Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-01-15, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 15. januar 2007síða 20

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

20 Nr. 10 - 15. januar 2007 tíðindi Hjálpararbeiði Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Í eini samkomu á Eiði sunnu­ kvøldið stendur ein ung leir­ víksgenta og greiðir frá um barnahjálpararbeiði í Indiu. Hon vísir myndir av børnum, sum hon er vorðin so góð við og fegin vil hjálpa at fáa tak yvir høvdið. Fólk lurta við stórum áhuga. Tey hava bjóð­að henni at greiða frá í samkomuni. Gleðin lýsir av henni, tá hon sigur, at hon í morgin kann fara í Norðoya Sparikassa og flyta indisku børnunum pening fyri eitt umleið 4.000 fermetra stórt grundøki, so tey kunnu fáa eitt veruligt heim at búgva í, setir ein klumpur seg í hálsin á henni. Gentan gerst rørd, noyðist at steðga á eina løtu, og nøkur tár detta úr eygnakrókunum... Gleðistár. Grundarlagið undir fyrsta partinum av verkætlanini, sum hon og onnur eldhugað í Føroyum hava sett sær fyri at fremja í Indiu, er rokkið. Nú kann lendið til barnaheimið keypast, tí nóg mikið av peningi er á konto. Skuldu tey fáa lendið, høvdu tey tíðina fram til 15. januar at útvega keypspeningin, 240.000 krónur. Og 15. januar er í dag! Heim til børn Unga leirvíksgentan, sum sam­­komur í Eysturoy hava bjóðað at siga frá um barna­ hjálpararbeiði í Indiu, er 21 ára gamla Marjun Joen­sen. Sosialurin hitti hana í Klaks­vík seinasta hósdag, tá ið vit skiftu orð við hana um føroysku verkætlanina, sum grundarlag nú er langt undir. Málið er í fyrsta lagi at gjalda fyri byggilendið, og síðan verður farið undir at savna pening inn til sjálva byggingina. Ætlanin er at byggja eitt barnaheim til 100 børn, og á økinum verður eisini kirkja. Øll verkætlanin tilsamans er mett at kosta 420.000 krónur, harav und­ ir­lendið og økið uttan um er tann lutfalsliga dýrari part­ urin. – Tað er eitt gott tilboð, vit hava fingið upp á byggi­ lendið. Prísirnir á hesum leið­ um eru hækkandi, og eigarin kann fáa munandi meira fyri jørð­ina, um hon verður seld til vinnuligt endamál. Men eigarin vil heldur, at barna­ heim og kirkja verða bygd her. Vit hava freist til 15. januar (sum er í dag), sigur Marjun Joensen. Men hvussu byrjaði so alt hetta? Ikki stór orð Marjun er lítillátin og ynskir ikki, at ov stórur partur av tí arbeiði, sum liggur aftanfyri hesa stóru innsavning fyri indisku børnini, verður til­ skrivaður henni. – Tað eru vit báðar, Maria Marnersdóttir úr Søldarfirði og eg, sum saman við góðum fólkum og góðum stuðlum eru farnar undir hetta átak. Tær báðar fóru til Indiu 25. oktober í fjør at vera við í barnahjálpararbeiði og fóru heimaftur 14. desember. Seinni er Maria farin til USA at lesa, men hóast hon ikki er heima í Føroyum, nú nóg mikið er á konto til rindan av jørðini, hevur hennara lutur í innsavningini havt stóran týdning. – Vit eru væl stuðlaðar, bæði av familjum okkara, vinum, kenningum og fólki í samkomum. Hvussu ferðin til Indiu hjá Marjun og Mariu kom í lag, hevur eisini sína søgu, og tann søgan hevur sín uppruna eini tvey ár afturi í tíðini. – Tað er soleiðis, at sjeik­ur­ in hjá Mariu, Sámal Jacobsen av Viðareiði, hevur siglt við Doulos. Umborð á skipinum kom Sámal millum onnur at kenna unga indaran, Ambu Mani. Teir gjørdust sera væl. Ambu, sum er av fátækum fólki, hevur arbeitt fyri OM- felagsskapin, sum rekur ski­p­ið, og tað var í hesum sambandi, at hann var sendur umborð á Doulos. Vit kunnu leggja aftrat, at OM stendur fyri Operation Mission. Dreymur og veruleiki Komin