Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-01-15, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 15. januar 2007síða 13

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 10 - 15. januar 2007 13 Sáru M. Joensen, Skála, fer til gravar úr Skála kirkju í dag kl. 13.30. Sungið verður úr sálmabókini Turið Elisabeth Kjølbro, Klaksvík, andaðist á Norð­oya Ellis- og Vistarheimi leygarkvøldið 13. jan., 88 ára gomul. Jarðarferðin verður kunngjørd seinni. Sigga Sofie Djurhuus, fødd Nygaard, búsitandi í Trongisvági, andaðist á Suðuroyar sjúkrahúsi leygar­ kvøldið 13. januar, 75 ára gomul. Kistan fer úr kap­ellinum í dag kl. 17.00 í Tvøroyrar kirkju. Jarðarferðin verður týsdagin kl. 13.00. Eilif Steingrím Debes, Oyri, andaðist á Lands­sjúkra­ húsinum sunnudagin 14. jan., 68 ára gamal. Jarðarferðin verður kunngjørd seinni. Kistan við Jørmund Petersen fer úr Salinum í Svínoy mikudagin 17. jan. kl. 12.00. Bønarhald verð­­ur í kapellinum á Klaks­víkar sjúkrahúsi í kvøld kl. 18.00. Kistan við Margrethu Magnussen, fer úr kapellin­um á Suð­uroyar sjúkrahúsi í dag kl. 18.00 í Vágs kirkju. Jarðaferðin verður í morgin kl. 12.30. Sung­ið verður úr sálmabókini. Hansina Mortensen, Tvøroyri, andaðist á Suður­oyar sjúkra­húsi leygardagin 13. jan., 86 ára gomul. Kistan fer úr kapellinum á Suðruoyar sjúkrahúsi týs­dagin kl. 17.00 í Tvøroyrar kirkju. Jarðarferðin verð­ur mikudagin kl. 12.30. Kistan við Jógvan Adolf Johannesen, Dalur, fer úr Lands­­ sjúkrahúskapellinum týsdagin 16. januar kl. 14.00 til Teistan. Jarðarferðin verður miku­dagin kl. 13.00 úr Dals kirkju. Bussur verður í Skopun til 11.15 túrin hjá Teistanum. Margretha Olsen, ættað av Viðareiði, búsitandi í Havn, fer til gravar úr Vesturkirkjuni týsdagin kl. 13.00. Andlát og jarðarferðir Ja, nú bleiv manntómt inni á Bakka, nú tú fór frá okkum, Kristoffur-abbin, sjálvan adventssunnudag í ár­­inum, sum fór. 81 ár bleiv tú. Hó­ast høga aldurin var tú fúsur og ferðugur – líka inntil síðsta summar, tá knapp liga høgg sást á føti og tann altíð bragdliga og káta røddin viknaði. Tú fór á eldrasambýli, fyrst í Vági, síðan á Tvøroyri, har góðar hendur vóru um teg. Men tá so hervilig sjúka afturat ellisbreki tók at níva, bleiv tað upp ihald á Tvøroyrar sjúkrahúsi, og har legði tú eyguni saman síðstu ferð. »Oje, eru tað tykur,« vóru fyrstu orðini, vit hoyrdu tá vit tríggir brøður komu suður til Vágs og glopp aðu hurðina inn til abba. Hetta var, tá bussurin hjá Bygdaleiðum steðgaði beint undir húsunum inni á Bakka og vit fóru av har. Men onkuntíð, tá bussurin ikki fór suðurum og vit fóru av á Gørðunum, so vóru vit vísir í, at abbi hevði eyguni eftir okkum, og so kom hann kvikliga eftir Sandinum og tók eina hond í við viðførinum. Og innumkomnir var hitt besta ikki nóg gott til okkum. Hjá honum skuldi okkum einki tróta. Og dagarnir í Vági vóru nakað heilt fyri seg – burtur frá býarlívinum í Havn við øllum sínum marglætistilboðum. Á sumri og heysti tók tú, abbi, okkum við á fjall. Lærdi okkum at klipp a seyð og at fletta. Ja, í heila tikið allastaðni, har seyður var og tú varðaði av honum, hevði tú okkum við – á Homrunum og í Botni ella tá hann gekk innistikaður á Miðisbyrgi ella norðuri á Dalinum. Og ikki um at tala, tá tá tú fór at geva seyðinum, tú føddi inni. Altíð onkur søgan søgd, meðan alt hetta fór fram; um hvussu tað var tá ið tú sjálvur var óviti og ungur. Dagarnir í hoyna á Miðisbyrgi og á Dalinum eru somuleiðis ógloymandi. Tómhentur var tú aldrin sovorðnar dagar. Vestur á Vatnið var farið við tráðu at fiska síl. Inn á Oyrarnar og út á keiina at fiska seið. Út á fjørðin eisini. Ja, og so við grindabátunum, tá vágbingar á stevnu gjørdu stás burturúr. Sjónvarpið og teldan eiga í dag rættiliga stóran part ikki bara av ítriv­ inum, men eisini av gerandis­degn­um sum arbeiðsamboð. Hjá abba í Vági vóru stundir at telva og at spæla kort, og her var hann góður lærumeistari. Umframt at hann frá egnum lívsroyndum visti nógv at siga frá, so var hann bókliga væl stimbr­aður. Bøkurnar trutu ikki inni á Bakka og abbi las