Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-01-15, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 15. januar 2007síða 15

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 10 - 15. januar 2007 15 tíðindi Sunnudagin var prest­ vígsla og –innseting í Christianskirkjuni í Klaksvík. Havnar­ maðurin Magnus Brahé Jørgensen tók við embætinum sum nýggjur prestur FÓLKAKIRKJAN Theodor E. D. Olsen theodor@sosialurin.fo Myndir: Høgni Thomsen Sunnudagin varð Magnus Brahé Jørgensen úr Havn prestvígdur og innsettur sum sóknarprestur í Norðoya vest­ara prestagjaldi. Vígsl­ an og innsetingin fóru fram í Christianskirkjuni við guðstænastu. Hans J. Joensen, bispur, prestvígdi Magnus Brahé Jørgensen, og Bjarni Bæk, dómpróstur, stóð fyri innsetingini. Præ­ diku­teksturin varð um brúð­­leypið í Kána, og eft­ir prædik­una varð altar­gangur. Eftir guðstænastuna varð samkoma fyri innbodnum. Nýggi presturin avloysir Hans Eiler Hammer, ið nú røkir prestaembæti í Noregi. Við starvinum er tæn­ astu­bústaður, sum er presta­ garðurin á Prestvegi í Klaks­vík. Prestagarðurin er bygdur í 1928, men er júst nýum­vældur. Sjey umsóknir vóru til em­bætið, sum umfatar kirkju­­sóknirnar Klaksvík, Árna­­fjørð, Kunoy, Húsar og Mikla­dal. Í 1928 varð búfastur kappe­lánur settur í starv í Klaksvík. Norðoyggjar vóru til 1934 eitt prestagjald við einum presti, sum búði í Ónagerði á Viðareiði. Sama árið varð Norðoya vestara prestagjald skipað. Í byrjanini var bert ein prestur, men síðani 1948 hava teir verið tveir. Báð­ ir prestarnir búgva í Klaks­ vík. Hin sóknarpresturin í bý­num er Niels Pauli Dan­ iel­sen. Næsta sunnudag verður aftur prestainnsetan. Tá verður Marjun Lómaklett inn­sett í Havnar kirkju. Hon er sett sum prestur í Suðurstreymoyar eystara prestagjaldi. Nýggjur prestur í Norðoyggjum