heimaftur til Indiu, ynskir Ambu, sum sjálvur er vaksin upp á barnaheimi, at føra sín dreym út í lívið. Hann ynskir at byrja eitt barnaheim og soleiðis hjálpa børnum, sum eru illa fyrikomin, til eina betri til­veru, har tey kunnu vera mett hvønn dag og kunnu ganga í skúla. – Tað var á hesum barna­ heimi – um vit kunnu rópa tað so - at eg og Maria hjálptu til hesar vikurnar, vit vóru í Indiu. Marjun sigur, at tað eru Ambu, beiggi hansara og bróð­ir­konan, ið reka hetta heimið. – Beiggi hansara er ad­vokatur, men inntøkan er lítil. Báðir hoyra teir til tey, sum eru niðast í sonevndu kasti-skipanini. Teir báðir eru samdir um, at advokaturin arbeiðir úti og tjenar pening, meðan Ambu og bróðirkonan taka sær av børnunum. Hon sigur, at talan er ikki um eitt veruligt barnaheim, soleiðis vit vit ímynda okk­ um, at eitt barnaheim er. – Hetta er bara eitt lítið hús, sum tey leiga, og um­støð­urnar eru eftir okkara mátistokki vánaligar. Marjun sigur, at Ambu og bróðurin hava rikið hetta virksemi í eini tvey ár – við stuðli úr Føroyum og við peningi, sum beiggin tjenar. Illa stødd børn – Meðan vit vóru í Indiu, búðu vit á einum hotelli – ella motelli - einar 45 minuttir í bussi úr bygdini, har Ambu hevur sítt hjálpararbeiði. Hesar vikurnar vit steðgaðu, hjáltu vit til at gera børnunum mat, borðreiða fyri teimum, vit vaskaðu upp, spældu við børnini, og vit hjálptu eisini teimum eldru við enskum, sum tey læra í skúlanum. Hon sigur, at 26 børn mill­ um 4 og 13 ár vóru hvønn dag á heiminum. - Hetta eru alt børn har úr umhvørvinum, sum er ein bygd við umleið 4.000 fólkum. Ambu hevur ábyrgd­ ina av børnunum, meðan tey eru á heiminum, men tey fara heim til familju at sova, tí umstøður eru ikki at sova á heiminum. Flestu hava onkran í familjuni, sum kann hava tey sovandi heima. Marjun sigur, at hóast lagn­an hjá hesum børnum er ymisk, eru fleiri teirra móðir-ella faðirleys – ella eingi foreldur eiga. Í øðrum førum megna foreldrini ikki at taka sær av teimum, tí tey hava mist vónina til lívið. – Foreldrini kunnu vera fallin í misnýtslu – ella eru so blóðfátøk, at tey ikki hava umstøður at geva børnunum ein sømiligan uppvøkstur. Ambu hevur upplivað, at ommur og abbar eru kom­in lyppandi við sínum for­eldr­a­ leysu ommu-og abbabørnum, Føroyingar byggja barnah – Tað eru vit báðar, Maria Marnersdóttir úr Søldarfirði og eg, sum saman við góðum fólkum og góðum stuðlum eru farnar undir hetta átak, sigur 21 ára gamla, Marjun Joensen úr Leirvík. Hon er lítillátin og ynskir ikki, at ov stórur partur av tí arbeiði, sum liggur aftanfyri stóru innsavnanina til frama fyri indisku børnini, verður tilskrivaður henni Leirvíkingar fáa nú størri vatngoymslu Leirvíkar kommuna fær nú nýggjan vatnbrunn, sum í hesum døgum verður settur upp á Brekkum, tey rópa. Nýggi brunnurin fer at rúma 1300 tonsum av vatni, og við hesum verður vatngoymslan á Brekkum økt úr 500 tonsum upp í 1800 tons. Kommunan sigur á síni heimasíðu, at tørvur leingi hevur verið á eini størri vatngoymslu til bygdina. – Trý fiskavirkir eru í bygdini, sum brúka nógv sóttreinsað vatn. Haraftrat kemur vatnnýtslan hjá sethúsum o.ø. Upplýst verður, at vanliga nýtslan av vatni í kommununi liggur um 60 tons um tíman. – Okkurt summarið, tá ið turkur er, hevur verið vatntrot í bygdini, sigur Leirvíkar kommuna. Í næstum fær kommunan so hesi 1300 tonsini aftrat, sum fara at muna, tá annars hevði staðið á við vatni. (-vilmund) Tørvurin á einum veruligum barnaheimi í býnum, tey vitj­aðu og gjørdu hjálpararbeiði, er stórur. – Málið er at gev útbúgving, sum er grundarlagið fyri framtíðini