mánadagur 15. januar 2007síða 17
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 10 - 15. januar 2007
17
tíðindi
lívið, sum hann livdi, og eisini
tann deyðan, sum hann doyði.
Hetta er Guðs gáva til okkara. Tí
er ein vón í okkara lívi.
Vit vita tað kanska ikki: Men
okkara lív er deytt, men vónir
Guðs er yvir tí.
Amen!
Kirkjubøn:
Lov og tøkk og allur heiður veri
tær, Guði várum, faðir, syni og
heilaga anda, sum altíð hevur
verið, er og altíð verður ein sann
ur tríeinigur Guð, hálovaður frá
fyrsta upphavi og um allar ævir!
Vit biðja teg, Guð og faðir
okkara, ver tú hjá okkum øllum
við náði og hjálp og signing tíni.
Ver hjá øllum teimum, sum hava
tað ringt og eru stødd í neyð, hvar
tey eru og hvørji tey eru; gev tú
teimum ein lætta frá tær og birt tú
eitt ljós fyri teimum! Troysta øll
tey, sum sorgarbundin eru; sit hjá
øllum, sum sjúk eru; ver faðir at
faðir- og móðirleysum; ver verji
hjá einkjum og einkjumonnum;
ver hjálpin hjá øllum teimum,
sum ongan góðan hava og øllum,
sum hava mist onkran, sum stóð
teimum nær!
Vælsigna og varðveit tú alt kirkju
fólk títt víða um heimin. Vælsigna
og varðveit tað kirkjufólkið, sum
kemur saman her á hesum staði.
Vælsigna og varðveit tíni heilagu
sakramenti og lat orð títt hava
frítt at fara okkara millum, lær
okkum at goyma tað í reinum
og takksomum hjørtum og lat
okkum av tí verða vegleidd, lýst
og styrkt fram ígjøgnum lívið, og
lat tú náðiljós títt lýsa fyri øllum
teimum, sum skulu fara inn á
deyðans myrku gøtur!
Halt tú tína góðu sterku hond yvir
landi okkara og fólki! Vælsigna
tú ein og hvønn í hansara lógliga
verki bæði á sjógvi og landi! Ver
við øllum landsmonnuum okkara
, sum eru burturi í fremmandum
londum! Ver við øllum teimum,
sum eru á sjónum; ver innan
borða hjá teimum, fylg í ferðini
við teimum, hvar teir fara, og
lat anda tín vera millum teirra,
lat teir allar vera í tíni góðu og
tryggu varðveitslu!
Lat signing tína vera yvir øllum
familjum og heimum okkara!
Gev øllum børnum ein tryggan
og góðan uppvøkstur í tínum
navni, so tey styrkjast í trúnni
á teg, Guð Faðir, og boðskapi
tínum. Varða okkum frá øllum
illum bæði til likams og sálar;
styrk okkum øll í tí góða!
Vælsigna og varðveit alla yvir
vøld okkara! Vælsigna og varð
veit drotning okkara og alt hús
hennara!
Fylg okkum á øllum leiðum
okkara; ver við okkum í øllum
verkum okkara, so at alt hjá okk
um verður halgað og signað av
tær, og varðveit okkum øll alla
tíð í lívsins samfelagi við teg,
so at vit, annaðhvørt vit liva ella
doyggja, mega hoyra tær til!
Hoyr okkum í Jesu navni.
Eg takki kirkjuráðunum hjartaliga
fyri at hava innstillað og valt meg
sum sóknarprest.
Eg takka gomlu starvsfeløgum
mínum á Posthúsinum og øllum
øðrum fyri at vera her í dag.
Hans Jacob Joensen, bispur,
prestvígdi Magnus Brahé
Jørgensen
”
Undrið merkir, at tað ikki er
tú, sum umbroytist, hvussu
fegin tú enn vildi broyta teg
sjálvan, so tilveran smakkar
enn betur: tú ert og verður
hin sami. Og tilveran og lív
títt er eisini hitt sama. Men
nú verður tað givið tær sum
ein gáva frá Guði ístaðin.
Og hetta er Guðs miskunn
ímóti tær. Og hon sæst og
merkist ikki. Men soleiðis
verður tilveran og lívið givið
okkum í Jesu orðum, fyri at
vit skulu liva lívið, sum tað
er, og doyggja deyðan, sum
hann er, á jøvnum støði við
øll onnur menniskju, sum vit
møta, í skuld og lagnu, um
fyrigevingina og um vónina.