Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-01-15, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 15. januar 2007síða 16

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

16 Nr. 10 - 15. januar 2007 tíðindi Prædikutekstur Jóh. 2. kap. 1.-11. v. Tá evangelisturin Jóhannes hevur tikið hesa søgu við í evangeliið, kemst tað helst av, hann ígjøgnum hesa søgu hevur hoyrt evangeliið boðað. Ella sagt á annan hátt: tí hann í hesum undri, sum her verður greitt frá, sær Jesus opinbera dýrd sína. Ella sum skrivað stendur: Hesa byrjan av teknum sínum gjørdi Jesus í Kána í Galileu og opinberaði dýrd sína. Henda søgan er sostatt eitt tekin. Annars var tað okkum týdn­ ingar­leyst, hvat verður greitt frá, um tað ikki er tekin um okkurt, sum hendir í dag. Soleiðis mugu vit hoyra og skilja hesa søgu. Í Gamla Testamenti verður fleiri ferðir greitt frá, um Guds ser­ligu lyftir og hóttanir, har eitt tekin fylgir við, sum staðfestir trúðvirðið í tí sagda. Hesi tekin kunnu vera undur, og hesi tekin kunnu vera hinumegin galdandi reglur. Í Nýggja Testamenti er eingin eintýðug uppfatan av hvat eitt tekin er. Tað er t.d. ein ónd og ótrúgv slekt, sum krevur tekin, sigur Jesus, tá jødarnir krevja tekin. Í teimum seinastu tíðum vilja tekini hjá Menniskjasoninum vísa seg, har eisini verður hugsa um Menniskjasonin sjálvan (Mt 24,30). Men áðrenn vilja falskir kristusar og falskir profetar og aðrir gera stór tekin og undur, bert við tí formáli at villa menniskju, og enntá tey útvaldu (Mt 24,24; Opb 13,13-14). Tað er skilligt fyri einhvønn okkara, at tilveran, okkara lív, sum vit liva tað, kann lættliga gerast eitt miseydna veitslulag. Alt er klárt til veitsluhaldið - við øllum hyggjuráðum, verðs­ lig­um og átrúnarligum. Men eing­in kærleiki til lívið er eftir. Lívs­viljin er viknaður. Tí skulu so nógvar rørslur til. Hetta fjalir altsaman út yvir, at vit í botn og grund ikki tíma at liva longur. Tað skal so nógv meira til enn bert tað at liva sum menniskja saman við menniskjum her á fold. Sjálvt tað at liva hevur mist sítt virðið. Vit tíma neyvan at verja tað. Tí bert tey, har lívið hevur eitt veruligt virðið, kunnu seta tað í vága. Tað hevur eydnast nútíðarmenn­ iskj­anum at gera lívið meira dám­ ligt og tekkiligt, men harvið er tað ikki vorðið meira livandi, heldur tvørturímóti. Átrúnaður verður ofta viðmæltur við føgrum orðum, men tó kann verða tørvur á nøkrum, sum kann seta krúnuna á verkið. Vit kunnu kalla tað ”tað andaliga”, so vit kunnu siga: ”Her er tað”, um Guðs ríkið her á fold. Tørvur er, ið hvussu er á ein­um í hesum heimi og tað er trygg­ leika, nú heimurin ikki er so tryggur. ”Tryggleikin er her” í átrún­aðinum, kunnu vit siga. Men hvat sigur henda frásøgnin okkum. Jú, tað kann stutt og greitt sigast soleiðis: Tað verður ikki lovað okkum ein onnur tilvera ella nøkur broyting. Vatn verður til vín í hesum undri. Vit kunnu spyrja hvørji undur henda hjá okkum í dag. Jú, Guð skaparin er hjá okkum og ber okkum nýggja lívið. Og hvør er hjá okkum í havsneyð, er tað verndareingilin ella nýggandimaður á áttamanna­ farinum, sum hvarv í lýsingini, tá komið varð til lands. Men bert henda tilvera, sum vit kenna alt ov væl, tí hon er sjálvt lív okkara, sum vit bjarga okkum ígjøgnum sum frægast á ein góðan hátt ella á ein minni góðan hátt. Hetta lív, sum vit kanska bert liva, tí vit vóru noydd til tað, antin tí tað gjørdist ov