mánadagur 15. januar 2007síða 18
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
18
Nr. 10 - 15. januar 2007
tíðindi
Aksturvinnufelagið Samfylking 50 ár
Í dag, 15. januar 2007,
eru 50 ár liðin síðan
Aksturvinnufelagið
Samfylking varð
stovnað við tí
endamáli at virka
til frama fyri
teir, sum hava
hýruvognskoyring
til vinnu. Formaður
í Samfylking er
Magnus Fuglø
Hýrukoyring
Magnus Gunnarsson
maggi@sosialurin.fo
Bilstjórafelagið Samfylk
ing varð stovnað 15. januar
í 1957, við tí endamáli at
virka til frama fyri teir sum
hava hýruvognskoyring til
vinnu.
Gjøgnum árini hevur fel
agið umboðað tey koyrandi
mótvegis kommunalu og
landsmynduleikunum.
Felagið
hevur
eisini
arbeitt fyri at avmarka talið
á hýruvognum, soleiðis at
teir sum koyra hýruvogn
burturav kunnu liva av hesi
vinnugrein.
Felagið hevur til tíðir
verið sera virkið, og til aðrar
tíðir hava ongir aðalfundir
verið, og felagið hevur ligið
mestsum stilt.
Í fyrstu nevndini sótu
Poul Gaard Hansen, for
maður, Ejler Thorsvig næst
formaður, Jóhannes Berg,
Hans Andreas Davidsen
(Hassadi), Óla Chr.Jacobsen
og Jákup Suni Jacobsen,
skrivari og kassameistari.
Í 1960 verður nýggj
nevnd vald við Ib Larsen
sum formanni, og í 1961
verður
Pauli
Hansen
formaður. Í 1962 verður ein
takstnevnd sett við Ansgar
Jensen, Dion Splidt, Sámal
Vesturlíð, Ib Poulsen og
Pedro Olsen. Frá 25.oktober
1962 til 7.november 1968
varð
ongin
aðalfundur
hildin.
Í 1968 verður nýggj
nevnd vald við Edvini
Bernhardson sum formanni.
Sama nevnd varð afturvald
í 1969. Í 1970 og 1971 var
ongin fundur í felagnum.
Tá
felagið
varð
endurstovnað
í
1972,
bleiv Álvur Kirke valdur
til formann. Hann sat
sum formaður til 1982, tá
Dánjal Jákup Jørgensen
tók yvir. Dánjal Jákup sat
sum formaður til 1984, tá
Heðin í Dali tók við, og
sat sum formaður til 1990.
Eftir hann tekur Finnur
Johannesen við, og sat
sum formaður til 1993, tá
Magnus Fuglø tekur við.
Frá 1999 til 2002 var Birgir
Enghamar formaður, og
síðan 1993 hevur Magnus
Fuglø aftur verið formaður.
Fyrr var tað soleiðis, at
tað var frí vinna, og øllum
stóð frítt at keypa sær ein
bil, og skráseta hann sum
hýruvogn. Fólk í føstum
starvi kundu hava ein
hýruvogn at koyra við í
frítíðini.
Í 1980 varð ein nevnd
sett at gera eitt uppskot til
hýruvognsreglugerð
fyri
Tórshavnar
kommunu.
Uppskotið gekk í stuttum
út uppá, at allir sum høvdu
hýruvogn í Tórshavnar
kommunu, skuldu fáa eitt
loyvi. Síðan skuldu eingi
nýggj loyvi verða givin,
fyrr enn talið á hýruvognum
kom niður á umleið 60
bilar.
Árið
eftir
varð
ein
arbeiðsbólkur
settur
at
kanna lógir sum hava
við
hýruvognskoyring
at gera. Í 1983 kom
hýruvognsreglugerð
fyri
Tórshavnar
Kommunu,
og síðan hevur býráðið
havt
politiskt
valda
hýruvognsnevnd,
sum
umsitur koyriloyvini. Hetta
hevði við sær at talið av
hýruvognum, sum hevði
verið langt yvir hundrað
bleiv so gott sum hálverað.
Kapping frá
privatbilum
og bussum
Tað sum hevur ávirkað
hýruvognskoyringina mest
hesi 50 árini er t.d. tá ið
lógin viðv. valutaloyvunum
varð broytt síðst i 60-unum,
og fólk byrjaðu at keypa
privatbilar. Nógv av teimum
sum vanliga leigaðu sær
ein hýruvogn, keyptu sær
nú egnan bil. Eisini tá
bussarnir komu síðst í 70-
unum, var tað aftur ein stór
broyting í koyringin hjá
hýruvognunum í Havn.
Samfylking hevur øll
árini arbeitt fyri at gera
korini hjá bilførarunum
so góð sum til ber. Eitt
nú við hýruvognsbásum
á Vaglinum, í SMS, á
Farstøðini og aðrastaðni.
Dagpening frá tryggingini
tá hýruvognurin er til
umvælingar vegna skaða.
At takstir, tollur, talið á
hýruvognum, altíð eru á
so rímuligum støði sum til
ber.
Magnus Fuglø, formaður
í
Samfylking,
sigur
í
sambandi at felagið fyllir
50 ár, at stórar avbjóðingar
eru fyri framman. Ein
nýggj hýruvognsreglugerð
skal gerast í samráð við
býráðið, og hann vónar at
hon verður til fyrimuns fyri
bæði hýruvognførarar og tey
sum nýta hýruvognarnar.
Í nevndini í Samfylking
eru dag: Dánjal Norðfoss,
Axel
í
Skorðastovu,
Tummas Pauli Thomsen,
Eirikkur Rasmussen og
Magnus Fuglø, sum er
formaður.
Nevndin í Samfylking í dag, f.v.: Dánjal Norðfoss, Axel í Skorðastovu, Tummas Pauli Thomsen, Eirikkur Rasmussen og Magnus Fuglø, sum er formaður
Mynd: John Nilssen