Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-01-15, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 15. januar 2007síða 14

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

14 Nr. 10 - 15. januar 2007 tíðindi Norrøna var á veg til Frederikshavn leygardagin, men skiparin valdi at venda aftur til Bergen. Ódnarveður Árni Joensen arni@sosialurin.fo Hesin túrurin hjá Norrønu gjørdist ein av teimum drúg­ vu. Ætlandi kemur skipið aft­ur á Havnina hósdagin, og tá er næstan ein vika, síð­ani tað fór avstað. Ferðin úr Føroyum til Berg­en gekk væl, og skip­ið legði at bryggju har ley­g­ ar­­morg­unin klokk­an hálv­ gum­ sjey. Veð­ur­menn­in­ir høvdu boðað frá illveðri, og og tí varð avgjørt at gera skjótt av, so teir kundu sleppa til Frederikshavn, áð­renn hann øtlaði veðrið. Klokk­an átta bleiv loyst og kós­in sett suðureftir. Siglt varð innanskerðs, men tá skip­ið hevði ein tíma eftir í Lindesnes, frætti skiparin, Al­­fred Joensen, at ein fer­ja hev­ði slitið í havnini í Fred­ e­ri­ks­havn, og at Norr­ø­na kundi ikki leggja at har. - Vit gjørdu so av at venda aftur, og stutt eftir mid­nátt leygarkvøldið vóru vit aftur í Bergen. Vit sigldu inn­an­ skerðs tað mesta av tein­in­ um, so tað bilti ikki, greið­ ir Alfred Joensen frá. Sjálvur heldur hann, at hann tók ta røttu avgerðina. Nor­ska ferjan Prinsesse Ragn­­hild hjá reiðarínum Col­or Line fekk í hvussu er eina ringa ferð úr Hirts­hals til Bergen. Ein trailari kopp­ aði á dekkinum og knústi flei­ri bilar, og í tollfríu sølu­ búð­ini fór alt í smildur. 12 metrar alda Í Bergen hevur veðrið ikki verið so ringt sein­as­ tu 13 árini, og tá Norr­ø­ na skifti bryggju í morg­ un, vóru framvegis 25 met­­rar um sekundið. Í Hanst­­holm máldu tey 30 metrar um sekundið í gjár, og tá var aldan utt­ an fyri brimgarðarnar 11,72 metrar høg. Í morg­ un vóru framvegis 22 met­ rar um sekundið í Hanst­ holm og átta metrar høg alda uttanfyri. Men veð­ur­ menn­in­ir hava boðað frá ein­um skáa í morgin, og tá er ætlanin, at Norrøna skal legg­ja at har. - So kvika vit okkum, áð­renn tað næsta lágtrýstið kem­ur, sigur Alfred Jo­en­ sen. 254 ferðafólk vóru við Norr­ønu úr Føroyum, men um­leið 120 teirra valdu at fa­ra í land í Bergen heldur enn at bíða eftir veðrinum. Teir 167 norðmenninir, sum ko­mu umborð í Bergen, fóru aft­­ur í land, tá skipið kom aft­­ur hagar leygarkvøldið. Hesi ferðafólkini hava fing­ ið tilboð um ein annan túr sein­­ni. Norrøna vendi og slapp undan ódnarveðrinum Færri bøkur Vit fingu færri nýggjar bøkur á føroyskum í fjør enn í 2005. Í fjør vóru tær 139 í tali ella 30 færri enn árið fyri. Næstan helmingurin, 60 bøkur, vóru týddar úr øðrum málum, og av teimum vóru barnabøkurnar nógv tær flestu. Fagurbókmentirnar vóru 14, men yrkisbókmentirnar eru framvegis tær best umtóktu, og av teimum vóru 40 prosent ævisøgur ella um átrúnað. Ævisøgurnar vóru fleiri í fjør enn nakrantíð fyrr. Órealistiskt uppskot Tað er púra burturvið at geva 16 ára gomlum valrætt og valbæri, heldur tingkvinnan Heidi Petersen. Hon vísir á, at 16 ára gomul eru ikki myndug, og at tað er burturvið at geva 16 ára gomlum rætta til at hava ábyrgd av landinum, áðrenn tey hava ábyrgd av sær sjálvum. Sjálv kallar