nógv, tá hann ikki arbeiddi. Abbi æt Joen Christoffer Joensen. Hann var úr Sandvík, men búsettist í Vági 25 ára gamal. Hann og omma, Sanna (f. Tausen), giftust í 1951 inn í barnsdómsheim hennara inni á Bakka. Tvey børn fingu tey, Tummas Jóhan, sum er deyður fyri 10 árum síðan, og so mammu okkara, Elsy. Hóast abbi kendi seg sum vágbing, so gloymdi hann ongantíð ættarrøturnar í Sandvík, og hagar vitjaði hann altíð tá høvi beyðst. Eftir at hava fingið prestsins hond á høvur ætlaði abbi sær sum flestir javnaldrar til skips. Men heimskríggið lá tá sum ein køvandi døkkur skuggi yvir øllum lívsvónum – og eingin visti, hvat úr fór at verða hjá honum, sum tá sigldi vandasjógv millum minur og úr erva varð hóttur av bumbum. Sum tilkomin róði abbi út í Sand­ vík. Í Sandvík – segði hann – var róð út bæði við opnum bátum og deks­bátum. Eftir kríggið royndi abbi skipslívið fyrst við slupp , síðan trolara og at enda við línubáti. Var við slupp­un­um »Energy« og »Falki« av Tvør­oyri og »City of Norwich« úr Vági, trolarunum »Rankanum« av Tvør­oyri og »Tofta Regini« úr Vági og línu­bátinum »Peturi á Gørðunum« úr Vági. Síðan var abbi heimamaður. Róði út, røktaði jørð og seyð, tókst við byggiarbeiði, arbeiddi á Polarfrost í Vági og var annars við í ymiskum fyrifallandi arbeiði. Vágs bygd dró abba á ungum árum, og millum hesar nýggju býfelagar sínar treivst hann væl, bæði millum ung og gomul. Skemtingarsamur og orðkringur, men eisini álvarsamur, tá skil og umhugsni kravdust. Ein hvøkk fekk hann tá hann við stuttum millumbili fyrst misti ommu og síðan móðurbróður. Men eingin livir sjálvur eitt langt lív uttan at føla miss og sakn. Tað visti abbi. Men vit halda ikki, at abbi føldi seg einsamallan – hann nevndi tað ið hvussu er ikki – tí hann dugdi so væl at liva millum síni medmenniskju og hevði ikki trupult at geva seg í tal við fólk, kend sum fremmand. Úr Sandvík bar abbi við sær ta rótføroysku kvæðamentanina, sum allar dagar – líka til tað síðsta – eyð­ kendi hansara atferð. Treiv mangan í práti í kvæðaørindi, tá hann vildi leggja serstakan týdning í orð síni. Abbi var formaður í dansifelagnum »Jómsvíkingum« í Vági í nógv ár, har hann gjørdist heiðurslimur, tá hann fylti 75 ár. Kvøðari var abbi góður, og her lærdi hann okkum eisini nógv, og fegnaðist, tá hann her sá, at »eingin skal hjá ungum alva bragdarhugin forða«. Eingin dugdi betur enn abbi at vera saman við ungdómi, læra hann og stimbra hann í øllum verki. Soleiðis var eisini, abbi, tá tú vitjaði norður til okkara her í Havn – á jólum, á ólavsøku, á føðingardøgum, ja, ann­ars bara at vitja familjuna. Tá ham­skiftist dagurin hjá okkum. Og so vildi tú so gjarna hava onkran av okkum at koma og ganga túr við tær; tí sum tú segði: í gomlu Havnini fanst tú, men ikki her upp i »í fjøllum hjá trøllum« – í nýggju býlingunum, har áður var hagi. Á hesum gongutúrum kundi tú viðhvørt steðga á, lyfta stavin og peika við honum og gera viðmerkingar til okkurt, sum tú ikki var vanur at síggja, og sum tær antin dámdi ella ikki dámdi; tað kundi vera ein laðaður ella stoyptur garður ella eitt sjáldsamt húsasnið. Ja, abbi, nú hevur tú lagt gongustavin og er farin til hvíldar. Minnini kann eingin taka frá okkum. Takk fyri alt, tú gav okkum. Signar, Eirikur og Torkil Til minnis um abba okkara, Christoffer Joensen, Vági Føddur 4. september 1925. Deyður 3. desember 2006 Dagurin 16. januar. Marcellus, deyður ár 309. Varð kosin til páva í árinum 307. Tøkk Hjartaliga takka vit øllum sum sýndu samkenslu og hjálpsemi, tá okkara elskaði sonur og lítlibeiggi Petur Pauli Johansen andaðist og varð jarðaður. Tøkk fyri blómur, kransar, vitjanir, brøv, uppringingar, og gávur til barnadeildina. Tøkk fyri troystarrík orð og sang. Tøkk til tykkum sum hjálptu til við jarðarferðina/ ervi, og tykkum øll, sum fylgdu Petur Paula til hansara seinasta hvíldarstað her á jørð. Ein serlig heilsan til barnadeildina á Landssjúkrahúsinum. Takk fyri at tit altíð hava verið so hjálpsom og góð við okkum øll. Marjun, Artur, Linda, Karl Martin og Judit Lesið Sosialin - so eru tit við