mánadagur 15. januar 2007síða 12
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
12
Nr. 10 - 15. januar 2007
Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum
rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t.
nøvn
SAMBAND
magnus gunnarsson
maggi@sosialurin.fo
tlf 341800 fax 341801
Kunngjørt verður fyri ætt, vinum og kenningum, at
Margrethe Olsen
ættað av Viðareiði, búsitandi í Havn
andaðist 11 januar, 90 ára gomul.
Jarðarferðin verður úr Vesturkirkjuni
týsdagin kl. 13.00
Familjan
Tey ið ynskja at minnast Margrethe, kunna lata eina gávu til
Ellisheimið í Havn, á konta í Eik.
Fríggjadagin var
samkoma í Stóra
Pakkhúsi í Vági í
samband við, at
Marianna Eystberg
fer frá sum leiðari á
posthúsinum í Vági
Nøvn
Dagfinn Olsen
dagfinn@sosialurin.fo
Nógv fólk var komið saman
á samkomu í Stóra Pakkhúsi
í Vági fríggjadagin. Sam
koman var í samband við
leiðaraskifti á posthúsinum
í Vági.
Marianna Eystberg fer frá
vegna aldur, eftir at hava
starvast á deildini í Vági í
útvið 26 ár. Joan Poulsen tek
ur nú við sum leiðari.
Stjóri og leiðsla á Post
verkinum vóru á samkomuni
og søgdu nøkur orð og takk
aðu Marionnu fyri trúgva
tænastu hesi mongu árini.
Marianna byrjaði á post
húsinum 1. apríl í 1981
og hon hevur trivist væl í
starvinum.
Hon sigur seg hava havt
góðar starvsfelagar og hon
metir, at posthúsið hevur
verið eitt sera gott arbeiðs
pláss.
Marianna sigur, at sera
nógv er hent hesi árini, hon
hevur starvast á deildini í
Vági, men stórar broytingar
eru fyri framman, sum hon
eisini kundi hugsað sær at
verið við til.
Men nú er annað á skránni
hjá Marionnu.
Hon fer nú at taka sær
av sínum 8 ommubørnum.
Hon hevur eisini verið virkin
bridgespælari og tað ætlar
hon sær nú at taka uppaftur.
Og so vónar Marianna, at
hon eisini fær stundir at lesa
nakað av tí, ið hon ikki hevur
havt stundir at lisið.
Marianna Eystberg havt síðsta starvsdag
Joan Poulsen og Marianna Eystberg
Mynd: D. Olsen
Tað verður kunngjørt fyri ætt og vinum,
at kæra góða mamma okkara
Turið Elisabeth Kjølbro
f. Thomsen, Klaksvík
andaðist á Norðoya Ellis- og Vistarheimi
leygarkvøldið 13. januar 2007, 88 ára gomul.
Farið verður úr kapellinum á Klaksvíkar Sjúkrahúsi
týskvøldið 16. januar kl. 18, heim í Christianskirkjuna.
Jarðarferðin verður mikudagin kl. 13.
Finn, Karin, Sjúrður, Poulina og Katrin
Tey, ið vilja minnast mammu okkara, kunnu lata eina gávu til
Norðoya Ellis- og Vistarheim, konta í Norðoya Sparikassa.
Fyrrverandi tingmaðurin fyri Javnaðar
flokkin í Sandoyar valdømi, Jógvan
Adolf Johannesen í Dali, andaðist
fríggjadagin 12. januar. Hann var
føddur 20. juli í 1936 og var sostatt
70 ára gamal, nú hann legði árarnar
inn.
Jógvan Adolf var dalbingur, og nú
hann var eftirløntur, búði hann í barna
heiminum í Dali, í Putlhúsinum.
Jógvan Adolf var lærari, politikari
og vinnulívsmaður. Hann leyk lærara
prógv í 1962. Eftir at hava verið lærari
í Rituvík í seks ár, flutti hann í 1968
til Skopunar, har hann var fyrsti lærari
frá 1970 og til hann í 1997 legði
lærarastarvið frá sær. Frá 1971 og
til 1992 var hann kommunuskrivari
í Skopun.
Í 1988 varð Jógvan Adolf Johanne
sen valdur í Løgtingið fyri Javnaðar
flokkin í Sandoyar valdømi. Hann var
tingmaður í tíggju ár.
Í 1972 keypti Jógvan Adolf saman
við øðrum 50 tonsaran Dalbúgvan.
Hetta var byrjanin til reiðaravirksemið
hjá Jógvani Adolfi og øðrum. Ikki
minst, tá ið kreppan herjaði í níti
árunum, høvdu politiska og vinnuliga
dirvið og hugflogið hjá Jógvani Adolfi
stóran týdning fyri Sandoynna.
Jógvan Adolf verður jarðaður í Dali
mikudagin kl. 13.
Friður verið við minninum um
Jógvan Adolf Johannesen.
Sosialurin
Jógvan Adolf farin
Lesið
-so eru tit við!