hart ella ov týdningarleyst. Tað er tað, sum verður gjørt livandi aftur - ikki við at tað verður gjørt mildari og tekkiligari ella fríðka ella gjørt tryggari. Heldur ikki sum ein rýming frá harðleika lívsins antin eftir holdbundna ella eftir trúarinnar vegi - men við tað, at tilvera okkara, sum vit øll hvør í sínum lag eru runnin undan, verður givin okkum aftur frá Guði. Líkasæla og tómleiki prýtt við følskum vónum. Tað er tað Jesus eisini tosar um, tá hann kallar seg sjálvan lívsins breyð, sum er hjá okkum ímillum alt tað vit vanvirða. Guð hevur ikki annað lív til okkara her á fold. Hann hevur bert hetta lívið: yvir tí er náði hansara, markleysa og treytaleysa vælsignilsi hansara, hóast alt okkara lív liggur í synd og sjeljasori og endar við deyðan­ um. Men Guð ger vatn til vín og gevur okkum hetta lívið aftur. Og reisir okkum aftur bæði kropsliga og sálarliga, tá vit hava verið á botni í heljardýpinum. Vit vildu kanska heldur haft eina sundurgreining, so ein partur av lívi okkara og okkum sjálvum varð skildur frá, og ein partur varð varðveittur; so Guðs náði var yvir øllum. Tað halda vit kanska vera hóskandi. Vit eru fús at skilja okkurt frá okkara lívi, men ikki at skilja lívið frá, tí lív okkara er eitt og alt. Men í Jesu orðum er eingin sundurskiljing. Her er alt lív okk­ ara: vit sjálvi, dømd og alt fer at doyggja við okkum. Og yvir øllum lívi okkara er Guðs miskunn, sum gevur okkum uppreisn og gevur okkum lívið aftur, fyri at vit skulu elska tað. Tí Guð letur sól sína rísa yvir ónd og góð og letur tað regna yvir rættvís og órættvís. Soleiðis hendir undrið í hesi frásøgnini: tað kemur óuppiborið og óvæntað, sum ein gáva til ráðaleys og vantrúgvandi menn­ iskju. Undrið merkir, at tað ikki er tú, sum umbroytist, hvussu fegin tú enn vildi broyta teg sjálvan, so tilveran smakkar enn betur: tú ert og verður hin sami. Og tilveran og lív títt er eisini hitt sama. Men nú verður tað givið tær sum ein gáva frá Guði ístaðin. Og hetta er Guðs miskunn ímóti tær. Og hon sæst og merkist ikki. Men soleiðis verður tilveran og lívið givið okkum í Jesu orðum, fyri at vit skulu liva lívið, sum tað er, og doyggja deyðan, sum hann er, á jøvnum støði við øll onnur menniskju, sum vit møta, í skuld og lagnu, um fyrigevingina og um vónina. Talan er ikki um, at tú skal ”dáma” tilveruna ella ”dáma” títt lív, tað er kanska ikki gjørligt. Men sagt verður okkum, at vit skulu elska tað í sínum margfaldni. Hetta eru eini boð, og vit koma ikki uttan um hetta sum eini boð. Men í evangeliiunum er hetta ikki eini boð, men ein gáva: Guð rættir tær og mær ígjøgnum tilverunnar ráða harðleika og ígjøgnum títt og mítt miseydnaða skuldarbundna lív sítt vín, sítt undur, fyri at vit ikki liva lívið endiliga so væleydna ella trygt, og heldur ikki gráta undan tí ella óttast fyri lívinum. Men vit skulu bert liva lívið saman við okkara brøðrum og systrum í trúnni á Guð skaparan. Av tí, at Jesus elskaði hesa tilveru, Guð og okkum øll, og gjørdi so mong undur her á fold, ja, so doyði hann. Orðið um Jesus, um lív og deyða hansara, og um uppreisnina, er einasta vón okkara; tí okkara egna lív er deytt, og sjálvi eru vit vantrúgvandi. Men orðið talar um hann, hvørs lív var livandi og veruligt, tí hann livdi fyri okkum øll. Og Jesus gevur okkum hetta Magnus Brahé Jørgensen Bróðurparturin av prestunum í Føroyum vóru í Christanskirkjuni sunnudagin Undrið í Kána