mánadagur 15. januar 2007síða 21
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 10 - 15. januar 2007
21
tíðindi
tí tey ikki hava ráð at geva
teimum mat í munnin, sigur
hon.
Tvey ár á baki
Unga leirvíksgentan sigur, at
Ambu hesi bæði árini hevur
prógvað, at hann og bróðirin
saman við bróðurkonuni
gera eitt barnahjálpararbeiði,
sum ger mun.
– Eg veit, at tá ið fólk
stuðla hjálpararbeiði, sum
er so fjart burturi, eru tað
mong, sum reisa iva um,
hvar peningurin fer, men
nú hava vit verið á staðnum
og hava tikið lut í tí arbeiði,
sum verður gjørt fyri hesi
børnini.
Marjun sigur, at Ambu
og beiggi hansara hava øll
síni viðurskifti við myndug
leikarnar í lagi og tíðin,
síðan teir fóru undir hetta
hjálpararbeiði til frama fyri
illa støddu børnini, hevur
prógvað, at tað ger mun.
– Fíggjarliga orkan hjá
teimum báðum er so lítil, at
teir higartil ikki hava megnað
at fullføra tað verk, sum er
teirra størsta ynski. Visjónin
er nevniliga at byggja eitt
veruligt barnaheim til 100
børn, soleiðis at hesi kunnu
fáa ein góðan og sømiligan
uppvøkstur og eina útbúgv
ing, so tey kunnu klára seg í
samfelagnum, tá ið tey veksa
til. Kravið er, at øll skulu
ganga í skúla, tí hetta er
grundarlagið fyri framtíðini
hjá teimum.
Stórur tørvur
Tað var Ambu, sum tók
ímóti Marjuni og Mariu, tá
ið tær komu longu leiðina
úr London til Bangalore í
Indiu, og tað var hann, sum
hevði ábyrgdina av teimum,
meðan tær ókendar við
indiska samfelagið vóru í
landinum.
– Meðan vit vóru í Indiu
og gjørdu hjálpararbeiði, sóu
vit, hvussu stórur tørvurin
er, og hvussu stórt ynski tey,
sum vit vóru ímillum, hava
fyri at betra um umstøðurnar.
Tí hava vit tikið stig til at
savna inn pening til nýtt
barnaheim – við kirkju á
sama grundøki.
Marjun sigur, at tey hava
møtt stórari vælvild og stór
um hjálpsemi í Føroyum til
tess at røkka hesum máli.
Ein konto er stovnað í
Norðoya Sparikassa, og tað
eru mong, sum hava valt at
stuðlað ætlanini.
Hósdagin í síðstu viku,
tá ið Sosialurin hevði vitjan
av Marjun á redaktiónini
í Klaksvík, vóru komnar
umleið 130.000 krónur á
kontoina, men longu sunnu
kvøldið høvdu tey rokkið
tí fyrsta málinum, sum er
at savna inn nóg mikið av
peningi fyri at kunna rinda
grundøkið, har barnaheimið
og kirkjan skulu byggjast.
Liðug til jólar
– Ambu hevur øll viðurskifti
við einum barnaheimi upp
á pláss mótvegis myndug
leikunum, og tí er alt tað
formella longu í lagi. Barna
heimið og kirkjan verður
ein sjálvognarstovnur, góð
kendur av myndugleikunum,
og í reglunum verður gjørt
greitt, hvussu verður við ogn
unum, um tað skuldi hent, at
virksemið onkusvegna datt
niðurfyri.
Marjun Joensen sigur, at
verkætlanin við keypi av
lendi, barnaheimi og kirkju
tilsamans fer at kosta einar
420.000 krónur, og síðan
er málið, at raksturin av
virkseminum í størstan mun
skal fíggjast úr Føroyum.
– Tekningarnar eru klárar,
og gongst sum ætlað, standa
bæði barnaheimið og kirkjan
liðug til jólar í ár, sigur 21
ára gamla leirvíksgentan.
heim til 100 børn í India
Íslendska flaggskipið skal fiska í Afrika
Engey er flaggskipið í íslendska fiskiskipaflotanum. Skipið er 105 metrar langt og 20
metrar breitt. Tað er nú selt einum dóttirfelag hjá Grandi í Hálandi og fer at fiska av ES-
kvotum út fyri Afriku
HB Grandi, sum er størsti kvotaeigarin í Íslandi, hevur selt Engey, sum í fjør fiskaði fyri einar
140 mió føroyskar krónur, til hálendska dóttirfelagið hjá Grandi, Atlantic Pelagic BV.
Engey er flaggskipið í íslendska fiskiskipaflotanum. Skipið er 105 metrar langt og 20
metrar breitt.
Sølan merkir, at nakrir íslendskir fiskimenn, sum vóru við skipinum, eru uppsagdir.
Engey hevur frystarí og egna mjølverksmiðju.
Risastóra skipið skal nú fiska av ES-kvotum úti fyri Afriku.
Veiðan verður makrelur, hestamakrelur og sardinur, sigur felagið Grandi á síni heimasíðu.
(-vilmund)
va børnunum eitt veruligt barnaheim, sømiligan uppvøkstur og eina
Umstøðurnar á barnaheiminum, har Marjun og Maria hjálptu
til, kunnu ikki samanberast við tað, vit vanliga skila sum eitt
barnaheim. Her sita børnini og eta rís, sum er høvuðsrætturin
í Indiu
Barnaheimið er bara eitt lítið hús, sum tey leiga, og umstøður
nar eru eftir okkara mátistokki vánaligar. Nú verða so tøk
tikin í Føroyum til at byggja indiskum børnum eitt veruligt
barnaheim, sum verður ein sjálvsognarstovnur
Maria og Marjun fóru til Indiu at vera við í barnahjálpar
arbeiði. Nú savna tær pening inn til at byggja børnunum í
Indiu eitt veruligt barnaheim: – Vit eru væl stuðlaðar, bæði av
familjum okkara, vinum, kenningum og fólki í samkomum,
sigur Marjun Joensen (th.)
Stuðul
Fólk, sum ynskja at stuðla
føroysku verkætlanini í
Indiu, kunnu flyta pening
á konto í Norðoya Spari
kassa 9865 1034558.