Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-01-15, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 15. januar 2007síða 11

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 10 - 15. januar 2007 11 Stutt fyri jól skrivaði eg grein við upplýsingum um at føroyska pensjónin nú er farin upp um ta donsku. Tvs. tann tøka pensjónin, aftaná skatt. Høvuðsorsøkin er, at hóast donsku upp­ hæddirnar eru hægri, so bera tær tó so høgan skatt, samstundis sum hækkaða føroyska pensjónin við Samhaldsfasta, ber so lágan skatt, at meira er eftir til føroyska pensjonistin, enn tann danska, tá samanum kemur. Hetta fall Niclas Akraberg Poulsen, formanni í Lands­ felag Pensjonistanna, fyri bróstið. Í blaðgrein t. 15. des. skrivar hann eina at­finningarsama grein til mínar upplýsingar, og sigur, at mín grein “er ov ein­síðug og ófull­fíggjað og er tí meira vill­leiðandi enn uppklárandi”. Tað kann eg sjálvandi ikki lata standa ósvarað, men eg vildi tó ikki loypa út í orðaskifti um hetta um jólahøgtíðina, og hava eg tí bíða við at svara til nú. Atfinningarnar hjá Niclas Akraberg Poulsen eru: at eg taki føroyska Sam­ haldsfasta við í pen­sjón­ ina, men ikki danska ATP, at eg taki føroysku við­ bótina til ávísar pen­ sjon­istar við, men ikki danska eldrakekkin og ta sonevnda danska “varme­ tillægget”, og ei heldur danska íbúðarstuðulin, “boligsikring”. Føroyski Samhaldsfasti ber prísin yvir danska ATP Danska ATP er eitt pen­ sjóns ískoyti, ið bert verð­­­ur útgoldið til tey, sum hava verið virkin á ar­beiðs­­marknaðinum. Og upp­hæddin er roknað eftir, hvussu nógv tú hevur verið virkin. Byrjaði tú seint á arbeiðs­­marknaðinum, ella var heima og passaði børn­ ini meðan tey vóru smá, ella gekk longi sjúkur, ella arbeiðsleysur, ella noydd­ist at gevast tíðliga á arbeiðs­ marknaðinum tí tú vart niðurslitin, ella av onkrari aðrari grund als ikki var førur fyri at vera virkin á arbeiðsmarknaðinum – ja so fært tú ikki eina krónu í ATP fyri ta tíðina. Tú fært bert ATP eftir arbeiddum tímum. Eitt ávíst krónutal, alt eftir hvussu nógvar tím­ ar tú arbeiddi í tínum virkna arbeiðslívi. At ATP-lógin varð broytt fyri 3 árum síðani, so at almennar veitingar nú eis­ ini verða roknaðar við sum ATP-gevandi, kemur ikki at fá nakran sum helst týdning fyrr enn um eini 30-40 ár. Samhaldsfasti hinvegin Hann verður útgoldin til allar føroyskar borgarar, við eini einastu treyt, at tú hevur fylt 67 ár. Uttan mun til um tú hevur arbeitt stutt ella longi, hevur havt stóra inntøku ella lítla, ella als onga inntøku, tí tú av onkrari grund als ikki hevur verið virkin á arbeiðsmarknaðinum – so fáa tó øll sama útgjald. Hinvegin er inngjaldið í Samhaldsfasta alt eftir inn­tøkuni. Tann við lág­inn­ tøku betalir lítið og tann við háinntøku betalir sam­ svarandi nógv í grunnin. Men øll fáa tað sama út­goldið. Tí ber hann tað stolta navnið Samhaldsfasti ! Tí er Samhaldsfasti ein almannapensjón Fleiri hava funnist at, at eg rokni Samhaldsfasta saman við Fólkapensjónini. Sagt verður at mótvegis skattafíggjaðu fólka­pen­ sjónini er Samhaldsfasti ein arbeiðsmarknaðareftirløn, sum partarnir á arbeiðs­ marknaðinum gjalda. Men hetta er ongin munur. Tað er í báðum førum - eins og í øllum øðrum førum, tá tað snýr seg um almennar vælferðartænastur - løntak­ ararnir sum gjalda av sínum arbeiðsavriki, av síni løn. Um hesin skatturin fer í landskassan til at gjalda fólkapensjón ella í grunnin til at gjalda Samhaldsfasta, so kemur tað út uppá tað sama. Samhaldsfasti er ikki tað sama sum fólka­ pensjón, men hann er ein almannapensjón kortini, tí hann verður goldin til allar borgarar í landinum, uttan undantak - enntá við somu upphædd ! ...men tað er danska ATP ikki Av tí sum eg havi skrivað omanfyri kann ein og hvør síggja, at danska ATP ikki er nøkur almannapensjón, samanborið við Sam­halds­ fasta. ATP verður bert út­goldið til tey aktivu á arbeiðs­marknaðinum, og bert í mun til teirra arbeiðs­ in­nsats. Samhaldsfasti hin­ vegin verður goldin øll­um borgarum, uttan mun til arbeiðs­støðu ella inn­tøku – øllum landsins pen­sjonist­ um við somu upphædd. Tað er tí hugstoytandi – og undrunarvert – hví fleiri hava so ilt við at viðurkenna Samhaldsfasta sum ein munandi part av al­mannapensjónini í Før­oy­ um. Føroyar eru ikki Dan­ mark. Og viðhvørt duga vit betur í Føroyum. Tað er Samhaldsfasti eitt dømi um ! Hetta er pensjónin – við Samhaldsfasta í Føroyum og ATP í Danmark Í talvuni niðanfyri havi eg so tikið ATP við í donsku pensjónina – hóast tað ikki eru allir danskir pensjonistar ið fáa ATP. Úrslitið er kortini tað, at eftir skatt er føroyska pensjónin framvegis omanfyri ta donsku – ikki nógv, men tó omanfyri ! *) Danska ATP-útgjaldið er her eitt roknað miðal útgjald. Hægsta ATP-út­gjaldið er 1858 kr./mán., sum bert ey fáa, ið hava arbeitt fulla tíð heilt frá 1964, tá ATP varð sett í verk. Men nógv arbeiða hálva ella aðra niðursetta tíð, ella hava verið úr arbeiða í styttri ella longri tíð, vegma arbeiðsloysi, ella sjúku ella annað. Samsvarandi minni er so teirra útgjald úr ATP. Tí er í hesi talvu roknað eitt miðal ATP uppá 1611 kr./ mán. eftir upplýsingum um miðalarbeiðstíðir frá Dan­ marks Statistik. Føroyska viðbótin meira verd enn danski eldrakekkurin Danski eldrakekkurin verð­ ur í hesi talvuni samanborin við føroysku viðbótina til ávísar pensjonistar. Tó er stórur munur á ! Danski eldrakekkurin er fult skatt­ skyldugur og verður mót­ roknaður av aðrari inntøku longu frá 16.000 kr. um árið og er heilt burtur tá inntøkan kemur upp um 60.000 t. kr. Mótvegis hes­ um er føroyska viðbótin til ávísar pensjonistar ikki skattskyldug, og mót­rokn­ ingin av aðraði inntøku byrj­ ar ikki fyrr enn við 60.000 kr. fyri støk og 80.000 fyri hjún. Giftir pensjonistar fáa eina viðbót í felag. Sí stabbamynd Føroysku veitingarnar størri virði enn tær donsku Av tí sum skilst omanfyri er virðið av føroysku pen­ sjónsveitingunum væl hægri enn lýst í tølunum í talv­uni omanfyri: danska ATP gagnar bert pensjonistum, ið hava veri arbeiðsaktiv og bert eftir arbeiðsavriki føroyski Samhaldsfasti fevn­ir um allar borgar sum hava fylt 67, og allir fáa somu fullu upphædd danski eldrakekkurin er fult skattskyldugur og verð­ur mótroknaður longu frá 16.000 kr og er burtur við 60.000 kr. føroyska viðbótin til ávís­ar pensjonistar er ikki skatt­ skyldug og verður ikki mótroknað av aðrari inn­ tøku fyrr enn frá 60.000 fyri støk og 80.000 fyri hjún. Danska “varmebidraget” og “boligsikringen” Niclas Akraberg Poulsen gremur seg um, at eg ikki rokni danska “varme­ bidraget” til danskar pen­sjon­ istar við í pensjónsyvirlitið. Men tað eru góðar grundir fyri tí. Viðv. ”Varmebidraget” er hetta ein almannaveiting, sum pensjonistar kunnu søkja um. Av teimum um­leið 825.000 donsku pen­sjon­ist­ unum eru tað bert 191.000 (minni enn fjórðingurin) sum fáa ”varmebidraget”, og teir fáa í miðal 208 kr. um mánaðin. Viðvíkjandi donsku “bolig­sikringen” er hetta ikki nøkur pensjonista­ veit­ing, men eitt ískoyti til húsa­leiguna hjá øllum dansk­arum, sum ikki búgva í egnu húsum, ungum, støk­ um, barnafamiljum og goml­um – tvs. ein sosial kom­­pensatión til allar dansk­­arar, ið búgva til leigu, og tí ikki “skora” vinn­­ingarnar av ovurstóru virðis­økingunum hjá pri­ vatu sethúsa­eigarunum. Tað hevði tí verið skeivt at tikið hetta við í pen­sjóns­ yvirlitið. Tí annars kundi man líka so væl sett tann øvugta spurningin: hví ikki taka allan ognarskattin við, sum danskir pensjonistar gjalda í dýrum dómum fyri sínar sethúsarognir ? Tað man man í miðal kosta fleiri ferðir sonevnda eldrakekkin og “boligsikringen” við. Samanborið við hesi við­ urskifti gjalda føroyskir pensjonistar ongan ognar­ skatt, kanska sum teir ein­ astu í okkara parti av heim­ inum. Framhaldandi menning av Samhaldsfasta Bæði løgtingsins Trivnaðar­ nevnd og Fíggjarnevnd hava víst á, at neyðugt er við ávísum broytingum í Sam­ haldsfasta sum ein partur av føroysku almanna­­pen­sjón­ ini, sam­bært ásetingunum í norðurlendsku konven­ tiónini um almannatrygd. Hetta snýr seg í høvuðs­ heitum um, at føroyingur, sum flytir í onnur norð­ anlond, hevur rætt til at fáa sín part av Samhaldsfasta við sær, alt eftir hvussu longi hann hevur búð her í landinum. Og øvugt, at ein tilflytari úr øðrum norðanlondum bert hevur rætt til tann lutfalsliga part­in av Samhaldsfasta, ið svarar til tey ár hann hevur búð her, áðrenn hann gerst 67 ár. Hetta er ser­liga neyðugt at gera, sigur Fíggjarnevndin í áliti t. 28.11.06, “tá útgjaldið nú gerst ein týðandi part­ ur av tí almennu pen­sjóns­ skipanini”. Tøka føroyska pensjónin stendur seg væl móti tí donsku – eisini tá vit taka danska ATP við í samanberingina landsstýrismaður Hans Pauli Strøm viðmerkingar