini
í skatti. Men neyðugt er
javnan at gera dagføringar í
progressiva skattastiganum
fyri at samlaða skattatrýstið
ikki skal hækka og at allir
inntøkubólkar ikki koma at
gjalda toppskatt.
Hetta er ein neyðug broyt
ing í okkara skattaskipan
fyri at tryggja framhaldandi
vøkstri í búskapinum. Enda
málið er, at lønin ikki skal
verða etin upp av harðari
skatting, og at tað skal
loysa seg at arbeiða.
Veruligur skattapolitikkur 2004-2008
Landsstýrismaður við
fíggjarmálum
Bárður
Nielsen
2006
Skattalætti 2006-2008
Inntøka
Landsskatt
Komm.skatt
Skattur íalt
Skatta %
Krónur
Prosent
50.000
1.680
4.800
6.480
13,0%
705
10,9%
100.000
8.480
14.800
23.280
23,3%
330
1,4%
200.000
29.680
34.800
64.480
32,2%
980
1,5%
300.000
63.080
54.800
117.880
39,3%
9.030
7,7%
400.000
97.080
74.800
171.880
43,0%
9.280
5,4%
500.000
131.080
94.800
225.880
45,2%
9.530
4,2%
750.000
216.080
144.800
360.880
48,1%
10.155
2,8%
1.000.000
301.080
194.800
495.880
49,6%
10.780
2,2%