mánadagur 15. januar 2007síða 19
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 10 - 15. januar 2007
19
tíðindi
Yvir hundrað mans á fundi
Í 1972 møttu yvir
100 mans á fundi hjá
Samfylking í húsinum
hjá Arbeiðsmanna
felagnum
Umstøðurnar hjá teimum ið
livdu av at koyra hýruvogn
vóru út av lagi vánaligar.
Til
dømis
kostaðu
hýruvognar tað sama at
keypa
sum
privatbilar.
Munurin millum tollin á
hýruvognum og privatbilum
varð so afturgoldin yvir
tvey ár, treytað av at
eigarin kundi prógva at
høvuðsinntøka hansara var
frá hýruvognskoyring.
Fyrst í 70-unum vóru
fimm bilstøðir í Havn, tær
vóru: Ringbil, Auto, Bil,
Akstur Bil og Mini Taxi.
Í 1972 varð kallað saman
til fundar í Arbeiðsmanna
felagshúsunum, har ætl
anin var at endurstovna
»Bilstjórafelagið Samfylk
ing«.
Á fundinum møttu so
gott sum allir ið tá koyrdu
hýruvogn í Havn, umleið
hundrað mans. Semja var
um at endurstovna felagið
og at velja nevnd, so felagið
aftur kundi fáast at virka.
Tey málini, ið mest varð
tosað um, vóru: tollurin
á hýruvognum, takstirnir,
nýggj lóg fyri koyring við
ferðafólki móti gjaldi.
Nýggj nevnd varð vald.
Teir vóru: Justinus Háskor,
Petur Clementsen, Eyðálvur
Johannesen, Álvur Kirke
og Hildebrand Midjord.
Nevndin skipaði seg við
Álvi Kirke sum formanni.
Hýruvognarnir
í verkfall
Fyrsta takið var at fáa sam
band við myndugleikarnar,
tí frammanundan høvdu
teir gjørt nýggja lóg um
vinnuligan fólkaflutning og
hækka tollin á hýruvogn
um, uttan at ráðføra seg við
vinnuna.
Landsstýrið hevði t.d.
gjørt eina kunngerð um
hýruvognar, har kravt varð
at teir skuldi hava skelti
á takinum og eina lykt
omaná hvørjum forskermi.
Hesar lyktir vórðu kallaðar
mjólkarblikk.
Nevndin í Samfylking
arbeiddi í tøttum samstarvi
við allar teir sum koyrdu
hýruvogn. Ein nevndarlimur
frá hvørjari av teimum
fimm bilstøðunum í Havn.
Skeltið á takinum kundu
teir flestu nokk góðtaka,
men mjólkarblikkini vildi
eingin hava.
Teir hildu tað vera heilt
burtur úr vón og viti, at
teir skuldu koyra við
»reklamulyktum« hjá Taxa
í Keypmannahavn.
Men eftir nakrar fundir
við landsstýrið, har teir
fingu nei til alt, gjørdu
limirnir í Samfylking av
at fara í verkfall. Allir
hýruvognarnir í Havn stóðu
stillir í ein dag fyri at vísa
teirra ónøgd.
Nevndin arbeiddi annars
fyri at regulera takstirnar og
gjørdi eitt miðvíst arbeiði
við at máta vegalongdir og
at gera rímiligar takstir.
Tað var um hesa tíðina
at »Bilstjórafelagið Sam
fylking« broytti navn til
»Aksturvinnufelagið Sam
fylking«.
Í gerðabókini hjá Samfylking setndur: Hin 7. sepetmber 1972 varð innkallað
til fundar í Arbeiðsmannfelagsins húsum við tí endamáli at endurreisa
bilstjórafelagið Samfylking. Hetta varð samtykt, og vóru hesir bilstjórar møttir
og gjørdust limir í felagnum:
Hans A. Petersen,
Heri Midjord
Hans Dølum
Álvur Kirke
Niclas Kjærbo
Andreas Røsvik
Hildebrand Midjord
Niels Persson
Pauli Danielsen
Heðin í Dali
Hans Nybo
Petur Clementsen
Henry Jarnskor
Hans A. Davidesen
Mallius Hansen
Helmuth Clausen
Jógvan Danielsen
Eyðálvur Johannesen
Hanus Lind
Magnus Fuglø Jacobsen
Kaysten Andreasen
Henning M. Johannesen Leo Viðbjørg
Arne Berg
Andrew Djurhuus
Páll Jensen
Sverri Djurhuus
Arnhold Fjallstein
Ove Láberg
Jens Petur Egholm
Flemming í Gong
Justinus Háskor
Mourits K. Mouritsen
Sofus Joensen
Johan Simonsen
Finnbogi Jensen
Torkil V.Hansen
Niels Joensen
Magnus Egholm
Henning Petersen
Folmer Jørgensen
Åge Egholm
Óla Kristian Jacobsen
Helgi Skorá
Áslakkur Jakobsen
Hans Olsen
Martin Nielsen
Karl Hansen
Ib Poulsen
Eli Rubeksen
Ove Dam
Poul Jensen
Hergar Kjærbo
Harry Skoradal
Jens Andersson
Julian Eliasen
Andrias Jørgensen
Åge Udbø
Ólavur Arge
Robert S.Christie
Árni Wang
Emil Joensen
Eyolf í Stórustovu
Jógvan Joensen
Hjalmar Jacobsen
Bjørgheðin Jacobsen
Axel í Skorðastovu
Henning Thomsen
Høgni Danielsen
Ámundur Vesturklett
Dánjal Poulsen
Jacob W.Andreasen
John Nielsen
Jákup Andreas Mohr
Mogens Wraae
Sandrin Müller
Jógvan Andreasen
Jentoft Kristensen
Arne Hammer
Sjúrður Durhuus
Páll Poulsen
Andreas R. Samuelsen
John M. Holm
Poul Djurhuus
Niels Olsen
Dion Splidt
Magnus Borðoy
Rógvi Hansen
Bjarki Højgaard
Mourits Reynheim
Gorm Simonsen
Yarmouth Mellemgaard
Eyðbjørn Joensen
Osmund Joensen
Sámal J.Petersen
Gustav R.Samuelsen
Hans Pauli Danielsen
Jón B. Jensen
Marius Jensen
Helgi Sivertsen
Jógvan Rasmussen
Otlev Jensen
Ansgar Jensen
Christian Jensen
Johannes Funn
Allan Mc.Intosh
Óli Frits Jacobsen
Hesir hýruvognsførarar, sum vóru við á fundinum, eru nokk teir flestu sum koyrdu
hýruvogn í Havn fyri 35 árum síðan.
Mazda 929L frá 1978 hjá Eivind Lilå. Landsstýrið gjørdi eina kunngerð um, at allir hýruvognar
skuldu hava skelti á takinum og eina lykt omaná hvørjum forskermi
Hendan myndin er
tikin um ta tíðina tá ið
Samfylking bleiv stovnað
í 1957. Hýruvognar hjá
Taxa 1313 standa niðanfyri
Kommunuskúlan, sum
er spildurnýggjur. Leggið
til merkis Taxa skeltið á
húsinum uttast høgrumegin
Myndeigari Páll Hellu