hon uppskotið hjá Pálli á Reynatúgvi, Torbirni Jacobsen og Miðflokkinum "populistiskar dreingjalótir", sum als ikki eiga at verða lagdar fyri Tingið. Umborð á norsku ferjuni Prinsesse Ragnhild koppaði ein trailari oman yvir fleiri bilar Bjørn á Heygum, advokatur og fyrr­ver­andi sambandstingmaður, kall­ar tað eitt pa­ra­ doks, at Alfred Ol­sen hevur tikið seg úr samgonguni, sam­ stund­is sum hann at­kvøð­ur við henni. Bjørn á Heygum min­ nir tó á, at hetta er po­li­ti­k­k­ur og hevur ein­ki við løgfrøði at ge­ra POLITIKKUR Theodor E. D. Olsen theodor@sosialurin.fo Sosialurin skrivaði um viku­skift­ið, at Kaj Leo Johanne­sen, formaður Sam­ bands­flok­sins, sigur seg hava fingið vissu fyri, at Alfred Olsen atkvøður við samgonguni, hóast hann hevur tikið seg úr henni. For­mað­urin dugdi ikki at svara fyri, um Alfred Ol­sen reelt var farin úr sam­gong­ uni, men hann viðgekk, at tal­an var um eina undarliga støðu, sum hann málbar seg. Jóannes Eidesgaard, løg­ mað­ur og formaður Javn­ aðar­flok­sins, segði, at hann fer at krevja ein fund um málið. Hinvegin hev­ur Kristian Magnussen, for­ mað­ur Javnaðarfloksins á tingi, sagt, at hann met­ir hetta ikki sum ein trup­ul­ leika, tí hann heldur ikki, at Al­fred Olsen hevur meldað seg upp í andstøðuna, sum hann tók til. Í tveimum pørtum Bjørn á Heygum, ad­vo­ kat­ur, var við til at smíða stýrisskipanina á sinni. Harafturat var hann tingmaður Sam­bands­flok­ sins frá 1994 til 1998. Hann metir ikki, at Alfred Ol­sen løgfrøðiliga hevur gjørt nakað skeivt við at siga seg úr samgonguni, sam­stund­is sum hann varð­veit­ir formanssessin í Rættarnevndini. Ad­vo­kat­ur­ in metir heldur ikki, at het­ta er í stríð við andan í stýris­ skip­an­ini. - Hetta er reint politiskt, sigur Bjørn á Heygum, ið annars ikki heldur nógv um støðuna hjá Alfred Olsen. - Øll hava eitt problem, sum eru í tveimum leirum. Hetta er eitt paradoks, og hongur ikki saman, sig­ur Bjørn á Heygum, ið min­ nir á, at Alfred Olsen er kom­in við eini almennari pro­kl­a­ma­ti­ón, sum hann kall­ar tað, um at hann er far­in úr samgonguni. Men sam­stund­is sigur Kaj Leo Jo­hann­e­sen, at Alfred Olsen at­kvøð­ur við samgonguni. - Hetta er ein trupulleiki og er ikki frítt fyri at vera ein farca. Hetta er ein spurningur um ordan og disciplin í tí politisku skip­an­ini, heldur Bjørn á Heyg­um, ið eisini heldur at Tjóðveldisflokkurin hev­ur ein trupulleika við Kars­ten Hansen og teimum nevnd­ar­ ses­sum, ið hann hevur fing­ ið frá sínum fyrrverandi flok­ki. Trupult at velja nýggjar nevnd­ir Tað er nevniliga ikki bara sum at siga tað, at skifta eitt nú formannin í Rætt­ar­nevnd­ ini úr, sum í løtuni eitur Al­fred Olsen. Skal nýggj rættar­nevnd veljast, skulu all­ar løgtingsnevndir veljast av nýggjum. Hinvegin kann Al­fred Olsen siga úr seg for­ mans­sess­in­um uttan at allar nevnd­ir­n­ar skulu veljast av nýggj­um. Tað eydnaðist ikki at fáa eina viðmerking frá Alfred Ol­sen um støðu hansara í Løg­ting­inum, áðrenn blaðið fór til prentingar. - Alfred er ein andsøgn - Hetta er ein trupulleiki og er ikki frítt fyri at vera ein farca, sigur Bjørn á Heygum um Alfred Olsen, ið hevur tikið seg úr samgonguni, hóast hann eftir øllum at døma stuðlar henni